Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Bárður Jákupsson
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: William Heinesen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-198-9
Útgávudagfesting: 3. juni 2016
Síður: 316
william heinesen WH

William Heinesen - myndlistamaður

Bárður Jákupsson

Hann teknar, málar við pastell- og oljuliti, klippir og límar. Tað ótamda hugflog­ið býður áskoðaranum á eina ferð úr trøllamyrkri teirra fornisku til pastoral lands­løg við skreytbúnum fuglum og vøkstrum og alskyns skapningum í stórari livandi rørslu. Frá upphavsins tættbýldu túnum og reynanna grýtuta mosaikki stava myndevnini, – úr sagnanna og ævintýranna heimi, úr norrønu gudalæruni, úr Arkadia og Edens urtagarði. Íblásturin byggir á náttúrukenslu, sniðfundigt gamanslyndi, spei, ramliga, ovfarakáta og ótamda lívsgleði og ein serligan fevnandi ans fyri tí ornamentala og skreytiliga.   

Tann ótroyttiligi listamaðurin er virkin langt upp í ellisár. Framleiðslan er ómátalig. Prýðilig ornament og mynstur í stílførdum greiðum formum og litum verða samansett í óteljandi kliptum vignettum, sum hann stórtøkin stroyir um seg. Hansara gróðrarmikli og sermerkti myndaheimur er okkum føroyingum stórt ríkidømi. 

Bókin er á føroyskum og enskum.

---

Í sambandi við bókina hava vit prentað tvær plakatir. Marmennil og Gjáarbotnur. Støddin er A4, og prísurin er 80 kr. fyri hvørja.

 

 

 

 

 

 

 

 

---

Les umrøðu. Bettina Heltberg hevur skrivað.

---

Hoyr Kinnu Poulsen ummæla bókina í Mentanarkaféini 8/6/16.

---

Síggj samrøðu við Bárð Jákupsson. Dagur og vika 3/6/2016 - KVF. 

 

---

Nøgd
Prísur
NOK 692,15
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Bárður Jákupsson

Útbúgvin lærari og var á Kunstakademiets Malerskole Kbh 1970-72.

Arbeiddi á Føroya Fólkaháskúla 1972-78; savnslærari á Føroya Fornminnissavni 1974-89; blaðstjóri á tíðarritinum MONDLI 1975-90; leiðari fyri Listaskálan 1978-89; savnsleiðari á Listasavni Føroya 1989-2003.

Aðrar bøkur Bárður Jákupsson

Ikki á goymslu
Myndlist í Føroyum
NOK 275,19
Ikki á goymslu
Visual Arts in the Faroes
NOK 277,97

Aðrar bøkur Átrúnaður og list

Jóannis Kristiansen (føroysk-ensk útgáva)
NOK 831,13
Jóannis Kristiansen (donsk-týsk útgáva)
NOK 831,13
Lív leirvíksmálarans í episkari frásøgn
NOK 344,68
Spor, ið verða til - Nýggjur føroyskur grafikkur
NOK 483,67
FRITS
NOK 414,18
Míni leikapetti
NOK 414,18

Aðrar bøkur Skreytútgávur

-33%
Viðareiði - Slóðirnar og minnið
NOK 831,13
NOK 555,94
Vinaliga
NOK 831,13
Ikki á goymslu
Fuglabókin
NOK 831,13
Marius Olsen / Prent 1980-2016
NOK 692,15
Ikki á goymslu
Seyðabókin
NOK 622,65