Er tørvur á átrúnaðarligum fólkaskúlum í Føroyum?

Elin Henriksen hevur í Fregnum í gjár eina grein, sum hon nevnir: Hví tørvur er á átrúnaðarligum frískúlum í Føroyum. Eg hugsi, at eftir innihaldinum at døma, so átti yvirskriftin at verið: Hví tørvur er á átrúnaðarligum fólkaskúlum í Føroyum.

12.08.2010
Jóannes Fonsdal
Etikkur og politikkur
Havi í umleið 40 ár undirvíst í føroyska fólkaskúlanum í ymiskum lærugreinum, eisini í lærugreinum, Elin nevnir í síni grein. Stutt sagt dugi eg als onga orsøk vera at hava átrúnaðarligar fólkaskúlar í Føroyum í dag. Fólkaskúlalógin er so væl og breitt orðað, at her skuldi als ongin orsøk verið at sett á stovn átrúnaðarligar fólkaskúlar.

Mær vitandi er ein fólkaskúlalærari settur í starv at undirvísa. Ein fólkaskúlalærari er ikki settur at prædika í fólkaskúlanum. Hóast tú og eg kunna vera aktiv í átrúnaðarligum arbeiði her á landi, so eru vit í okkara starvi sum fólkaskúlalærarar ikki prædikufólk men undirvísarar. Og tað er júst her, at eg haldi, at fólk, sum ikki arbeiða í fólkaskúlanum, av og á eru stødd. "Gøturnar", tey ganga á, og hugborgirnar, tey bera fram, eru so smalar, at ein viðhvørt undrast á, at tey hava sett seg so illa inní, hvør fólkaskúlin er. Um tú ella eg hava eina meining um hetta ella hatta, jú, sjálvandi hava vit tað. Um eg bert undirvísi næmingunum í tí, sum eg meini er rætt, so havi eg misskilt starvið sum fólkaskúlalærari.

Tað er ikki rætt, tá ið Elin sigur, at tað er sostatt hvørki tann einstaki lærarin, skúlin, næmingar ella foreldur, sum avgera, hvat innihaldið skal vera í hvørjari lærugrein. Tað er soleiðis, at allir fólkaskúlar í landinum skulu hava eina lesiætlan. Í lesiætlanini skulu vera lesiætlanir fyri hvørja lærugrein og fyri hvønn flokk. Fólkaskúladeildin í mentamálaráðnum gav okkum nakrar yvirskipaðar vegleiðingar - bæði skrivaðar og munnligar vegleiðingar. Innan fyri hesar rammurnar skuldu vit gera allar okkara lesiætlanir. Í hesum lesiætlanararbeiðinum vóru lærararnir, skúlastýrið og foreldrini. Tá arbeiðið var liðugt, var hetta sent mentamálaráðnum og góðkent har. So á tí skúlanum, har eg havi undirvíst, har hava bæði lærarar, foreldur, skúlastýrismyndugleikar á staðnum og landsins skúlamyndugleikar sett síni fingramerki á lesiætlanina fyri skúlan. Og tá broytingar koma í, eru allir partarnir inni í myndini.

Undirvísingartilfarið, sum verður nýtt í fólkaskúlanum, er vanliga tilfar, sum er givið út á føroyskum. Men hetta er als ikki nøktandi. Útlendskt tilfar verður eisini nýtt. Kann t.d. nevna enskt og týskt máltilfar, danskt lívfrøðitilfar og danskt og norskt kristnitilfar o.a. Teldumiðilin verður væl nýttur í fólkaskúlanum í dag. So tann vegin verður ikki so lítið heintað til vegleiðingar og eisini undirvísingar- og kunningartilfar.

So sum eg havi kent mínar starvsfelagar, so ger tann føroyski fólkaskúlalærarin eitt megnar arbeiði. Tað er ikki smávegis av undirvísingartilfari, sum hevur verið og verður gjørt gjøgnum ár og dag í øllum lærugreinum. Høvdu Skúlabókagrunnur, Bókadeild Føroya lærarafelags, Sprotun - og hvørji hesi forløgini eru, sum geva út undirvísingartilfar - verið so at sær komin at farið út á skúlarnar at vitja tann føroyska fólkaskúlalæraran, so hevði tann føroyski undirvísingarmarknaðurin verið væl betur fóðraður.

Eg skilji, at onkur heldur, at kristniundirvísingin er ov vánalig í fólkaskúlanum. Tað verður ikki sagt beinleiðis, men tað er sum hetta býr undir tosinum um ein frískúla. So sum eg kenni føroyska fólkaskúlalæraran - havi sjálvur verið vanligur fólkaskúlalærari i mong ár, eina tíð varaskúlastjóri og eina styttri tíð stjóri - so ger tann føroyski fólkaskúlalærarin eitt dygdargott arbeiði. Veit onki annað enn, at lærarin ger sítt arbeiði eftir teimum fyriskipanum, sum eru fyri tær ymsku lærugreinirnar. Her er kristniundirvísingin onki undantak. Eins góð og í eini og hvørji aðrari lærugrein.

Havi sjálvur undirvíst í kristni. Eisini í 8., 9. og 10. flokki. Havi m.a. undirvíst um ymiskar trúarrætningar. Verið saman við næmingum og vitjað ymiskar samkomur, og fólk úr ymiskum trúarbólkum hava verið og vitjað í floksstovuni. Tá hava hesi havt høvi at greitt frá, hvørjum og hvat tey trúgva, og vit hava havt høvi at spurt. Hetta er alt farið fram í undirvísingarhøpi at gera næmingarnar kunnugar við, hvat hesi ymisku halda og trúgva. Fyri mær er týdningarmikið, at næmingarnir fáa undirvísing, kunning og vitan. Hvørjum fólk annars trúgva og halda er ikki mín uppgáva sum fólkaskúlalærari at døma um.

Skal eg taka samanum, so haldi eg, at tann føroyski fólkaskúlalærarin er ein góður lærari. Gevið tí lærarunum góðar umstøður at arbeiða undir.
12.08.2010
Jóannes Fonsdal
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?