Her eru tey trý: Jon Fosse høvundur, Marna Jacobsen týðari og Páll Danielsen, sum las ljóðbókina inn. Ein lýggjan, gróðurtungan 10. august 2013 gingu vit okkum út á Reyn og prátaðu, áðrenn vit fóru í Kaffihúsið at fáa okkum ein bita. Tá varð henda myndin tikin. Sprotin

Jon Fosse Nobel-heiðursløntur

Jon Fosse, sum í farnu viku fekk heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir, vitjaði Sprotan í 2013 í sambandi við, at Marna Jacobsen hevði týtt "Morgun og kvøld".

09.10.2023
Jonhard Mikkelsen

Í sambandi við vitjanina sendu vit klubbalimum hetta brævið í august (brot):

Kæru klubbalimir

Høvundurin Jon Fosse var her og vitjaði okkum eina viku í august, og hann skrivaði navn í allar klubbabøkurnar. 

Ein stak dámligur maður, áhugaður í øllum, ikki minst í søgu og eyðvitað føroyskum bókmentum. Hann er víða gitin høvundur, sum miðlar kappast um at fáa á tal. 

Vit ætlaðu, at gera eitt sindur burturúr og fáa nýggju týðingina á marknaðin, meðan hann var her. Men hóast vit royndu, var eingin fjølmiðil áhugaður í einum práti við mannin. Heldur eingin var áhugaður í at lesa bókina. So vit sleptu ætlanini, og hann slapp at ferðast leysur av øllum tílíkum skyldum.

Annað nýtt er, at vit hava bókina í pappíri, sum e-bok OG sum ljóðbók. Hetta er framleiðsla, ið vit royna fyri fyrstu ferð. Riggar hon, og ber hon seg fíggjarliga, fara vit í framtíðini at lata hesar tríggjar framleiðslur ganga hond í hond.   

---

Brot úr brævaskifti við Jon Fosse:

On 04-08-13 18:15, "Jon Fosse" wrote:

Beste Jonhard,
ja no nærmar det lenge påtenkte reisa vår til Færøyane seg, eg ser at det er kring ti grader – ein aldeles høvande temperatur for meg.

Vi kjem torsdag kveld, og tenkte å ta ein roleg dag i Torshavn på fredag. Om vi kunne treffast på ein eller annan kafé eller noko til dømes laurdag klokka tolv, og gjerne saman med Marna, så hadde det vore strålande.

Om det er interesser for intervju eller liknande, så kan eg stille opp
til det. Men fint om vi planlegg det alt no.

Alt godt,

Jon

---

4. aug. 2013 kl. 23:19 skrev Jonhard Mikkelsen :

Gott kvøld, Jon
Vit hava alt árið  8 +/- 3 hitastig. Vit ganga sjaldan í stuttum buksum og frysta sjaldan. Eitt sindur av regni dettur niður yvir okkum við hvørt eisini. So her er perfekt.

Bókin er klár, og hon er eisini lisin inn og verður givin út sum ljóðbók samstundis. Havi ein geyma (memory stick) við upplestrinum til tín. Eg havi kunnað fjølmiðlarnar um, at tú verður her, og at tey kunnu fáa eitt prát við teg.Vænti mær svar frá teimum í morgin.

Maðurin, ið hevur lisið bókina inn, kundi eisini hugsað sær, at heilsa upp á teg. Hann er sjónleikari, knýttur at Kringvarpi Føroya og eitur Páll Danielsen. Marna er sjálvskrivað.

Vit finna onkran hugnaligan krók í Havnini og seta okkum at práta leygardagin.
Gleði meg at hitta teg.

Vinaliga
Jonhard 

---


On 05-08-13 06:50, "Jon Fosse" wrote:

God morgon, Jonhard!
Ja vêrlaget på Færøyane høyrest perfekt ut for meg! Eg kan tola kulde godt, men for mykje varme slår meg heilt ut.
Stas at Morgon og kveld også kjem ut som lydbok!

Eg vil gjerne treffast også med Páll Danielsen. Så då treffest vi laurdag klokka tolv. Berre for å avtala ein plass å møtast – kanskje vi kunne treffast framfor kyrkja i sentrum?

Eg gleder meg til å treffast. Og til å få anda inn færøysk luft! Eg har reist både vidt og langt, men dette er fyrste ferda til Færøyane.

Alt godt, frå

Jon

---

Vit prátaðu nógv um nógv ymist. Vit tosaðu nógv um líkskapin millum nýnorskt og føroyskt. Í skrivliga samskiftinum helt eg meg til føroyskt, og hann til sítt mál, so lík eru tey.

Burtur úr øllum tí serstakliga áhugaverda prátinum við Jon Fosse var eitt, ið beit seg serliga fast.

Hann segði, at ikki fyrr enn hann viðurkendi sítt egna mál, sum málið, ið megnaði at siga frá øllum tí, honum lá á hjarta, fekk hann veruliga gongd á skrivingina. Tess djúpari hann fór inn í sítt egna málføri, tess meira tilvitandi hann varð um sítt egna mál, tess neyvari fekk hann sagt tað, ið lá honum á sinni. 

Við verkum, skrivað á hesum norska bygdarmálinum, hevur hann nú fingið heiðursløn Nobels í bókmentum. 

Enn eitt dømi um, hvussu djúpt málið stingur, og ein tanki, ið gongur ímóti tí, sum mangan verður sagt um okkara – at tað er ov føroyskt, ov sermerkt.

Nógvum dámar betur, at vit tynna okkara egna við fremmandum orðum og orðingum, so tað hóvar betur inn í okkurt nútíðarligt meginrák, men høvundaverkið hjá Jon Fosse er prógv um, at til ber at ganga øvuta leið og fáa væl burturúr.

---

Morgun og kvøld varð umrødd í Lesikrókinum í januar 2023.

 

09.10.2023
Jonhard Mikkelsen

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?