BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal

Ein morgunin, áðrenn Covid-19 og álvarsomu krígsavbjóðingarnar vit hoyra um í dag, vaknar Rakel Helmsdal og hevur droymt seg fram til skaldsøguna Dreymsótt.

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Samfelagshóttanir, farsóttir, kúgan og fólkaræðisligt forfall hava altíð givið rithøvundum íblástur og bergtikið lesarar. Tað sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna hjá Rakel Helmsdal, Dreymsótt. 

Skaldsøgan gongur fyri seg í 2036, har Føroyar eru einaveldi, har neyvt eftirlit er við øllum borgarum, og ein óhugnalig farsótt hevur breitt seg so skjótt, at sjúkrahúsini ikki longur rúma sjúklingunum.

Urd Johannesen tosar við høvundin Rakel Helmsdal. Prátið fer millum annað at snúgva seg um tørvin at skriva og ikki minst at skriva marrukenda søgugongd, og um vit í veruleikanum einans munnu vera 13 ár frá at standa í einari tílíkari støðu.

Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og listafólk. Fleiri av bókum hennara hava verið tilnevndar- og vunnið virðislønir, bæði føroyskar, íslendskar og norðurlendskar. Við skulptur­ellari list og listagrafikki myndprýðir hon sínar egnu bøkur. 

Sprotin skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum.

TÍÐSPUNKT: Sun. 19. november 2023, kl. 13.00
HØLI: Skálin
MÁL: Føroyskt

ÓKEYPIS

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?