Eyðun Johannessen flutti mørk

Tá ið vit flyta mørk ella førka okkum, speireka vit fyrst tey, ið hugsa nýggju tankarnar, so berjast vit við nýggju meiningina og síðan verða mørkini flutt. Hetta hendir umaftur og uppaftur. Sama mynstur. Tá ið stikini eru flutt longur út, ræsurnar eru rúmkaðar, flyta vit tey ongantíð innaftur. Ongantíð.

05.09.2023
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát, Røður

Ofta er tað soleiðis, at tað er ikki fyrr enn ein tíð er umliðin, dysturin er vunnin og onkur trínur inn aftur á pall aftur seinni við somu gomlu áskoðanini, at vit veruliga varnast, hvar vit vóru, og  hvussu langt vit hava flutt okkum. Tann gamla meiningin er vilst í nýggju tíðini.
 
Eyðun gjørdi tað, hann setti sær fyri – hann setti spegilin upp fyri okkum, so vit varnaðust dáran, sum hekk fastur í ávísum fatanum, sum annars høvdu verið óbroytiligar, óreingiligar …. hann setti spegilin upp fyri okkum og læt okkum síggja okkum sjálv í øllum okkara útgávum  við lýtum sum dygdum, við døkkum og ljósum síðum, við fjákalótum og dyggum eginleikum. Hann setti sama spegil upp fyri okkum í Føroyum fyri hálvari øld síðan, sum leikhøvundar og leikstjórar hava sett upp fyri mentanir allastaðni í heiminum í øldir við júst sama endamáli.
 
Og undrið hendi – mørkini fluttu seg. Eyðvitað gjørdi Eyðun ikki tað einsamallur, tað var ikki bara sjónleikur, ið gjørdi tað, sanniliga ikki - men nýggju sjónleikurin gjørdi sítt stóra til nýggju broytingarnar.

Við fordómum og trongskygni er tað næstan sum við sambandinum millum trøllini og sev – trøllini toldu ikki, at tey sóust, tey runnu í stein – trongskygni tolir líka illa, at ljós verður varpað á tað – og sum frá leið fánaðu eisini fleiri trøll, og hóast umferðin av teimum hómast enn, so eru tey í hvørving. Trongskygnið dvínir sum ljósið gerst bjartari.

Sjónleikur er meistaraligt amboð til at fremja hetta bragd.
 
Eyðun hevur altíð verið her so ella so og gjørt dagin stuttligari – men nú síggi eg, hvussu ómetaligastóran týdning hann og hansara sjónleikur hevur havt fyri meiningar, hugburð og sjálvsfatan okkara – frá tí afturlatna, frá øllum tí, fjalt var í ymsum skápum, frá øllum tí, vit fluttu út av landinum, tí tann veruleikin varð ov skeiklaður at finna rúmd hjá okkum -  og nú til 2018, tá ið tað, ið var synd, ikki longur er synd, tað, sum var so ræðligt, als ikki er tað. 
 
Hann hjálpti okkum at hyggja beint inn í eyguni á trøllunum – og so mistu tey sjálvandi máttin, sum tey altíð gera, tí tey tola ikki konfrontatión.
           
At hugsa sær at fara at læra til sjónleikara seinast í 50unum…. Tað hevur kravt dirvi av heilt serligum slagi. Tá ið menn fóru til Grønlands at rógva út og saltfiskatrolarar loystu og settu kos móti New Fundlandi – fullfermdir av monnum, sum ikki mundu síggja so nógvar valmøguleikar - fór Eyðun á sjónleikaraskúla. 

Hvat mundu vanligir føroyingar hugsa um dreingin, ið fór at læra at spæla kommediu?

Tað mundi ikki bara vera tann eini klaksvíkingurin, ið segði: Áhhhh Harragud

Tað kravdi dirvi at bróta slóð, og tað var ikki gjørt, tí maður væntaði sær at gerast ovurhonds múgvandi av ferðini.

Hóast abbin hevði sagt honum, at Rock Hudson var millióningur.

Jonhard Mikkelsen, 2018

 

05.09.2023
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát, Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?