Jonhard Mikkelsen 70 ár
Hin 11. desember verður hann sjeyti, mæti bókamaðurin í Vestmanna, sum altíð verpur okkum okkurt spennandi egg.
Eitt eru bøkurnar, ið koma út í stríðum streymi og hava gjørt tað í fleiri ár. Ótroyttiligur sum rákið í Vestmannasundi gongur hann bæði við og ímóti streyminum fyri at fremja allar sínar ætlanir.
So eru tað orðabøkurnar, hesin gripur, sum er komin almenninginum til góðar - ikki bara okkum her í Føroyum, men eisini fólki aðrastaðni.
Á ólavsøku í ár hevði besta og størsta eggið, Sprotin, eisini rundan føðingardag, so í veruleikanum er talan um 100 ára føðingardagshald í Løkshøll sunnudagin 3. desembur kl. 16.00.
Hjartaliga vælkomin til føðingardagshaldið, har vit við orðum og tónum fagna sprotunum báðum.
Neyðugt er við tilmelding: (https://loksholl.atgongumerki.fo/webshop/event/2388014/order/info)