FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023

Nýggja KOKS-bókin, FØROYASMAKKUR – er kosin at vera ein av heimsins flottastu kokkabókum í 2023. Nógvar túsund bøkur vórðu sendar inn til kappingina úr øllum heiminum. Tann føroyska stóð seg stinn í kappingini.

06.06.2023
Sprotin
Bókaprát

Bøkurnar vóru flokkaðar neyvt. FØROYASMAKKUR vann tvey heiðursprógv millum allar tær nógvu.

Hon fekk fyrstu heiðursløn fyri bestu matmyndirnar millum allar tær mongu tusund bøkurnar. Heiðurin fekk danski myndatakarin Claes Beck Poulsen, sum hevur arbeitt saman við KOKS og Johannes Jensen í mong ár.

FØROYASMAKKUR fekk eisini 2. heiðursløn fyri “Bestu norðurlendsku bókina” – millum allar tær mongu úr Norðurlondum. Poul Andrias Ziska, sum nú er farin til Grønlands við KOKS, verður mettur sum ein sannur gandakallur at gera burtur úr tí tilfeingi, sum er í okkara parti av heiminum.

Tiltakið var hildið í Umeå í Svøríki í farnu viku. Nógv fólk, nógv hávastak – men tann føroyska smæddist ikki burtur, og Johannes, stjóri á Gist og Vist, kundi fattur fara á pall og fáa prógvið….best in the world handað.

Her er filmurin, ið umboðaði KOKS, við myndum úr frágerðarvøkru bókini, har koksast hevur verið fyri hvørjum smásmásmásmáluti.

 

06.06.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?