meira av tí góða - kemur út 2. maj

30 ár er liðin, síðan Hotel Føroyar flutti niðan á Kerjar tað bjarta várið 1983, tá ið vit umframt hotellið fingu Norðurlandahúsið og Norrønu. Eitt sjaldsama hendingaríkt vár, sum boðaði frá framburði og framfýsni. Eisini eru 80 ár síðan Hotel Føroyar fyrstu ferð byrjaði sítt virksemi á Kongabrúnni.

26.04.2013
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Hotellið hevur verið karmur um mangt og hvat forvitnisligt og serstakt hesi 80 árini. Serligir gestir, serligir døgurðar, serligar skráir, ráðstevnur og fundir á hægsta stigi.

Bókin er ikki skrivað sum eitt minnisrit, men hon fagnar hotellvinnuni, matlistini, undirhaldinum og tí góða lívinum.  

Søgan um 80 ára longu leiðina av Kongabrúnni niðan í Kerjar er ein partur av fagnaðarferðini. Ein líka stórur partur eru søgurnar um øll tey støðini í miðbýnum í Havn, har Hotel Føroyar hevur sítt virksemi. Tær søgurnar vísa okkum, at trivnaðurin og fagnaðurin hjá fólki er best, tá ið tíðirnar hava verið góðar. Tær søgurnar vísa okkum eisini, at á summum økjum var ikki so stórur munur at ganga í gøtunum í London og í Havn.  

Við virðing fyri søguni og øllum teimum húsum, har hotellið í dag hevur staðsett seg, er hetta ein roynd at lýsa Rybergshandilin í Vágsbotni, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará, Sjómansheimið, Vertshúsið og Hotel Djurhuus og spírandi hugin hjá Trónd Hansen at planta trø, urtir og blómur. Søgan um húsini, har Hotel Føroyar byrjaði á Kongabrúnni, er serlig og egin við tí skyldskapi, sum var millum hetta húsið og Vertshúsið. Nú er hetta eisini søga, men andin av Kongabrúnni flutti við niðan í nýggja hotellið.

Bókin kemur á marknaðin hósdagin 2. maj.

---

Úr bókini:

Várið bjarta –         
Nýtt hotell, Norðurlandahús og Norrøna  

Fólk trokast á Havnargøtum. Serliga eru tað fremmandafólk, sum tysja aftur og fram, inn og út úr krambúðum, út á Tinganes og Skansan, og summi bara vála oman og niðan eftir Áarvegnum.  

Okkurt hendir í Havn í hesum døgum fyrst í mai 1983. Nógvu útlendingarnir eru komnir higar í sambandi við, at Norðurlandahúsið skal lata upp. Spildurnýggja Hotel Føroyar á Oyggjarvegnum hýsir flestu gestunum, og tey, sum ikki halda seg hava megi í beinunum at ganga niðan á hotellið eftir loknan dag, leska hýruvognsvinnuna í høvuðsstaðnum.

Tað er dagur í viku hvønn dag hesa fyrstu vikuna í mai. Ikki bara fyri fremmandafólkini, men eisini fyri Havnarborgarar. Her yður av norðurlendingum. Tað liggur ein farri av altjóða dámi yvir býnum, og tað er ikki sørt, at ein spírandi vælferð er at hóma. Og føroyingar hava ikki bara fingið eitt altjóða hotell og eitt savnandi mentanarstað. Miðlarnir bera hvønn dag tíðindi um nýggja ferðamannaskipið Norrønu, sum fær síni seinastu málingastrok í Flensburger Schiffbau í Týsklandi.  

Nøkur av hesum strokum eru á stóra skorsteininum, har listamálarar eru í holt við at mála búmerkið hjá reiðarínum – smyrlahøvdið, sum Ingvør Nolsøe, grafikari, hevur sniðgivið.

Nýggja hotellið millum Marknagil og Oyggjarvegin var nakað heilt serligt. Tað lá so sjónligt í landslagnum, men gjørdi kortini ongan háva burtur úr sær sjálvum, tí tað bretti sær ikki á. Heldur toygdi tað seg kurteisliga fram við lendinum.  

Men í opna landslagnum bar ikki heilt til at fjala seg, meðan byggingin fór fram. Fólk høvdu sæð alt virksemið, hvar tey enn vóru í býnum, og tey hugdu forvitin, tá tey koyrdu niðan á Oyggjarvegin. Á hendan hátt gjørdist hotellið fólksins ogn, longu áðrenn tað læt upp. Fólk tóku tað til sín og frøddust um, at tað fór at taka tey til sín.  

Nú hotellið stóð liðugt, var tað við síni nýløgdu flagtekju ein partur av landslagnum og náttúruni, skorið inn í lendið við hamrum, sum í endurskininum frá glasvindeygunum mintu um røkur, eygu og skortar, har búfuglar fjølgaðust, tá sólarglæman spakuliga sníkti seg vesturum.

Og Føroya fólk vórðu ikki vónsvikin, tá tað leið móti tí degi, at hotellið skuldi standa liðugt. Í fj.lmiðlunum bjóðaði Hotel Føroyar øllum áhugaðum at vera vælkomin at síggja nýggja hotellið seinnapartin dýra biðidag 29. apríl.  

Har var fult hús. Og komandi dagarnar var somuleiðis fult í hvørjum reiðri. Vikuskiftið beint undan, at hotellið alment var tikið í nýtslu týsdagin 3. mai, hevði leiðslan á hotellinum bjóðað Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum og pensjónistum úr Suðuroy, Vágum, Norðoyggjum og úr Havn at búgva á hotellinum í tveir dagar. Hetta var ein staðfesting av, at hotellið var fyri allar føroyingar.  

Forrætturin hendan dagin var havtaska við grønmetiseggjasós, og høvuðsrætturin var fylt kalkun við waldorfblandi og sm.rhitaðum eplum, og aftur við var gott vín.

Aftaná søgdu fleiri av pensjónistunum, at hetta var eitt hitt besta vikuskifti í lívi teirra. Tað var sum í brúdleypi allar dagarnar, maturin var fyrsta floks, og starvsfólkini vóru avbera fitt og blíð. Undirhald av ymsum slag fingu tey somuleiðis, tíðin fleyg avstað, og tey fingu ikki stundir at keða seg.  

Tey sóu film frá fiskiskapi føroyinga í Grønlandi. Varabiskupur Eivind Vilhelm vitjaði. Tita Vinther greiddi frá, hvussu hon hevði vovið seingjarteppini og áklæðini á stólun- um.
Marius Johannesen tosaði ein av døgunum um at eldast í Føroyum, og Lina Larsen undirhelt við einrøðuleiki.  

Sunnukvøldið fóru fólk upp á gólv, og seinni var eingilskur dansur. „Vit mugu hittast aftur her um fimm ár“, segði ein. „Fimm ár“, svaraði ein annar, „tað er alt ov leingi, tað má vera fyrr enn so!“  

Nýggja Hotel Føroyar bar boð um eina nýggja tíð í Føroyum. Hotellplássini í Føroyum høvdu verið avmarkað, og hetta hevði verið ein forðing fyri at leggja stórar ráðstevnur í Føroyum. Hotellið hevði 108 dupultkømur, og øll pláss vóru umbiðin frá tí degi, hotellið læt upp og langt tíðarskeið fram.  

Útsýnið yvir Havnina, Nólsoynna og fjørðin var framúr. Sama, hvar tú vart, á matstovuni, í veitsluhøllini ella á kamarinum, so hevði tú alla dýrdina framman fyri tær. Sjálvt tá heystið kom, og dagarnir gjørdust styttri, vart tú tikin á fótum so mangan morgun, tá sólin reis undan Nólsoynni. Gleðin og nøgdsemið tvífaldast slíkar morgnar, tí tað óvæntaða góða kemur so óvart á teg.  

Spildurnýggja hotellið gjørdi seg nú til reiðar at taka ímóti 200 norðurlendskum gestum, sum skuldu gista á hotellinum í sambandi við, at Norðurlandahúsið um fáar dagar somuleiðis skuldi takast í nýtslu.  

Umframt blíðskap var pensjonistavitjanin um vikuskifti eitt slag av aðalroynd fyri starvsfólkini á hotellinum, og um kv.ldið á krossmessu 3. mai skuldu so bæði køkurin og veitsluhøllin standa sína roynd fyri hundraðtals innbodnum gestum, nú hotellið alment læt upp.  

Og væl hilnaðist hetta várkvøldið. Við talum, sangi, undirhaldi og góðum mati var punktum sett fyri tíðina hjá hotellinum á Kongabrúnni, har Tryggingarsambandið yvirtók allan bygningin. Samstundis var sett á eina nýggja byrjan við einum nýggjum hotellhugburði, sum saman við Norðurlandahúsinum og Norrønu kundi selja Føroyar sum ferðamannaland á ein øðrvísi hátt, enn gjørt hevði verið frammanundan.  

Tormóður Djurhuus málbar seg sera beinrakið, tá hann royndi sínar skaldagávur í einum prologi undir borðhaldinum, har seinastu ørindini vóru

Og um tú vitjar hendan veg, Tú finnur nakað fyri seg, Tí forn er rót, væl litir falla, Og fríð er ferðin millum fjalla.  

Og ikki skalt tú úti stá, Tí her er herbergi at fá, So fjálg er hendan høll at gesta – jú væl varð sátt, og væl er heystað.  

Týdningurin av Hotel Føroyum varð mikil. Tað gjørdi stóran mun fyri hotellvinnuna í síni heild, tað gjørdi mun fyri ferðavinnuna og tað gjørdi mun fyri føroysku tjóðina, at tað nú bar til at skipa fyri stórum ráðstevnum her. Hotellið var við til at gera Føroyar kendar úti í heimi, og góðu umstøðurnar spjaddu umdømið av føroysku náttúruni, føroyskum mati, føroyskari list og føroyskum gestablídni.  

Tað rumblar í Havnargøtum. Og tað hoyrist langan veg. 1983 var eins og hini áttatiárini merkt av sterkum politiskum sjónarmiðum, har fólk vórðu sett í bás alt eftir, um tey vóru í parti við USA ella Sovjetsamveldinum. Tað var eystur ella vestur. Hjá teimum, sum stýrdu høgravenda Dagblaðnum, var tað næstan deyðsynd at taka undir við rørslum sum „Fólk fyri friði“.  

Vanligt var at ganga friðargongur annan hvítusunnudag úr Havnini niðan í Mjørkadal, har fólkafundir vórðu hildnir. Men nú snórurin skuldi klippast í Norðurlandahúsinum sunnudagin 8. mai, var eitt gylt høvi hjá friðarrørsluni at gera vart við seg. Tey skulu ganga av Vaglinum, og endamálið er at koma fram við Norðurlandahúsinum stutt fyri vígsluna, so allir veitsluklæddu gestirnir kundu fáa ein føroyskan avdubbingarboðskap, tá teir komu oman av hotellinum.

Nú tey koma fram við spildurnýggju svimjihøllini í Gundadali, hoyrast tey betur. Og friðarskeltini síggjast langan veg. Tað snýr seg um at gera enda á kalda krígnum. Men sambært høgrapressuni er friðarrørslan bara vend móti USA og tess sameindu, og tað er hetta, sum skapar stóru spenningarnar í føroyska fólkinum.  

„Frændur vælkomnir“, stendur á einum skelti. Friðargongan er sostatt ikki móti Norðurlandahúsinum ella móti øllum teimum fínu norðurlendsku gestunum. Sum eitt av mótmælisfólkunum segði, hetta varð ikki gjørt fyri at meinskast inn á gestir okkara úr hinum Norðurlondunum ella inn á Norðurlandahúsið, men fyri at gera vart við, eisini út um landamark, at nógvir føroyingar óttast hernaðardubbingina uttan um okkum og tí ikki longur tigandi vildu hyggja at.  

Jú, sanniliga, tað hendir nakað í høvuðsstaðnum. 250 fólk eru komin upp í mótmælisgonguna. Ein er ikki taldur við, tað er myndamaður Dagblaðsins.  

Avdúkingin kemur í mikudagsútgávuni hjá blaðnum. 13 fólk úr rúgvuni eru avmyndað og verða húðflett og gjørd til láturs. Stutti teksturin á heilsíðuni saman við persónsmyndunum sigur nógv um spentu politisku støðuna í hesi somu viku, sum Hotel Føroyar læt upp, Norðurlandahúsið varð vígt og Norrøna gjørdi seg klára til heimferðina. Yvirskriftin var: „Perlu-trøll og Setur-snobbar í ørindagongu fyri KGB.“  

„Ein vesalur skari av hopp-høvdum, kommunistum, kirkjubøingum, vinstrahallum skúlalærarum og akademiskum snobbum setti ein meiri skemtiligan dám á mentaligu grýluveitsluna seinasta vikuskiftið.  

Við Williami Heinesen á odda seinastu 200 metrarnar nærkaðist karnevalið Norðurlandahúsinum, har løgreglan mátti skilja lort frá pannukøkum og vísa rekavættunum burtur frá mentanini.

Trupulleikin er bara, at helvtin av ørindasveinunum hjá KGB var innboðin til vígsluna av Norðurlandahúsinum.“  

At vísa fingur var ikki uppfunnið ella komið til Føroya í 1983. Í staðin brúktu partarnir hvøss orð móti hvørjum øðrum í bløðunum, serliga Dagblaðnum og Sosialinum. Men onnur vápn vóru eisini tikin í brúk. Møttust tveir av víðgongdastu mótstøðumonnunum á gøtuni, gálvaðu teir eftir hvørjum øðrum.
26.04.2013
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?