VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge

Mánadagin 6. november gevur Sprotin út nýggja bók, sum Uni Arge hevur skrivað. ”Sumt er satt. Annað er íspunnið við íblástri úr veruleikanum,” skrivar høvundurin á fyrstu síðu, og so byrjar ein hugtakandi frásøgn um tað, vit altíð tosa um: Veðrið! 

05.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini.

Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna.

Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.

Veðursjúkan, ið altíð skundaði undir hansara sorgblíðu sinnisstøðu, er í ferð við at menna seg til veðurræðslu. Ræðslu fyri dómadegi.

Undir skallabeininum berjast tó ein ungur og ein eldri maður um valdið á honum. Tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er í líkasælari javnvág.

Veðursjúka verður á marknaðinum mánadagin 6. november.

...

Brot úr bókini Veðursjúka

”Sjálvur minnist eg, at eg sum smádrongur elskaði mjørka. Mær dámdi so væl friðsæluna og lúðraljóðið, tí tey vóru so hugnalig. Mjørkadagar vóru sum stillir sangir, ið mjúkliga sníktu seg inn á meg og skaptu ró í míni sál. Tað var ikki, fyrr enn eg hoyrdi onnur siga, at mjørki fekk sinnið at sortna, at eg fór at ivast í mínum mjørkaalski. Sum eg eldist, vann hendan hugsanin frama í mínum høvdi, og eg fór at kenna ampa á mær, tá pollamjørkin sást í fjørðinum. Frá snimma á morgni stardi eg út á fjørðin at vita, um mjørkin kom skríðandi niðan ímóti býnum, tók okkum í sín kjaft og svølgdi okkum restina av degnum. 

Hesin vinur mín, mjørkin, var vorðin mín fíggindi, tí eg hevði latið meg ávirkað av hansara ringa umdømi. Nú eg var hoknaður undir trýstinum, helt eg sum tey dapurskygdu, at mjørkin oyðilegði tilveruna. Hetta gekk eg so hvørt ár og gákaði sum høvuðleys likka saman við øllum hinum høvuðleysu mjørkahatandi likkunum. 

Kortini visti eg, at mjørkin var mær kærur, tí eg hevði mangan kent, at eg treivst í sorgblíðari sinnisstøðu. Sorgblíðar kenslur góvu mær hvíld, og tær løturnar, eg slapp at vera í friði í hesi støðuni, skapti eg mest. Eg fekk sett orð á mítt takksemi um tey, eg hevði kring meg. Á vakurleikan í tilveruni. Á undranina um at vera ein fatandi vera. Í míni hvíld, ið var mjúk sum mjørkin, var takksemið sum tokulúðurin. Ein djúp murran av vælveru.”

05.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?