Er hetta so, so er talan um eina gølu

Bæði gott mál og hegnisligt vegarbeiði krevst, skulu føroysku bløðini bjarga sær úr teirri ferðsluforðing, tey hava rent seg í, nú lesarar og lýsarar svíkja, og egin prinsipp taka yvirhond, so vit sjáldan fáa eina 'góða' søgu at keypa. 

18.08.2010
Birgir Kruse
Etikkur og politikkur
Yvirskriftin er tikin úr oddagrein í Dimmu. Gølan er føroyska ferðavinnan og arbeiði hennara at branda Føroyar. Ónevnda oddagreinin sipar til tíðargrein hjá Fróða Holm Knudsen. Hóast hon fyllir tríggjar óredigeraðar síður, er hon áhugaverd. Men í hægstu agurkutíð fer alt framvið. - Tað, sum undrar, er, at eingin hevur svarað til greinina í Dimmalætting. Larmandi tøgnin er kanska prógv um, at greinskrivarin hevur rætt, og at branding okkara er miseydnað? Er hetta so, so er talan um eina gølu, staðfestir blaðið í oddagrein.

Av Tórsvølli í grannalagnum hjá útvarpinum, fingu vit uttan varning eitt útlendskt skúlatilboð beint í morgunmikrofonina. Sama dag eru tvær fullsettar greinar í Dimmalætting, har sami útlendski ítróttaskúli bjóðar fram eitt ársskeið fyri 12.500 kr. pluss 270 arbeiðstímar, tað er 30.000 kr. pluss ferð til Argentina, sum man kosta 20.000 kr. Til samans um leið 62.500 kr. fyri hvønn føroyska næmingin í skúlanum. Báðar redaktionellu blaðsíðurnar eru óduldar lýsingar, men tað verður ikki upplýst. Kanska hoyra vit seinni, hvussu nógvir føroyingar tóku av tilboðnum og hvussu nógvan pening teir við hetta høvið genereraðu til útlendska skúlan. Tað eru pengar í næmingum, so hetta er marknaðarføring, ið munar.

Ein annan morgun í vikuni varð sent beint úr eini nýopnaðari barr, har lurtarin undrast um endamálið, tí frásøgnin í síni heild var uttan mál og mið.

At miðlarnir soleiðis fyri einki verða brúktir og drignir upp á tráð, sigur eingin nakað um. Kanska tí at reklamutænastan verður seld og boðin út í fullum dagsljósi - fyri einki. Sum lesari og lurtari skilji eg púrt einki, um so er, at redaktiónirnar vilja leggja seg víðopnar og gera horuarbeiði fyri einki, samstundis sum klagað verður í eyst og vest, at uttanríkismálaráðið dittar sær at betala fyri alla avgreiðsluna, alt íroknað, bara fyri at fáa hina góðu søguna, ið kanska, kanska ikki, vil føra okkum inn í framtíðina.

Eg skilji ikki redaktionella arbeiðið, tá tað verður einoygt og selektivt, og tað í einum og sama miðli.

Er hetta so, so er talan um eina gølu.
18.08.2010
Birgir Kruse
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?