Forkunnigar myndir við 11 av teimum fyrstu 16 niðursetufólkunum í Rituvík.

Bókin um Rituvík

- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16

24.04.2024
Sprotin
Bókaprát

Tiltakið fevnir um røðu, framløgu, prát, tónleik og felagssang. Høvi verður at keypa bókina. Eftir tiltakið verður kaffi at fáa í kantinuni.

Bókin er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Talan er um eina ættarsøgu, sum greiðir frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar.

Bókin er partur av lívsverkinum hjá Thorleifi Hansen í Saltangará, sum hevur ættarbond til húsini Uppi á Tipp. Hann hevur meginpartin av lívinum savnað inn upplýsingar um sína egnu ætt, men eisini aðrar.

Mett verður, at út ímóti 10.000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík.

Hjartaliga vælkomin til framløguna fríggjadagin 26. apríl kl. 16 í Løkshøll.

...

Úr bókini:

Í 2023 vóru 150 ár liðin, síðani fyrstu fólkini settu búgv í Rituvík. Føðingardagurin er ikki farin aftur við borðinum í gloymsku. Ársdagurin í 2023 hevur verið hildin á ymiskan hátt, m.a. við stórum bygdardegi, forvitnisligari filmsframvísing og stásiligum hátíðarhaldi í Eggvirkinum fyri øll húski í Rituvík. Jólaaftan 2023 var hátíðargudstænasta í Rituvíkar Kirkju, tí júst henda dag vóru tað liðin 150 ár síðani, at Per og Nicolina Højgaard sum tey fyrstu settu búgv í Rituvík jólaaftan í 1873.

Nú kemur so enn ein varði á hátíðarleiðini, henda bók um fólk og hús í Rituvík, frá niðursetu til okkara tíð. Bókin kemur út í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík 2024.

Mett verður, at út ímóti 5.000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík. Greinarnar fara í allar ættir í Føroyum. Lesarin av hesi bók upplivir, at byrjað verður í Rituvík, og knappliga eru vit vesturi í Vágum, á Skála, í Havn, á Toftum, í Fuglafirði, á Tvøroyri, ja runt allar Føroyar – og eisini farin til fjarskotin lond sum Avstralia, Kanada og Amerika.

Henda bók er partur av lívsverkinum hjá Thorleifi Hansen í Saltangará. Hann hevur meginpartin av lívinum savnað inn upplýsingar um sína egnu ætt, men eisini aðrar. Hansara ættargransking hevur serliga snúð seg um syðru helvt av Eysturoynni. Til dømis er tilfarið til triðja bind av ættarsøguni fyri Nes kommunu savnað av Thorleifi.

Thorleif hevur ættarbond til húsini Uppi á Tipp í Rituvík, sum verður roknað sum sætta húsið av teim fyrstu átta niðursetuhúsunum í bygdini.

Endamálið við hesi bók er ein roynd at greiða frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast og búgva í hesum húsum, og ikki minst hvat bleiv av teimum og teirra, ið fóru av bygdini. Bókin er í stóran mun eisini til komandi ættarlið – ikki bert okkum núlivandi.

Tilfarið til hesa ættarsøgu er savnað í pørtum. Árini 2000-2002 var tilfarið um hús upp til umleið 1960 savnað og skipað. Tey nýggjaru húsini frá 1960 til 2012 vórðu savnað og skipað í 2012. Restin er komin seinni.

Keldurnar eru kirkjubøkur, manntalslistar, kirkjugarðsbøkur, bygdarsøgur, tilfar í kvøldskúlanum, greinar úr bløðum og tíðarritum og mong ymisk heimildarfólk.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Thorleif sjúkur. Tí hava Ragna Johansen, systir Thorleif, og Dánjal Petur Højgaard, eisini ættaður úr Rituvík og ein av stigtakarunum til hátíðarhaldið Rituvík 150 ár, hjálpt til við at dagføra tilfarið hjá Thorleifi um hús og fólk í Rituvík 1873-2023, saman við Hansy Skarðsá. Kartin Leitisstein Hansen er komin til móti endanum sum ritstjóri og hevur greitt handritið til prentingar. Øll hesi fýra hava beinleiðis ættarbond til fyrstu niðursetuhúsini í Rituvík.

Fyri at fáa so neyva og rætta mynd av ættarsøguni í Rituvík, sum til ber, hava fólk úr teim ymsu ættargreinunum hugt sína grein ígjøgnum, og út frá hesum er nakað lagt aftrat, broytt og rættað. Roynt hevur verið at tryggja, at alt er komið rætt fyri, og at tað mesta av ættarsøguni er komið við. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvat hesi fólk hava lagt dent á, men bókin fylgir í stóran mun tí leisti, sum Thorleif hevur havt.

Bókin er skipað í tríggjar yvirskipaðar kapitlar – 1. Tey fyrstu átta húsini, 2. Annað ættarlið tekur við, 3. Rituvík í dag, har vit nevna tey hús, har fólk búgva fast. Onkuntíð hava vit valt at endurtaka ættargreinar í bókini, har tað gevur meining. Í øðrum førum vísa vit til ættargrein aðrastaðni í bókini. Vit hava roynt at gjørt bókina so lætta at lesa sum til ber.

Tað er púra ógjørligt at sleppa undan, at onkrar villur og gloymskur sníkja seg inn í so rúgvis­mikið tilfar sum hetta. Ein slík bók verður ongantíð liðug – og ongantíð púra lýtaleys. Aftast í bókini hava vit gjørt ein frymil, har lesarin sjálvur kann gera tillagingar og skoyta upp í sína ættar­grein.

Bókin endar við navnalista, sum vísir til blaðsíður í bókini. Leisturin fyri navnalistan er tann, at nøvn frá fyrsta til triðja ættarliði í eini ættargrein eru sett inn í navnalistan. Fyri tey fyrstu tvey liðini er hjúnafelagi eisini við. Fyri triðja. lið er bert navn á barni nevnt. Lesari, ið gjarna vil finna seg í bókini, men kanska ikki stendur í navnalista, kann miða eftir eldri ættarfedrum og leita har.

Vit hava – saman við nógvum góðum hjálparfólki – roynt at gera hesa bók so fræga sum til ber, og vit takka øllum, sum hava veitt eina hjálpandi hond til at fáa bókina klára til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu í 2024. Ein serlig tøkk til Bjarka Bjarkason Skaale fyri rættlestur, og Elnu Johannesen fyri myndir í triðja kapitli. 

Vónandi taka bæði núlivandi og komandi ættarlið væl ímóti bókini.

Tollaksmessudag 23. desembur 2023

Kartin L. Hansen (ritstjóri), Hansy Skarðsá, Ragna Johansen og Dánjal Petur Højgaard

(Hansy er ættað úr 1. og 5. húsi, Dánjal Petur úr 1. húsi, Kartin úr 2. húsi og Ragna úr 6. húsi)

 

24.04.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?