BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl

Søgan um Sannu Dahl er søgan um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld, og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Bókaframløga: Sanna Dahl
BÓKADAGAR 2023
Ársins Bókadagar bjóða hervið til eina heilt serligu løtu um ævisøguna hjá Sannu Dahl. Tiltakið verður skipað sum prát millum ommudóttrina, Sannu Andrassardóttir Dahl, og feðgarnar, Flóvin Tór Nygaard Næs og Martin Næs, ið hava skrivað bókina Læknin ein og hundraðtals hermenn. Tey trý kenna bókina best og kendu konuna serliga væl.

Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni.

Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgnum, millum annað um spentar støður í útlondum undir 2. heimsbardaga og um sjaskutar túrar við sjúkrahúsbáti í Norðoyggjum.

Bókin um Sannu er skrivað eftir samrøður við høvuðspersónin sjálva, men byggir eisini á tað rúgvusmikla brævasamskiftið, sum Sanna hevði við familjuna.  

Sprotin skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum. 

TÍÐSPUNKT: Ley. 18. november 2023, kl. 14.00
LONGD: 45 min
HØLI: Skálin
MÁL: Føroyskt

ÓKEYPIS

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?