Sprellimenn

Tað var tann tíð, tá ið sprellimenn vóru gjørdir úr træ, og smábørnini brúktu teir at spæla við. Sprellimaðurin hekk uppi, og niður úr honum hekk ein snórur. Tá ið togað varð í snórin sprellaðu armar og bein, og alt eftir, hvussu hugflogið hjá sniðgevanum var, kundi sprellimaðurin gálva ella flenna ella gera okkurt annað soleiðis, at børnini stuttleikaðu sær.

04.05.2010
Tummas í Torvi
Ymist
Soleiðis er ikki longur. Nú eru sprellimenn sprellivandi. Teir eru allastaðni, sjálvt har tú minst væntar tað - líka úr fótbóltsheiminum og upp í løgtingið - og ein tann størsta avbjóðingin, sum okkara hálovaða demokratiska samfelagsskipan nakrantíð hevur verið uppi ímóti, er at fáa greiðu á, hvør er sprellimaður, og hvør hálar í snórin.

Fyri at gera uppgávuna uppaftur meira avbjóðandi - ella vónleysa - alt eftir, hvussu vit skoða málið, er møguleikin fyri, at hann, sum hálar í snórin, eisini er sprellimaður.

Leggja vit so aftrat hesum tann tankan, at hvørja ferð ein sprellimaður roynir at hugfanga okkum, er tað helst, tí at okkurt annað er á vási, sum vit ikki skulu varnast fyrr enn ov seint er - so sæðst, at uppgávan at finna fram til, hvat veruliga fer fram, er at kalla óloysilig.

Góðtrúgvin sum vit eru, halda vit, at fjølmiðlarnir - sum javnan gera vart við, at vit ikki kunnu vera teir fyriuttan - skulu borga fyri, at vit fáa ta veruligu dagsskránna at vita. Tað vísir seg tó ferð eftir ferð, at teir ikki koma longur enn til at siga okkum, at nú rykkir ovasti sprellimaður brýr ella vaggar við oyrunum. Og dagin eftir fáa vit so tíðindini um, at ein annar sprellimaður gálvar, men ikki eitt orð um hví, og hvør hálar í hvar.

Fyri at bøta um skilið eru frægastu ráðini, at alt, sum eitur fjølmiðlafólk verður sett umborð á línuflotan, og vandir línumenn, sum hava skil fyri at rekja ein enda og greiða eina fløkju, vera settir at taka sær av samfelagsskipanini. Teir hava eisini tann stóra fyrimunin, at teir vita, nær frægast er at seta knívin á, og teir skera, tá ið tað krevst.

Við hesum fær sjómannadagurin eisini eitt nýtt og nógv fjølbroyttari innihald. Vit fáa:
kappingar í mjørkatosi millum spunasmiðir og bankastjórar
kappingar í burturforkláringum millum fyrrverandi og núverandi løgmenn
kapping um at biðja um meira pengar millum almennar stovnsleiðarar
kapping um, hvør kann gera tað longsta alfabetið, millum polittikarar og málfólk
kapping um, hvat mjørkadalur skal brúkast til, millum nærverkið, fjarverkið og hvarverkið
- og soleiðis kundu vit hildið fram.

Eru vit heppin, spyrst okkurt gott burturúr fyri fiskiflotan eisini. Hvør veit. Kanska er ein framtíð í at skriva um fiskin í staðin fyri at flekja hann og frysta í blokk.
Og tá ið fløkjurnar eru greiddar, kunnu teir, sum enn vilja vera sprellimenn, stilla seg á rað niðri í Vágsbotni, so at børn og barnsligar sálir aftur sleppa at hála í ein snór, uttan at ivast í, hvar hin endin er fastur.
Tann vandin er sjálvandi, at sprellimennirnir fara at sprella sjálvir. Hendir tað, mugu vit endaliga sættast við, at fólkaræðið er ein táta. Tað, vit hava, og helst alla tíðina hava havt, er - eitt sprellikrati.
04.05.2010
Tummas í Torvi
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?