Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Edvard S. Olsen hevur týtt 6-7000 síður av dygdargóðum bókmentum til føroyskt fyri Sprotan síðan 2011.
Edvard S. Olsen undirvísti á Eysturskúlanum og plagdi at týða eitt sindur framíhjá. Heimurin hjá Suffíu eftir Jostein Gaarder mundi vera tann kendasta.
Fyri 12 árum síðan ringir hann til mín. Práta aftur og fram, og hann sigur mær, at hann kundi hugsað sær at farið at týtt meira, nú hann hevur betri tíð. Tað er gamaní.
Hvat skal eg týða? spyr hann.
Kirsten Lavransdóttir var svarið.
Hann hevur eyðvitað drigið á bæði í nakrar dagar, tí hetta var stórur biti. Men hann fór til arbeiðis og longu í 2013 kom triðja bind av stórverkinum út. Hann hevði flutt 1500 vakrar síður eftir Sigrid Undset inn í føroysk. Tað var hugaligt at hoyra, hvussu hann neyt hetta ítrivið, og hvussu hann gleddist um løturnar, tá ið teksturin sat, sum hann skuldi.
Soleiðis kom Edvard inn í Sprotan og hevur frá fyrsta degi verið ein høvuðsmáttur í øllum okkara týðaravirksemi.
Og hann fekk ikki afturhald. Hann týddi tey bæðini bindini av Sverra kongi, ið Finnbogi Ísakson ikki náddi at gera liðug. Hann fullfíggjaði stórverkið um August eftir Knut Hamsun, sum Hans Thomsen hevði týtt. Seinni fór hann undir stóra bókaverkið Drúgva ferðin eftir Jóhannes V. Jensen. Og so komu allar hinar ein fyri og onnur eftir.
Eg eri púra ovfarin av tí orku og seiggi, hesin maðurin eigur, tí fá munnu vita, hvussu strævið tað er at sita og týða fleiri hundrað síður, sum nú teljast sum fleiri túsund.
Edvard hevur týtt 6-7000 síður av dygdargóðum bókmentum til føroyskt síðan 2011 umframt tað, ið hann hevur týtt fyri Máltænastuna, og tey handrit, hann hevur ritstjórnað.
Verkini, ið Edvard hevur týtt og standa sum varðar um hansara ár sum skapandi pensionistur, eru savnað her niðanfyri.