Á Eysturoyar ellis- og røktarheimi 22. november 2018 Torbjørn Jacobsen

Okkara størsta og fjálgasta bókaframløga var í Runavík

Tað var óvanliga nógv gjørt burturúr, tá ið "Lív og lagna á Líðini" varð løgd fram á Eysturoyar ellis- og røktarheimi í farnu viku. Har var borðreitt til 250 fólk í einum stásiligum skála, sum var prýddur til hugnaløtuna. Hugsaði, at her mundi ov nógv verða gjørt burturúr, tí so stór høll kundi ikki fyllast til eina bókaframløgu.

26.11.2018
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Men tað tóktist sum kyrrindini vóru av um sjeytíðina og sum við makligum ráki komu teir fyrstu gestirnir inn um dyrnar beint eftir sjey. Tjúgu minuttir seinni sjóðaði alt rúmið við fólkum, ið heilsaðust og prátaðu og læu og vildu njóta løtuna saman við hesum syskjum, sum hava livað størstu kollvelting, heimurin nakrantíð hevur sæð - størstu kollvelting, okkara land hevur upplivað: frá oljulampum til teldutøkni, frá deyðsiglarum til skip sum Kristian í Grótinum, frá rossavognum til Mercedesbilar í øðrumhvørjum túni. Tankar, ið ikki kundu vera hugsaðir á teirra ungu døgum, eru sjálvfylgja og gerandisdagur nú. Alla hesa menningina hava tey livað.

Og eisini munnu tey undrast, tá ið tey nú í øllum vælstandinum hoyra fólk siga, at einki vanligt arbeiði, sum var teirra sjálvsagdi gerandisdagur, loysir seg - tað loysir ikki at hoyggja, at velta, at fara á flot …. Tað, sum var grundarlag undir lívi teirra og var sjálvsagt sum vatnið í ánni, loysir seg ikki at fáast við – so ógvisliga hava vit snarað heiminum á hesi árini, tey hava livað. So ógvislig hevur broytingin verið, meðan tey hava sett sítt met.

Klokkan hálvgum átta var høllin full, og borgmeistarin bar teimum eina hjartaliga kvøðu. Hann segði millum annað:

Søgan um lívið og lagnuna á Líðini er sjáldsom – ein dramatisk sorgarsøga og samstundis ein somikið lívsjáttandi søga, at hon røkkur til eitt heimsmet. At sita eftir við einum stórum barnaflokki, og alt í samtíðini er skrúvað soleiðis saman, at maðurin kemur av havinum við materiellu undirstøðuni, meðan konan og børnini, sohvørt sum tey eldast, taka sær av tí meira immateriella partinum, sum ikki var minni stríggin, og innløgan brádliga foykist burtur, tí at maðurin hvørvur úr jarðiska høpinum, 50 ára gamal, man hava verið ein byrða og ein so kolossalur stoytur, at vit als ongan møguleika hava fyri at meta um standin.

Hetta er tíðin áðrenn sosialar trygdarskipanir, heimstríðið var byrjað, men búskaparliga støðan í landinum hevði verið út av lagi ring frammanundan. Hvør mátti royna at koma sær undan sum frægast, húskini vóru sjálvstøðugar búskaparligar eindir, og stemplaði ein meginfigurur út úr tí høpinum, so var støðan at kalla vónleys. Tað hevur hon verið hjá Elspu, táið maðurin doyr frá henni og 12 børnum nakað fyri jól í 1940.
 
Men tað er í andróðri, at vøddarnir rúmkast – vaksa. Hvat ið ein kona sum Elspa hugsar í hesi eirindaleysu og vónleysu støðu, - tað kann bara Harrin vita. Hon var av einum inntonktum, vitbornum og skilagóðum slagi, av fólki sum ger sína skyldu, og ikki hevur tørv á at káka upp um alt, sum tey fáa frá hondini. Stillføra miðleingjan í fólkinum. Brekkan man hava verið øgilig, ikki minst tann sálarligi parturin, men álitið á Skaparan og egin evni og arbeiðssemi, hevur borið hendan flokkin um væmingar og vaggandi gjálv. Hetta er eisini søgan um, hvat ið menniskjað er ført fyri, táið á stendur. Har liggja onkrir leðurdunkar av orku úti undir væðingini hjá flestu okkara, sum ikki verða brúktir undir vanligum umstøðum. Ein reservi sum kann nýtast, tá takast skal ímotí frontalu álopunum, sum ein skal rokna við at renna seg í nakrar ferðir ígjøgnum eitt langt lív.
 
Í hesum tíðum, táið tað er vorðið ein vinnuvegur at avstressa vanlig - væl útborin fólk, og tað verður avspákað og ferierað, fyri at høvdið ikki skal skamferast heilt, hugsi eg ofta um mín egna uppvøkstur, og allar kvinnurnar, sum í uppvøkstrinum hava tikið sær av mær, og givið mær ta kjølfestu og kálvføðing, sum nú einaferð er til. Tær stríddust frá morgni til myrkurs, fyrstar á fótum og síðstar undir rekkjuváðina. Livdu í pakt við fyrstu bókina hjá Móses: “Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av.”
 
Soleiðis hevur tað verið hjá Elspu, og so væl vignaðist, at øll komu ikki bara undan, men heilt væl undan. Kendir menn og kendar kvinnur í Føroyum og tilsamans røkka tey hægsta aldri, sum nakar systkinaflokkur, samfingin, hevur rokkið. Imponerandi, táið man hugsar um fyritreytirnar, so segði maðurin, málið varð rokkið andvegis øllum odds. Táið hon verður endurgivin fyri at siga: “Kann eg ikki binda, so er lívið ikki vert at liva,” renna tankarnir aftur til uppvøksturin í Grógv í Gøtu, niður í kjallaran hjá ommu og abba, systkinabarn Magnusar, har stokkarnir vóru álitið og rúmið var alloðið av konum, tógvi og troyggjum. Stokkarnir glintaðu støðugt og áhaldandi, meðan tær spjallaðu sínámillum. Man tosaði kortini ongantíð arbeiðið frá sær, calvinistiski arbeiðsmoralurin hevur verið merkiliga útbreiddur í Føroyum, og gott tað sama, ættarliðini undan okkum vóru ingeniørarnir, sum smíðaðu vælferðarsamfelagið, ið vit njóta gott av.
 
Síðan var eitt intermesso við kórsangi og so fleiri heilsanir. M.a. hugleiddi Durita Tausen, ein ommudóttir Elspu, um tað at vera ríkur og at kenna seg sum ríkast í Rituvík, tí tey vóru flest. Og rætt er hugsað, tí nú telja tey fleiri ferðir hundrað, sum eru knýtt saman.
 
Í hennara huga var tað altíð bara omman, sum átti øll. Abbin var mest ein mynd á bróstinum millum stovurnar báðar á Líðini. Ein maður við mildum yvirbragdi. Men við hesi bókini er abbi stigin úr myndini á bróstinum. Hann er ein maður, sum elskaði konu sína, arbeiðssamur, umhugsin og góður við síni børn.
 
Og omman var gudrøkin, vís, snild og hevði gávur at skapa. Bæði handaligt og ikki minni var tað gott at vera har, sum hon var, tí har var altí góðska, hugni og nærvera. Hon var stillfør, gjørdi ongan háva av sær. Hon var kløn og visalig og kortini óvanliga sterk. Hon helt øllum saman og gav øllum rúmd. 12 børnum, 11 svigarbørnum, 46 ommubørnum, og henni untist eisini at uppliva fyrstu langommubørnini.
 
Og Durita endaði røðuna við at heilsa teimum øllum soleiðis:
 
Tit eru mín barndómur, mín ungdómur og mær untist at eiga tykkum øll, líka til eg var næstan hálvtrýss ár. Tit hava givið mær fulla skjáttu av góðum minnum, stuttligum løtum og góðum kenslum. Og keldur av lívsvísdómi at oysa av.Og so hava tit eisini givið mær, fyri at brúka eina vending hjá Carl, eina fløkju av systkinabørnum.
 
Abbi stúrdi fyri, hvussu alt fór at ganga. Sum so ofta, so kunnu vit sanna, at nógvar stúranir vera gjørdar til einkis. Tað hava verið tungar og daprar løtur ímillum, men alt lagaði seg.
 
At vera 12 systkin er gott grundarlag undir ríkidømi. Men tað er ikki nøkur trygd fyri ríkidømi. Ríkidømi í at hava systkin, familju – tað er alt eftir, hvussu viðurskiftini í familjuni eru og millum systkini.
 
Tit hava gjørt av at halda saman. Fyrst omma við dyggari hjálp frá fýra teimum elstu, og síðan eisini átta tey yngru. Tit hava víst hvør øðrum og okkum øllum góðsku og umsorgan. Fylgt við í lívinum hjá okkum øllum.

Tað er ríkidømi.

Tí eru vit rík.

26.11.2018
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?