ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM

So er frítíðin av á hesum sinni, og alt finnur sær sítt rætta stev aftur. Eisini ORÐ&TÓNAR á Reinsarínum ressast við.

21.08.2023
Sonja Kjølbro
Orð og tónar

Tann 24. august kl. 20 verða tvær nýggjar bøkur á skránni.

  • Rakel Helmsdal hevur skrivað nýggja skaldsøgu: Dreymsótt.  Sámal Soll prátar við Rakel um bókina.

  • Martin Joensen verður 70. Í tí sambandi geva vit út savnsverk við hansara sangum og løgum í hálva øld. Suni Merkistein prátar við Martin.

  • Hallur Joensen, sum hevur havt nógv samstarv við Martin, eigur tónleikin hetta kvøldið, og hann tulkar nakrar Martin Joensen sangir

Kom oman á Reinsaríið og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki.

Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna.

ORÐ&TÓNAR á Reinsarínum hóskvøldið 24. august kl. 20.

21.08.2023
Sonja Kjølbro
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?