FRITS livdi og fagnaði lívinum

Í myndunum fóru menn í grind við harmoniku, meðan hvalirnir dansaðu um bátin.

Hann plagdi at seta altarborðini niðan á Skálafjall, og har uppi sótu eisini kamartónleikarar og bregdaðu tónleik inn í fagrar líðir, mosa og krákuber.

Hann hevði gjørt av, at 80 ára dagin í 2024 skuldi lagkøkan vera formað sum ein stór, grøn krokodilla.

Men hann náddi ikki dagin.

15.12.2023
Jonhard Mikkelsen
Hugleiðing, Ymist

Hann stjórnaði kórum, fekk bygdina at syngja, setti sangleikir upp, sang við stórkórum, komponeraði, skrivaði ummæli og greinir og málaði lívsjáttandi, litfagrar myndir.

Hann fylgdi við øllum mentanarligum virksemi í landinum. Spardi ikki at eggja til og stimbra listasálir og ummæla og fara á framsýningar og konsertir. Gjørdi alt, sum gjørligt er, at fjálga um.
 
Men nú náddi hann ikki longur.
 
Frits var ein skemtiligur maður. Hann átti eina ær, sum kom oman ímóti køksvindeyganum hvønn morgun klokkan sjey. Hon kom at lurta eftir andaktini, segði hann. So hugdu tey bæði alskin hvørt upp á annað, meðan sálmurin varð sungin – so hon til fjals aftur.
Helst eindømi, men hetta var ein av teimum søgunum, honum dámdi so væl at taka afturí aftur við einum stórum smíli. 
 
Og tað eru ikki so fáar søgur, sum hann visti at siga frá á sínum langa gongutúri sum bygdarmaður, sum lærari, sum seyðamaður, sum kórleiðari, sum málari.
 
Hann kundi fylgja eini tónarás frá tí, hann sang hjá Herlufi Berthelsen, til hann sjálvur stjórnaði kóri. Hann kundi gera ferð gjøgnum søgurnar um seyðin og fjalldagar í Halgadali og Góðadali og Klemmuni, søgurnar um Alexandur Abrahamsen og Arnold Øre, løturnar saman við Hans Olafi og øllum hinum vinmonnunum – hansara gudsvinum. Um dussarnar, teir fingu sær í Bispagarðinum millum ár og dag.  Øllum hesum segði hann mær frá, tí hann var eitt fjøltáttað menniskja – ein fjøltáttaður bygdarmaður.

Hann málaði eisini teinin, hann gekk, og hann málaði teir tankar, ið mangan fyltu hugan hesi mongu árini. Endurspeglingar av hesum tonkum hanga nú spjaddar um alt landið.
 
Tey, sum eru góð við okkara land, teimum, sum dámar væl at búgva her, tey eiga evnini at fylgja við árinum, sum tað skiftir lyndi. Duga vit ikki at laga okkum eftir ársins lyndi, er ilt at trívast her. Frits dugdi tað – hann fylgdi ársstevinum, og við tí hugburði, ið Frits hevði til lívið, tilveruna, medmenniskju og land, sýnti hann ein tokka til alt.
 
Eitt konufólk, sum liggur á eini fjallarøð – nakið við eini sello millum lørini og strýkur hesum ediliga tóli – er eitt tað allarbesta myndevnið, Frits hevur málað. Ella tá ið hon spælir violin – spilnakin – og hann situr og spælir harmoniku í skipstroyggju. Eingin annar brúkti hesi myndevni. Eingin annar enn Frits.

Hetta var egið, hetta var hansara, og hetta spratt úr einum grundleggjandi kærleika til alla tilveruna. Ikki minst kvinnuna og tað sansaliga.
 
Tá ið eg tosaði við Frits, tosaði hann eyðmjúkur um undrið í skapanarverkinum, um margfeldið í tí lítla landinum, og hann tosaði um øll tey, ið komin vóru úr smáum plássum og úr smáum korum um alt landið og høvdu kortini fingið eyga á tað alheimsliga í tilveruni.
– Vit mugu ongantíð gloyma tað fólksliga í listini, segði hann. Vit mugu ikki bara dyrka tað akademiska, so gott sum tað kortini er – gloym ikki, at tað er úr mannasálini, at øll list er sprottin – ikki universitetunum.
 
Frits sendi Sprotatíðindum nógv tilfar millum ár og dag. Her eru tvey smá brot úr tí rúgvuni, sum siga, hvussu hann hugsaði.
 
Ein dagin er Frits á veg til Havnar og skrivar:
 
Fert tú út um Syðrugøtueiðið, liggur Skálafjørðurin sum ein vøgga fyri tær. Barn, sum liggur og pliar í vøgguni, sær ljós á hvørjum fingri, og soleiðis kanst tú síggja fjørðin t.d. tíðliga onkun morgun, tá ið sólin hevur fingið fastatøkur á fjarðarvatninum uttast við. Smátt ljós skyggir við fjarðarmunnan og floytir sær á smáum aldum slíkan morgun. Tað er munur á og so at hava veðurgrátt um teg allastaðni. Soleiðis er hetta landið, sum goymir at so nógvum ljósi, at tað er torført at seta orð á, men grátt ...
 
Soleiðis tosar bara ein myndlistamaður.
 
Fyri at koma burtur úr hesum køvandi, lagliga doðaveðri fór eg inn til Miu mostur í Ansastovu at fáa mær ein morgunduss. Her var títt upphav í móðurlegg, og stóð Mia mostir ljóslivandi við slagborðið og segði: ”Tú ert ikki neyðsendur í morgun, tú brosar so!” Tað var, eins og alt loysnaði upp fyri tær henda gráa morgun. Bara hoyra Miu tala var ein opinbering. Tú vart frelstur undan tí grábeinta ljósinum, sum nú lá í andaleypi á trappusteininum.
 
At hugsa sær, um vit øll vóru so livandi við so opnum sonsum?
 
Upp undir jól skipaði Frits fyri jólahugna í kirkjuni, og – lærari sum hann var – bregdar hann Fuglafjørð og fuglfirðingar inn í evangeliið og sigur í einum parti:
 
Veðrið var so frágera gott jólaaftan hetta árið. Alexandur Abrahamsen og Arnold Øre vóru farnir yvir á Góðadal at hyggja til seyðin. Gamalt var í Góðadali at fara yvir at grava út úr bólum og húsum upp undir jól. Seyðurin skuldi hava tað gott um jólini. Soleiðis varð eisini gjørt hetta árið. Arnold Øre og Alexandur Abrahamsen vóru komnir til bólið við Kálvaslætta. Seyðurin lá kvirrur hesa Harrans løtu og jótraði á tí víðu fløtuni í Føroya vakrasta og breiðasta dali.
 
Alt í einum stóð Harrans eingil hjá teimum; dýrd Harrans ljómaði um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. Men eingilin segði: Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.
 
Arnold og Alexandur hugdu hvør upp á annan og undraðust. Teir hildu, at vert var at fara at taka seg niðanfrá aftur og leggja leiðina aftur til Fuglafjarðar. Teir løgdu so leiðina upp ígjøgnum Smørstíggj, upp í Ryskihjalla og upp um Háls.
 
Tað var ein føgur sjón, sum møtti teimum júst í tí løtu, teir komu upp um Háls. Tá sóu teir eitt ljós, sum skygdi um allan Fuglafjørð. Ljóskeldan kom undan Luftbrúnni á Stórubrúgv, sum goymdi at einum ovurviðkvomum ljósi, sum hvørgin teirra hevði sæð áður.
 
Hesir báðir hirðar fóru við skundi norður á Brúnna og funnu øll trý: Mariu, Jósef og barnið og tilbóðu tað. 
 
Soleiðis ger ein meistari. Bara ein meistari, sum býr í síni bygd saman við sínum og er góður við tey. Kennir hvørja kleyv, kennir hvørt staðarnavn, elskar sínar ær og hevur fylgt við allari samfelagsmenning í mong, mong ár. Sum eisini í sínum eldhuga røkk út um bøgarðarnar og á sinni læt Sprotanum málningar í ovfarakæti um, at nú var ein smiðja fingin at virka, sum fór at gera málsliga stríðið lættari hjá lærarum og øllum øðrum. Hann vildi vísa sítt takksemi og eisini lætta um hjá okkum.
 
Vit sprotar goyma Frits væl í hjørtum okkara.

15.12.2023
Jonhard Mikkelsen
Hugleiðing, Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?