Sum hvalur, ið kemur upp at blása

Kvøða til Martin Næs, sum fyllir 70 ár í dag

09.07.2023
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Skaldið, yrkjarin og týðarin, sum altíð búði í landsbókavørðinum og stjóranum á mentamálaráðnum, men sum var fjøtraður í mong ár – kom brestandi undan kavi, nú hann smoygdi av sær umsitaran, varð pensjonistur, skifti gir og fór at virka burturav sum tann skapandi orðlistamaðurin, hann er og altíð hevur verið. 

Nú er hann ikki tann, sum fyrisitingarliga skal fáa mentanarligt virksemi at rigga, men ein, ið spjaðir sítt til ta skapandi listina. Martin Næs er loystur í tjóðri, og tað hevur Sprotin notið gott av.

Sum umsitingarstjóri hevur hann hildið røður og fyrilestrar og framløgur, hann hevur latið framsýningar upp, hann hevur umboðað okkum í mentamálum úti í heimi, umboðað Føroyar í útlondum, arbeitt við sáttmálum og sitið í beinhørðum samráðingum, hann hevur eisini fagnað sínum starvsfólkum og teimum, ið sótu fyri stovnunum. Virkisøkið var ábyrgdarfult og stórt, og hann var altíð í sving við at loysa mál og skapa trivnað. 

Hann skuldi javnviga ímillum at vilja øllum væl og kenna veruleikan innan fyri teir karmar, ið politikarar góvu honum at virka innan fyri

Hann hevði altíð fyri stavn at menna føroyska mentan á øllum økjum og lætta um, tá ið tað tóktiskt tungt at fáa góðar hugsanir ígjøgnum.

Hann var hampiligur og avgjørdur og samstundis fjálgaði hann altíð um við sínum orðum. 

Fyr tveimum vikum síðan hátíðarhildu vit, at 50 ár vóru liðin, síðan vit tóku studentsprógv. Fyri 53 árum síðan hittust vit fyrstu ferð í Hoydølum. Og hesi 3 árini knýttu vit vinabond, sum ongantíð slitnaðu, tó at vit ikki hava dálkað gáttina hvør hjá øðrum. 

Og hetta kvøldið fer hann í veitslu – ikki sum vit onnur, ein whisky ella tveir niðurum og so improvisera alt gildið. Nei. Hann hevur hugsað um veitsluna, hevur skrivað eina góða røðu og yrkt ein stuttligan sang, sum lítur aftur á tey trý árini fyri 50 árum síðan. Orð, sum fáa løturnar at birtast aftur, orð, sum fáa okkum at flenna eftir farnum løtum. Hann er framvegis umsitarin við ábyrgd fyri at alt riggar, sum tað skal. Men nú vinnur skaldið á tænastumanninum, og tað sleppur Sprotin at njóta væl av.

Í roynd og veru er Martin einki broyttur, bara eldur og hevur nú ein førning, sum eitt langt, krevjandi lív gevur einum menniskja. 

Hetta dugnaliga, friðarliga arbeiðsgrevið hevur givið 12 verk út bara á Sprotanum – umframt álit og frágreiðingar og útgreiningar og so mangt annað, ið hvílir seg í djúpum skuffum á landsins hægstu rókum. Tvær stórar bøkur leggur hann eisini úr hondum í heyst og loyvi til ta triðju stóru er fingið til vega. Hann hevur saman við Tóru týtt fleiri túsund síður seinastu fáu árini. Hann hevur bregdað hesar túsund síðurnar av fremmandum teksti inn í føroyskt, og tað ger mun.

Eyðkent fyri henda spaka mannin er, at hann uttan at garta nemur við ógviliga viðkomandi evni og snarar teimum so passaliga á, at kjarnan liggur ber. Hann snarar øllum á við hegnisligum orðapæli, sum avdúkar so mangt.

Hann ger mangan sínar stuttu niðurstøður sum, at vit “hugsa meira um skinnið á nøsini enn um skilið í landinum.” Og “lýsir eftir fólki ið hevur eina meining ímillum valini.

Hann sigur sína hjartans meining beinrakið. T.d undrar tað hann, at øll, sum alsamt tosa um góðsku í øllum, tosa um tað á so vánaligum føroyskum máli, at eingin góðska er í.

Hann kennir valdið innanífrá og sær mangan málini úr tí vinklinum.

Viðkomandi samfelagssspurningar, viðmerkingar til avgerðir, ið ikki royndust væl, prik til tað, vit gjørdu upp á gjøt, og hvussu tað kennist at liva í einum heimi, har tú ikki hevur tamarhald á nøkrum. Til dømis hetta brotið

Meðan fjøllini rapla
og flotin fer av knóranum
reika vit land úr landi
og keypa gras og hoyggj
í staðin fyri
traðirnir
vit tóku til vegir
í staðin fyri moldina
vit stoyttu á sjógv

Eyðsýnt er, at Martin speiskliga lýsir, hvussu menniskjaligu sambondini tynnast, hvussu vit góðkenna avgerðir og skipanir uttan at seta ein tann einasta viðkomandi spurning, um tær eru góðar ella rættar.

Hann kann t.d. greina eina grundleggjandi samfelagsbroyting soleiðis:

Virkisskráin og gjaldførið
sum endurspeglaðust í
kontrabókum og blikkpengum
á einari mjølutari skivu
í krambúðini 
eru nú flutt á altjóða gjaldoyramarknaðin
har dagsins upphæddir sveima íkring
á telduskíggjum
sum himmalhøgar upphæddir
ið skifta eigarar fleiri ferðir um dagin.

Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti, gamli vinur. Takk fyri langt og gott vinalag og langt og gott samstarv. Eg ynski tær og tykkum mong góð ár og vóni, at tú heldur mong ár aftrat, ikki minst tí tú saman við Tóru ert vorðin ein av høvuðstáttunum í teimum veirum, ið halda Sprotanum saman.

09.07.2023
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?