Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking 

Tórður Jóhannesarson, sum vit javnan hoyra í útvarpinum við tónleikasendingum, hevur skrivað verkið.

15.05.2024
Sprotin
Bókaprát

Hann lýsir skaldskaparslagið søguliga heilt frá 17. øld til okkara dagar, men leggur kortini doyðin á, at hetta er ikki føroysk táttasøga, men hansara frásøgn um føroyska táttayrking í stívliga 300 ár.

Tá ið fyrra bind var liðugt, har nomið varð við einar 200 tættir, gjørdi Tórður ikki mætari enn at savna alt hetta tilfar, sum annars lá og sløddist í tíðarritum og bløðum, í eitt bind.
 
Bøkurnar kosta 348 kr hvør sær.
Verða tær keyptar saman beinleiðis frá forlagnum hesar fyrstu 14 dagarnar, er tilboðið 500 kr 

Táttayrking er aldargomul siðvenja

Táttayrking er løtuborið skemt. Tættir verða av summum mettir sum happing. Summir  teirra eru bonskir, og mangir táttayrkjarar eru ógvorðaðir. Tað er serliga galdandi fyri eldri tættir. Nærri vit koma okkara tíð, minni ráir og ómentaðir eru teir. Tættir endurspegla tíðina og fólksins mentan.

Tá ið vit fáa politiskt flokkabýti, verða tættir brúktir sum politiskt amboð. Teir gerast partur av fólkaræðinum.   

Skemt snýr seg um at loysa upp tað, sum er tilgjørt og niðurbundið. Lítið nyttar at seta seg at kúra um alt tað, ið ikki gevur meining. So hví ikki grína at tí høpisleysa og seta tað upp á rím? Kabarettir og teiti eru sum ein ventilur, har trýstið onkuntíð má sleppa út.

Tórður sigur sjávlur um arbeiðisgongdina

Ein drúgv, men spennandi ferð inn í eitt undirmett skaldskaparslag.

Tættir eru hugtakandi. Teir lýsa hugsanir og mentan okkara. Teir eru fólksins skaldskapur. Kabarettir og undirhaldssendingar hava stóran týdning fyri eitt samfelag. Skemt knýtir saman, um tað ikki er óreint. Tað fær okkum at flenna at okkum sjálvum, tað hava vit brúk fyri. Eitt samfelag, har skemt verður bundið niður, er ikki eitt gott samfelag at liva og virka í.

Eg tók í 1997 avgerð um at skriva høvuðsritgerð um tættir. Summi søgdu við meg, tættir?! Skriva um okkurt ordiligt, t.d. kvæði! Byrjaði í 1998 at gera samrøður við ymisk fólk um tættir, kabarettir og V4. Eg var so heppin at sleppa at tosa við nøkur teirra, ið høvdu verið við til at yrkja og syngja tættir, sum eru blivnir kendir.

Í 2002 bleiv ritgerðin liðug. Grundarlagið var lagt; eg ynskti at vita meir um táttayrking. Eitt ella tvey ár seinni gjørdi eg fyrstu útvarpssendingina. Hon var um tættir hjá Tummasi Napoleon Djurhuus. Eftir hetta komu aðrar sendingar um táttasangarar, yrkjarar og teiti. Seinni komu greinir og fløgur, har innihaldið var tættir. Í 2012 kom ein bók um ein táttasangara.  

Fyri eini fimm árum síðan tók eg avgerð um at skriva bókina. Ein drúgv og spennandi ferð inn í eitt undirmett skaldskaparslag, har forvitni og áhugi fyri sambondum millum menniskju hevur verið drívmegin. Heimildarfólk hava við gleði sagt frá og latið mær tilfar og søgur. Hetta er ikki táttasøgan, men ein bók um tættir og teiti - mítt úrval.

...

Keyp bæði bindini fyri serprís

 

15.05.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?