Millum vinir
Millum vinir er bókin um lívið í einum kibbutsi í Ísrael. Í átta stuttsøgum lýsir Amos Oz nakrar hjartanemandi lagnur, og tær eru so væl skrivaðar, at hann valla verður tikin.
Ljósið er sett á einstaklingin og felagsskapin. Í kibbutsinum búgva nógvar ymiskar lagnur; børn, ung, gomul, støk og hjún. Tey, sum í síni tíð stovnaðu kibbutsin, eru flest øll farin, og strongu reglurnar eru til umrøðu.
Tað er ikki so løgið, tá ið vit lesa um fimm ára gamla Juval, sum verður argaður, tí hann pissar í song um náttina. Hann vil bara sleppa at sova heima hjá foreldrunum heldur enn í Barnahúsinum.
Men hvør eigur børnini? Hvør skal gera av, hvør skal fáa útbúgving? Og hvussu við frælsa kærleikanum?
Amos Oz gjørdi sjálvur av at fara í kibbuts, tá ið hann var 15 ára gamal, „at liva lívið, sum hann gyklaði fyri sær“. Hann búði í kibbutsinum í 32 ár.