Orð og tónar á Reinsaríinum

Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið - Kom oman á Reinsaríið hóskvøldið tann 21. mai til 'Orð og tónar'.

17.05.2015
Sprotin
Orð og tónar

Fyri mánaði síðan fór Sprotin undir nýtt tiltak saman við Reinsaríinum. Tiltakið - sum er ókeypis - nevnist "Orð og tónar," og heitið sigur akkurát tað, ið tiltakið snýr seg um. Í staðin fyri at fara annaðhvørt á konsert ella til sjónleik ella til upplestur, kanst tú nú hugna tær eitt hóskvøld um mánaðin og fáa allar tríggjar tættir við: bæði samrøður, upplestur, hugleiðingar, framførslur og tónleik. Alt hetta pakkað í tveir tímar eitt hóskvøld hvønn mánað frá 20-22.

Kvøldið hevur eyðvitað ikki fingið nakran fastan form enn, men hóskvøldið 16. apríl varð tað skipað soleiðis Poul Guttesen og Oddfríður M Rasmussen prátaðu m.a. um yrkingina "eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið" úr savninum "Eg eri næstur".

Síðan var ein stuttur inngangur til skaldsøguna Morgun og kvøld - ein brellbiti til skaldsøgu, ið verður viðgjørd nú tann 21. Sí annars ummælið hjá Dorit Hansen.

Marius Ziska, ið fyri stuttum gav fløguna Home út, spældi nakrar av sínum allarbestu.

Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Allan Dalsgarð framførdu brot úr nýtýddum finskum leiki, sum fyrstur ferð varð framførdur á LeikREAD.

Komandi hóskvøld tann 21. mai kl. 8 verður hetta skránni

Samrøða verður við Edward Fuglø um at gera kápumyndir við serligum atliti at umslagnum, hann hevur gjørt til seinastu skaldsøguna, sum Sprotin gevur út: Hundrað ára einsemi eftir Gabriel García Márquez.

Hugleitt verður um Morgun og kvøld - bókina eftir Jon Fosse, sum kunnað varð um í apríl - um gloppið millum lív og deyða, tá ið sjálvt lívið loysist upp og fer inn í aðrar støddir.

Súsanna Tórgarð og aðrir sjónleikarar fara eisini at spæla eitt brot úr einum Dario Fo leiki.

Feðgarnir Martin og Sakaris Joensen standa fyri tónleikinum.

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær nakrar úrvaldar bøkur fyri serprís - m.a. deiligu bókina, vit góvu út nú um dagarnar: Jarðnáðir eftir íslendsku Oddný Eir.

Nýggja bókin, Hundrað ára einsemi eftir Gabriel García Márquez, ið kunnað verður um og viðgjørd verður 11. juni, fæst fyri serprís.
17.05.2015
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?