RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hesi sjálvi høvdu valt. Eitt kvøldið var tað føroyskur lyrikkur, og luttakarin var ein ungur læraraskúlanæmingur, sum sýndi, at hann hevði eina stóra vitan á hesum øki. Læraraskúlanæmingurin var Heðin Klein, sum vælnøgdur kundi fara úr útvarpsstovuni, tí hann svaraði øllum spurningum lýtaleyst.
Minnist, at eg sat sum undir lestri, tí eg hevði stóran áhuga í bókmentum, men hevði um somu tíð rættiliga avmarkaða vitan um føroyskar yrkingar. Tá ið Býarbókasavnið stutt aftan á læt upp, arbeiddi eg har, og javnan kom ein ungur maður á gátt og lænti at kalla bara yrkingasøvn. Tað var avgjørt ikki vanligt, men hesin maðurin var heldur ikki nakar miðallánari, hetta var tann lyrikkøni Heðin Klein.
Heðin Klein (1950) er uppvaksin við Gjógv, útbúgvin lærari, var í starvi á Sandi 1972-1983 og síðani í Havn. Fór sum blaðungur upp í politikk og kom sum 24 ára gamal í løgtingið fyri tjóðveldisflokkin og bleiv nøkur ár seinni landstýrismaður. Árini 1998-2006 var hann leiðari av Skúlabókagrunninum. Tað tykjast at vera tríggjar høvuðslindir í lívinum hjá Heðini: skaldskapur, politikkur og skúlaskapur. Hesar lindirnar líkasum umskarast og hava skiftandi týdning gjøgnum hansara lív, men allar eru har øll árini.
Regin Dahl er gitin fyri teir sjáldsomu titlarnar á sínum yrkingasøvnum, men eisini aðrir føroyskir høvundar royna seg í hesi ítrótt. Heðin Klein er ein teirra, og fyrsta savnið hjá honum hevði tað tølandi heitið Væmingar og vaggandi gjálv. Tey næstu søvnini høvdu stuttar, men ikki sørt forvitnisligar titlar: Strandvarp, Ljóðsins ljóð, Veggjagrøs. Hesi hálvavegna lítillátnu heitini fær kanska onkran at hugsa, at tað snýr seg um eitt slag av ritroyndum, og at høvundurin umber seg at leggja tær fyri lesaran. Soleiðis er tað als ikki, tvørturímóti er innihaldið í hesum søvnum í mangar mátar fullborið, og málið er sum høgt í klettin. Evnini at eygleiða lív og natúru og so tað einastandandi málsliga hegnið er sermerkt gjøgnum allan skaldskapin hjá Heðini, og er eisini støði undir hansara mongu týðingum.
Tey seinnu árini er Heðin Klein farin inn ella út á eina kanningarrás. Tað orðið upp á 83 blaðsíður er ein long yrking, og sum skaldið sjálvur sigur, man hon, tá ið kvæðini eru frá, vera ein hin longsta, sum er upprunayrkt á føroyskum. Tað er ein rannsókn at finna akkurát "tað orðið", sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal. Savnið Mær er so ymiskt er í einum listinlærdum bygnaði, har orðið "tað" gongur aftur og kann lesast sum orðið ella orðini, ið á allar líkligar og ólíkligar mátar gera vart við seg. Savnið er eitt spennandi og øðrvísi savn í føroyskum høpi.
Tað óvanliga við yrkingasøvnunum eftir Heðin Klein er, at tey ikki vikna, so hvørt sum høvundurin eldist, men tvørturímóti styrkna og blíva enn meira spennandi enn áður. Eg kann bara koma í tankar um ein føroyskan høvund, sum eisini skrivaði betri og betri bøkur, sum árini liðu, og hann eldist, og tað er William Heinesen.
Jógvan Isaksen
....
Nýggjasta savnið eftir Heðin M. Klein er júst komið á marknaðin
Tittulin á nýggja yrkingasavninum eftir Heðin Klein, Vit skulu upp og avstað, ger vart við ta skundan, sum er so eyðkend í nútímans samfelagnum. Vit hava ofta ein tílíkan hast, at vit hava ikki stundir at hugsa okkum um. At alt skal henda í einum farti verður drigið fram í fleiri yrkingum og tikið fram um eina vertikala uppseting við bara einum ella fáum orðum í hvørjari reglu. Í framhaldi av hesum tankum verður spurt, hvat tíð í veruleikanum er, og svarið er, at tíðin líkasum broytist og sveiggjar óstøðugt aftur og fram. Hon er ikki soleiðis at fáa takholt á. Hesum á baki verður víst á, hvussu hugtøk og mótsetningar um tíðarinnar tøkni verður vavt upp í ein ellubita, so tú hevur ikki "ánilsi av / hvør ið er hvat".
Eftir at hava sett eitt vet inn á samtíðina og hennara avbjóðingar, fer Heðin Klein yvir í eitt evni, sum hevur hugtikið hann síðani fyrsta yrkingasavnið Væmingar og vaggandi gjálv 1969: natúran og tokkin hann hevur til hana. Hásummarnáttin og summarløtur verða hálovað, men so ger tann ljóti veruleikin vart við seg í eini yrking við undirtitlinum "hópgrøv", og her verður gjørt sum tær tríggjar apurnar: síggja einki, hoyra einki, siga einki. Í teimum næstu yrkingunum er veturin og myrkri aftur har, og ein nívandi hugtyngsla ger vart við seg. Men, hóast ivaleyst er at frykta fyri sum dálking, ovurfisking og mangt annað, so nærkast prílurin við lýkku og ljósari døgum. Tað er ivaleyst at stúra fyri í okkara heimi, har fólk hvørki lurta ella síggja, og sum ikki tað var nógmikið, so er egið "mitt í eini / naskari / og / framliga / krámandi / elli".
Hóast yrkingasavnið dregur vandamál og fávitsku fram, er tað als ikki dapurt, heldur tvørturímóti. Tí um somu tíð verða natúran og alheimurin drigin fram, og tað er stór gleði og uggi í minnum frá barnaárum og í suðandi grasi, sum aldrin tigur. At dentur hóast alt verður lagdur á tann ljósa partin av tilveruni verður tikið fram av tí litfagru kápuni hjá Bárði Jákupssoni, sum sanniliga boðar um vár.
Heðin Klein hevur síðani á ungum árum roynt seg sum týðari, og ein helvt av hesum savni eru týðingar eftir donsku Inger Christensen, amerikonsku Louise Glück, chilenska Pablo Neruda, polska Zbigniew Herbert, amerikanska Robert Bly og italska Dante Algheri. Sum tað sæst fevnir gjáarmaðurin víða, men tað nervar ikki tær framúr týðingarnar, og málið er sum altíð hjá Heðini Klein sum høgt í klettin.