Eitt íkast um móðurmálið og føroyska skúlabókaútgávu

Mær dámar ógviliga væl at lesa, og í hesum døgum lesi eg skaldsøguna “Grønur var dalurin” eftir valisan Richard Llewellyn. Eftir mínum tykki ein frálík skaldsøga, sum Knút Olsen meistarliga hevur týtt til føroyskt. Har eru hugtakandi brot um ungan kærleika, um herviligt agg og óreinan slatur og øvundsjúku, klassiskar og ævigar kenslur, ið liva sítt egna lív. Eingi tekin eru um, at móðurmálið ikki megnar at siga frá tí, ið fyriferst.

11.05.2014
Annfinnur Zachariassen
Ymist
Viðhvørt eri eg í iva um orð ella orðafelli og fari tí í móðurmálsorðabókina at finna rætta svarið. Kann væl vera, at tú minnist bara danska orðið ella hugtakið, men tá ber væl til at fara umvegis donsk-føroysku orðabøkurnar. Kanska hevur tú eisini Stavaran við hondina. Tøk málslig amboð við lít.

Tað er synd at siga, at eg altíð eri errin av at vera føroyingur, og tað hevur sjálvsagt sínar grundir, men hvørja ferð eg leiti í móðurmálsorðabókini, og tað geri eg javnan, eri eg hugtikin og errin av, at vit eiga okkara egna mál, og eingin kann taka tað frá mær. Mín orðabók verður nógv brúkt, er ryggbrotin og illa trevsað, ikki ólík mær sjálvum, men enn hongur hon saman kortini. Sagt verður, at føroyskt mál hevur tað gott, men eg ivist, tí tað veldst nógv um, hvønn tú spyrt um hvat.

Føroyskt er “out”
Av og á frættist, at summar føroyskar læribøkur verða ikki brúktar í undirvísingini, tí at summir undirvísarar brúka nógv heldur danskar ella aðrar útlendskar læribøkur. Hesi tíðindi eru hvørki slóðbrótandi ella nýggj. Sum eg veit um at siga, er talan um bøkur til miðnámsskúlan og til fólkaskúlan. Fyri nøkrum árum síðani var eitt slíkt mál í Gøtu skúla frammi í fjølmiðlunum. Føroyskt tilfar var tøkt, men varð ikki brúkt. Eg havi skilt, at dømini eru fleiri, og ikki bara úr Gøtu skúla.

Skilamaður hevur sagt, at eitt gott umdømi er lættari at missa enn at fáa. Alraflestu eru eym um umdømi sítt, men hvat høvdu útlendingar sagt um henda merkiliga og negativa hugburðin til sítt egna móðurmál, og hvat siga politikkarar og føroyingar sum heild? Vistu útlendingar um hetta ólukkuskilið høvdu teir skammast okkara vegna, og fleiri teirra høvdu helst flent at okkum og hugsa sum so, at annað var ikki at vænta. Men sum kunnugt: Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan.   

Tá ið undirvísarar verða spurdir, hví teir heldur vilja hava danskt tilfar enn føroyskt tilfar, so tykjast grundgevingarnar mangan at hava lítið upp á seg. Sjálvur haldi eg, at undirvísarin sleppur alt ov lætt, tá ið hann hástórur ber fram, at tíðin er farin frá slíkum tilfari, ella at føroyskt er “out”, er ringt at skilja og tungt at lesa. Hvat skulu vit brúka føroyskt mál til, tá ið næmingarnir fara á danskar og aðrar útlendskar læristovnar. Tílíkar útsøgnir og umberingar tala fyri seg.  

Bókamálið skal nú vera kuul og kekkað og helst danskt, hóska til málflokkin, verður sagt. Næmingarnir skulu ikki ovbyrjast, men berast á lógvum. Alt undirvísingartilfar skal “síggja væl út, smakka sum bomm og vera lætt at svølgja”. Tað kann vera freistandi at spyrja, hvussu undirvísarin veit um og kann samanbera dygdirnar, tá ið føroyska tilfarið nóg illa er lisið enn minni roynt. Hvar eru málsligu  avbjóðingarnar, og hvar er stoltleikin.

Lættisoppakent uttanumtos   
Eg veit, at undirvísarin kann brúka tað frálærutilfar, hann sjálvur vil. Men vil hann heldur brúka eina danska læribók enn eina tøka føroyska, skuldi hann havt skyldu til sakliga at grundgivið fyri avgerðini. Hann átti ikki at sloppið við lættisoppakendum uttanumtosi. Tað er ikki rætt at lata sum einki, tá ið føroyska samfelagið á hvørjum ári ger munandi íløgur í føroyskt undirvísingartilfar at menna mál og mentan.  

Hesin dýrkeypti veruleiki verður kveistraður burtur, og sagt verður at tað útlendska tilfarið er nógv smartari og litfagrari. Tað er møguligt at so er, men sum vitiligt eru slíkir eginleikar minni enn so altíð samheiti við dygd, og hvar er móðurmálið í hesum samanhangi.

Tó so, eg haldi ikki, at hetta málið bara snýr seg um dygd, men minst líka nógv ella meira um hugburðin, ið valdar millum summar undirvísarar, um politiskar avgerðir og um móðurmálsliga kós á skúlaøkinum. Sum herróp ljóða tey føgru orðini av Tingsins røðarapalli: “Hvør undirvísingartími skal vera ein tími í føroyskum.”  Hevði tað verið so væl.

Onkur hevur helst hug at muta ímóti, tí at Føroyar eru eitt frítt samfelag, og tí ræður frí kapping millum bókaforløg og læribøkur eins og annað mangt. Hetta málið er kortini ikki so einfalt, tá ið politiski myndugleikin krevur, at móðurmálið skal verða partur av undirvísingini. Tað kostar ikki einki, og føroyski skattaborgarin leggur nógvar krónur í skattakistuna júst til endamálið.  

Eitt áhugavert læribókayvirlit hevði verið, hvørjir skúlar heldur brúka danskt læritilfar enn tøkt føroyskt tilfar, og hvussu nógv eintøk av føroyskum læribókum liggja og savna dust á goymslunum. Slík uppgerð kundi givið eina ábending um, hvussu nógv slíkt kostar samfelagnum.   

Summir undirvísarar tykjast illviljaðir   
Mangan spyrji eg meg sjálvan, hví summir undirvísarar tykjast illviljaðir, tá ið talað verður um føroyskt undirvísingartilfar. Man tað vera tí, at fleiri teirra eru skúlaðir uttan fyri Føroyar og tí hava eina aðra málsliga tilgongd? Man tað vera vanligur andaligur dovinskapur? Man tað vera tí, at teir tíma ikki at læra seg føroyskt fakmál? Man tað vera …? Er føroyskt undirvísingartilfar veruliga so vánaligt, at tað er ikki brúkiligt? Ella er eitthvørt sálarligt fyribrigdi, sum sveimar í dulvitinum og forðar fyri tilvitinum?

Onkur forvitin fer helst at spyrja, hvussu vorðið er við næmingunum, eru teir ikki partar av málinum? Eg havi við vilja ikki viljað drigið teir inn í hesar viðmerkingar, tí endamálið við hesum hugleiðingum er í fyrra lagi at staðfesta, hvør ræður fyri undirvísingartilfarinum, ið brúkt verður, og í seinna lagi at nema við tær avleiðingar, ið standast  av skipanini, sum er. Mær vitandi hava næmingarnir lítlan ella ongan avgerðarræt í slíkum málum. Tað er undirvísarin, ið hevur seinasta orðið í hvørjari einstakari lærigrein.

Málsliga tilvitið viknar  
Skjótt er at semjast um, at brúkar tú til dømis danskt undirvísingartilfar í staðin fyri føroyskt, tá verður so ella so drigið frá føroyskum undirvísingarmáli, og málsliga tilvitið sum heild viknar samsvarandi. Tað svíður aftur seinni, og væl kann hugsast, at slíkar umstøður fáa næmingar at halda, at føroyskt mál er bara ætlað heimføðingum og øðrum minni mentum.

Spyrt tú almenna bókaforlagið um læribókaútgávu á føroyskum, verður sagt, at stutt síðan er teimum álagt, at hvør einstøk útgáva skal verða lyft og lætt, um hon kann bera seg fíggjarliga. Verður hildið, at bókin ber seg ikki, verður hon ikki givin út, til dømis tí at útgávan er ov kostnaðarmikil ella marknaðurin lítil og eingin.  

Skerið eg teg her, missi eg teg har   
Slík mannagongd er við ávísum fyrivarni skilagóð og sjálvsøgd, men greitt er, at torført verður at meta um, hvørjar bøkur fara at bera seg. Skúlabókaútgávan verður við hesum tiltaki skerd munandi. Tað skerst heldur ikki burtur, at skeri eg teg her, so missi eg teg har, og tað hevur avleiðingar við sær, hepnar sum óhepnar. Men allir partar kunnu vera á einum máli um, at tað er heilt burturvið at prenta bøkur og leggja tær á goymslu – bøkur, sum fyrr ella seinni fara upp í royk.

Við hesum viðmerkingum átti at verið púra greitt, hvussu støðan er á marknaðinum fyri føroyskar skúlabøkur. Samanumtikið ber til at siga, at ein føroysk skúlabók verður, við heilt fáum undantøkum, bara keypt av skúlum og skúlafólki. Verður bummur settur fyri hendan einasta ógviliga avmarkaða marknaðin, er bókin steindeyð og verður ikki givin út. So einfalt er tað.  

Móðurmálið – ein sannur dýrgripur 
Vit hava skyldu til at fara væl um málið og eiga at vera errin av tí, men tað kemur ikki av sær sjálvum. Fari neyvan skeivur, tá ið eg tvíhaldi um, at okkara móðurmál er grundin til, at vit framvegis kunnu kalla okkum serstaka tjóð og framhaldandi kunnu mennast sum serstakt fólk. Eingin føroyingur kann ivast í, at móðurmálið er ein sannur dýrgripur.  

Annfinnur Zachariassen

---

- Les eisini greinina Eru føroyskar skúlabøkur dýrar at gera? - Olov Absalonsen
11.05.2014
Annfinnur Zachariassen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?