Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Sólrún Michelsen
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-260-3
Útgávudagfesting: 22. mars 2018
Útgávuár: 2018
Síður: 172

Morgunfrúa

Sólrún Michelsen

Høvundurin, ið sjálv er komin væl til árs, sigur í hesum savni frá tilburðum í kvinnulívum. 

Høvuðspersónurin í næstan øllum søgunum er ein kvinna. Ikki sama kvinna, men kvinnur í ymsum aldri, við ymsum nøvnum, í ymsum umhvørvi, har tær eru fyri ymsum tilburðum, ið elva til tvístøður og ymisk vandamál, sum tær loysa hvør á sín hátt, ella sum tær ikki megna at loysa. 

Allar søgurnar viðgera eksistentiell vandamál, stundum úr einum eitt sindur øðrvísi sjónarhorni, enn vit eru von við. Temuni snúgva seg um viðurskifti millum fólk í ymsum aldri, millum fólk av sama kyni og millum fólk av hvør sínum kyni. 

Søgurnar við kvinnuligum høvuðspersóni kundu eisini verið tulkaðar sum lívssøgan hjá somu kvinnuni, har einstaka søgan gevur innlit í støðuna hjá kvinnuni á ávísum aldursstigi.

Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Ver varin, hvat tú ynskir tær

- Í søgunum hjá Sólrún Michelsen er vandi fyri, at ynskini ganga út
 
Í 2011 gav Sólrún Michelsen út stuttsøgusavnið "Rottan", har tað varð sagt frá einum gerandisumhvørvi, sum kanska ikki var so gerandis kortini. Samanrenningin av dagligdegi og einum farra av óhugna gjørdi, at søgurnar vóru ikki sørt skelkandi. Høvundurin vísti, at hon dugdi sjáldsama væl at lýsa vanlig fyribrigdir og veita lesaranum eina kenslu av, at hesi kanska ikki eru so vanlig kortini, at tað kanska búði okkurt skelkandi og ræðandi undir útsíðuni.

Tað er hetta sama hegni at handfara tað óunniliga, sum Sólrún Michelsen vísir í sínum nýggja søgusavnið "Morgunfrúa", har tey mangan avlagaðu viðurskiftini millum kvinnu og mann eru ein felags kjarni. Í tittulsøguni veit lesarin ikki frá byrjanini, hvat ið er gingið fyri seg. Gitir, at maðurin er komin fullur heim og hevur spýð úti á baðiverilsinum. Frásøgukvinnan fer til svimjing, og tað er her, at alt broytist. Nú gerst tað greitt, at tann ráðaríki maðurin er deyður. At síggja til smallin um, aftan á at kvinnan fyri fyrstu ferð hevur orðað sínar innastu tankar: "Hevði tú bara horvið".

Í hennara eygum hevur hann rátt fyri tí mesta, men nú hann er farin, er tað líka við, at hon saknar hann. Alt í hennara lívi hevur verið í mun til hann, men nú hevur hon eitt sindur ilt  við at fóta sær. Er í villareiði og kortini sum skrivað stendur: "Ein kraft brennur inni í henni".

Lesarin fær bara eitt vet av innliti í, hvat ið er gingið fyri seg, og tá ið søgan er av, situr hann við eini røð av ósvaraðum spurningum, sum bara gera søguna meiri áhugaverda. Tittulin spælir uppá, at manninum dámdi so væl blomstrini morgunfrúur, og at kvinnurnar, sum svimja á morgni, verða kallaðar nett tað sama.
 
Smágentan við fýra pápum
Í næstu søguni, "Summarið við Hallu" gongur kvinnan í søguni heima og ilskast javnan inn á óruddi í kamarinum hjá dóttrini. Men so fer hon bara út í urtagarðin, "og skjótt eru allir ótýdligir tankar burtur". Ein dagin kemur smágentan Halla á vitjan, og tað heldur hon á við dag um dag. Gentan er heldur órøkt, sigur seg hava fýra pápar og setur annars spurningar við alt. Í fyrstani eru vitjaninar hampiliga hugnaligar, men so møðist kvinnan av hallu og roynir at skáka sær undan henni. Men tað er ikki sum at siga tað, tí Halla er áhaldandi og ikki von við vanligan fólkasið.

Tá ið summarið er av, hvørvur Halla líka so brádliga, sum hon kom. Nú saknar kvinnan gentuna og samanber kensluna, tá ið ein próvroynd vísir, at tú ikki vart við barn kortini. Kenslan av eini lítlari sorg. Sum í tí undanfarnu søguni - og í ævintýrum - skalt tú ansa tær, hvat tú ynskir. Tað kann nevniliga henda, at tað gongur út.
 
Fantastiqueog fantasy
Sólrún Michelsen og Katrin Ottarsdóttir minna viðhvørt um hvørja aðra í teirra skriving. Báðar taka ofta støði í gerandisdegnum, men snara tíðum hesum á, so hann verður alt annað enn gerandisligur. Tað er kortini tann munurin millum tær báðar, at ímeðan Katrin javnan skrivar í tí hevdini, sum av Tzvetan Todorov verður skírd "fantastique", t.e. fantastiskar søgur, so skrivar Sólrún ofta "fantasy". Munurin á fantastiskum søgum og fantasy er, at í teimum fyrru ert tú í iva, um tað sum gongur fyri seg er veruleiki ella dreymur, tað ert tú ikki í tí seinna førinum. Fantasyer er eitt tekstaslag, sum ferðast í einum tíðarleysum og ævintýrkendum heimi. Avmarkingin í mun til science-fictioner, at tað lítið og einki verður gjørt burtur úr tøkni. Lesarin verður fluttur inn í ein heim, hvørs fyritreytum hann bara má taka við.

Í savninum "Morgunfrúa" eru tvær søgur, sum tú uttan at himprast kanst skíra fantasy.Onnur er "Alma", har kona frásøgumannin er rýmd frá honum, og hann hevur tí havt  fyri neyðini at grava hjartað hjá sær niður í urtagarðinum. Somuleiðis eina rottu í búri. Tá ið veturin er av, grevur hann hjartað upp aftur og heingir tað um hálsin. Rottan kemur eisini undan aftur kavi á lívi. Líðandi broytist rottan, fer at vaksa, og kroppurin minnir hann um konuna Almu. Endin á søguni er óumberligur, so her ferðast høvundurin eisini í nánd av horror.

Í hinari søguni av hesum slagnum, "Krossurin", orkar maðurin ikki fyri konuni, og hann hevur bestan hugin at rýma. Hann fer til gongu út í eitt óveruligt landslag, har nógvir møguleikar standa honum í boði. At enda velur hann at fara aftur til konuna og gerandisdagin - ella "almindeligheden", sum William Heinesen kallar tað í sínum bókum.

Ein fantastisk søgu, "Sunnudagur", er eisini við í savninum, har ein ung, egoistisk kvinna er móð av tí lítla soninum hjá manninum, sum hon livir saman við. Tá ið tveir mans royna at skræða taskuna úr hondini á henni, er hon klár yvir, at hon antin má sleppa taskuni ella tí lítla dreinginum, sum hon heldur í hinari hondini. Tá ið hon kemur til hús, hevur hon taskuna við sær.
 
Hevnd og list
Hjúnarfelagarnir í søgunum hava tað einki serligt saman, fyri at siga tað pent. Tað gongur í flestu førum als ikki millum mann og konu, og ofta er endin antin slit ella hjúnini skjølka seg fram í eini áhaldandi, knarrandi illstøðu. Soleiðis er í "Skógvaeskjan", sum sigur frá, hvussu alt er blivið, og hvussu tað kanska kundi verið, um frásøgukvinnan hevði borið seg øðrvísi at móti eini vinkonu í ungdómsárunum. Hetta fyllir nógv í hennara huga, men tá ið hon eftir mong ár møtir fyrrverandi vinkonuni á gøtuni, kennir hendan hana ikki aftur.

"Hitin" fortelur um kvinnu í skiftisárum, har maðurin er rýmdur til eina aðra, og alt er eitt sindur dapurt, til tað í endanum kemur vend í. Ein nakað líknandi søgugongd er í "Listin", har ein stjóri er ónærisligur móti teimum kvinnum, sum arbeiða fyri hann, og eru tær ikki honum til vildar, koma tær á svartalista og fáa aldrin arbeiði aftur. Okkara kvinna dugir kortini at hevna seg.

"Áin" líkist eitt sindur frá og er mest at kalla ein sorgblíður minnisstubbi, har tað verður gjørt lesaranum greitt, at tú kanst kaga inn í tað, sum einaferð var, men inn aftur slepst ikki. Seinasta søgan "Heiður" líkist eisini frá, tí her hevur tann gamla rithøvundakvinnan havt eitt eydnusamt samlív við manninum. Nú er hon einsamøll, men er líka við at fara upp í lívið aftur, tá ið hon fær eina stóra mentanarvirðisløn. Hon gerst kortini greið yvir, at í veruleikanum gáar eingin um hana, og hon krógvar seg aftur inni í sínum egna beiskleika. Lýsingin av skaldakvinnuni - hóast stór frávik - fekk meg at hugsa um Ebbu Hentze. Søgan kann annars lesast sum bílæt av einari kvinnu, sum hevur offrað lívið fyri listina.
 
Fleiri spurningar enn svar
Søgurnar hjá Sólrún Michelsen eru allar góðar, men eg haldi at eitt nú "Morgunfrúa", "Alma", "Sunnudagur" og "Heiður" skara framúr. Tað, sum er eyðkent fyri hesar, er, at tær vekja fleiri spurningar í lesaranum, enn tær geva honum svar. Hetta koyrir undir, at tú mást lesa umaftur fyri bara at fáa eina hóming avsamanhanginum.

Skemt er ikki akkurát tað, sum eyðkennir søgurnar, men stuttligar myndir og orðingar stinga seg nú og tá upp. Aftrat hesum koma stak speiskar viðmerkingar javnan fyri, soleiðis at lesarin næstan hveppir seg, tí hann heldur tær níta í so fast. Tað er at fegnast um, at høvundurin dugir so væl at greina fólk og hendingar, og síðani at seta hesi á pall til fragd og ræðslu fyri okkum lesarar.
 
Sólrún Michelsen: Morgunfrúa. Stuttsøgur. Kápa og umbrot: Sára Mikkelsen. Sprotin. 172 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Um høvundin Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen er fødd í 1948 og uppvaksin á Argjum. Hevur arbeitt sum stjóri í handilsfyritøku í mong ár.
 
Hon byrjaði við at skriva barnabøkur. Fyrsta bókin kom út í 1994. Síðan tá eru útkomnar fimm barna- og ungdómsbøkur, harav tvær fantasybøkur. 
 
Av bókum til vaksin kom Tema við slankum út í 2007, Í opnu hurðini yrkingasavn í  2009, Rottan stuttsøgusavn í 2011. Harumframt hevur hon skrivað tekst til ólavsøkukantatur og stuttsøgur til tíðarrit sum Birting, Vencil og Mína jólabók. 
 
Sólrún hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2002. 
 
Hon fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Tema við slankum 2008.

Aðrar bøkur Sólrún Michelsen

Sára Malena
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Nornan spinnur
398,00
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Ein annar er gull
348,00
Ein táttur er silvur
298,00
Ein farri av fráferð
198,00

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Søgur úr Latínamerika
298,00
7 søgur
298,00
Upp eftir enda
298,00
Tíðarhylkið
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Kvøl
148,00
Millum vinir
198,00