Leksikon um ljós og myrkur
Hvat var tað, sum fekk skómakarsonin Henry Rinnan til at gerast mest hataði maður í søgu Noregs? Og hví skuldi eitt jødiskt húski flyta inn í høvuðsstøðina hjá Rinnan eftir kríggið, inn í húsið, sum varð sjálv ímyndin av øllum óndskapi?
Tá ið høvundurin Simon Stranger fær at vita, at familjan hjá konu hansara hevur búð í húsunum, har Rinnan-harkaliðið helt til, tað ræðuliga Harkalið-kleystrið, fer hann at grava fram søguna um Komissar-familjuna, bæði tey, ið slupp við lívinum, og tey, sum vórðu dripin. Arbeiðið setur hann andlit til andlits við mannaættina í sínum allarmyrkastu síðum.
Soleiðis sum skaldsøgan kavar niður í lívið hjá Henry Rinnan, sýnir hon, hvørjar fylgjur eyðmýkd og tað at verða settur uttanfyri kann hava á sinnið. Samstundis veksur onnur søga fram um, hvussu ber til at draga undan, halda saman og halda á at liva, hóast ræðuleikarnar, sum valla kunnu nevnast.
Simon Stranger setur saman brikkar, sum spenna um eina øld og fevna um vakrastu og ljótastu síðurnar í mannalívinum.