SANNA DAHL
Kom oman á Reinsaríið fríggjadagin 3. november kl. 16.15. Tá verður ævisøga um Sannu Dahl lækna løgd fram – hon eitur "Læknin ein og hundraðtals hermenn SANNA DAHL".
Løtan verður, sum vanligt er, skipað við tónleiki og samrøðum.
Ævisøguna um SANNU DAHL hava feðgarnir Martin og Flóvin þór Nygaard Næs skrivað.
Søgan um Sannu Dahl er søgan um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.
Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni.
Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir 2. heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum.
Bókin um Sannu er skrivað eftir samrøður við høvuðspersónin, men byggir eisini á tað rúgvusmikla brævasamskiftið, sum Sanna hevði við familjuna.
Anna og Angelica geva okkum tónleikin á tiltakinum.
Gev tær stundir eftir loknan arbeiðsdag, og áðrenn tú fert til hús, at njóta eina góða løtu á Reinsarínum.