Sum upphiting til Bókadagar í Norðurlandahúsinum og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin 16. november kemur ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi á vitjan til Føroya. Batzer

Rithøvundavitjan úr Íslandi

Ein av virknastu prosahøvundunum í Íslandi, Jón Kalman Stefánsson, vitjar á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum og í Glyvra Kirkju á íslendska móðurmálsdagin 16. november.

07.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Sum upphiting til Bókadagar í Norðurlandahúsinum og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin 16. november kemur ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi á vitjan til Føroya.

Talan er um 59-ára gamla Jón Kalman Stefánsson úr Reykjavík.

Ein rithøvundur, tveir týðarar og tríggjar bøkur á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum

Tiltakið í NLH verður 16. november kl. 17.

Jón fer at siga frá sínum skaldsøgutríverki Himmal og helviti (útg. 2022), Harmur einglanna (útg. 2023) og Hjarta mansins (útg. 2023), ið Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt til føroyskt. Tey fara at tosa við rithøvundin. Umframt fer Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.

Rithøvundakvøld í Glyvra Kirkju

Í sambandi við vitjanina og Bókadagar, verður eisini tiltak í Glyvra Kirkju hóskvøldið 16. november kl. 20.

Á skránni fyri tiltakið fer Jón Kalman at lesa nøkur úrvald brot úr tríverkinum á íslendskum og Martin Næs fer síðan at lesa sama brot á føroyskum. Ímillum upplestrarnar fara Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti at framføra nøkur viðkomandi løg til høvið. 

07.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?