Hví tørvur er á átrúnaðarligum frískúlum í Føroyum

Fólkaskúlin hevur lesiætlanir, og vanliga verða skúlabøkur nýttar. Í nógvum lærugreinum er úrvalið (á føroyskum) ikki so stórt, og lærararnir klára seg við tí, sum er. Vanliga er hampiligt samsvar millum lesiætlanir og skúlabøkur. Flestu lesiætlanir byggja á gamla siðvenju, líkjast teimum í grannalondunum og verða dagførdar, tá nøkur ár eru liðin.

03.08.2010
Elin Henriksen
Etikkur og politikkur
Tað er sostatt hvørki tann einstaki lærarin, skúlin, næmingar ella foreldur, sum avgera, hvat innihaldið skal vera í hvørjari lærugrein. Sum heild er hetta heldur ikki atvold til trupulleikar.

Ið hvussu er seinastu 200 árini hava náttúruvísindaligar lærugreinir (støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, landalæra, lívfrøði) átt sítt pláss í skúlanum undir liðini á teimum humanistisku lærugreinunum (mál, bókmentir, søga, kristni). Tað hevur verið alment góðtikið, eisini her hjá okkum.

Flestøll kristin fólk hava í okkara tíð verið før fyri at skilja ímillum átrúnað og vísindi: Gud hevði neyvan givið menniskjum vit og skil, um tað ikki var ætlanin, at vit skuldu nýta tað. Høvdu vit ikki náttúruvísindi, so høvdu vit heldur ikki øðrvísi lívsumstøður, enn tey høvdu fyri dampmaskinuna. Kristin fólk flest kunnu samstundis rúma trúgv og náttúruvísindum; um enn við ymiskum avbrigdum av fatanum av, hvussu hesi bæði hanga saman - ella ikki.

Men nú er eitt nýtt rák farið at gera seg galdandi. Ella er tað eitt gamalt rák, sum er endurlívgað? Eitt rák, sum vil grunda náttúruvísindini á Bíbliuna. Og eftirsum tað í henni ber til at rokna út, at verðin er umleið 6000 ára gomul, so skulu øll náttúruvísindi, sum koma til úrslit, ið ganga aftur um hesa tíð, verða avnoktað. Tað vil siga lívfrøðin, jarðfrøðin, alisfrøðin, evnafrøðin, stjørnufrøðin o.s.fr. Kanska støddfrøðin sleppur at verða verandi.

Hetta rák hevur eina ávísa undirtøku eitt nú í USA, og tað er als ikki ókent um okkara leiðir. Tað vil siga, at vit hava í tí føroyska fólkaskúlanum ikki so fáar næmingar, sum heima og í samkomu síni hava lært, at jørðin er 6000 ára gomul, og at alt, sum stríðir ímóti tí, er av tí ónda. Men tá ið tey koma í skúla, læra tey nakað annað.

Tey læra til dømis, hvussu oljan og kolið stava frá livandi verum í plantu- og djóraríkinum, sum av m.a. eldgosum og umskiplingum av jarðarskorpuni eru trýst saman, og at hetta hevur farið fram fyri milliónum av árum síðani.

- "Tað passar ikki!" - "Hatta er lygn!" - "Tað trúgvi eg einki uppá!" -

Soleiðis fúka viðmerkingarnar um oyruni á læraranum, sum í lívfrøði, alisfrøði ella jarðfrøði roynir at greiða frá upprunanum til fossil brennievni og spurninginum um CO2-útlát. (Tá eru næmingarnir sum kunnugt millum 13 og 16 ár.)

"Trýrt tú upp á, at Føroyar eru blivnar til av eldgosum?" - "Trýrt tú upp á, at dinosaurar hava verið til?"

Nógvir næmingarnir fáa seg illa at trúgva, at lærarin kann vera so tápuligur. Tó so, ikki allir rópa upp. Summir taka seg bara aftur og eru púra óvirknir í hesum tímum, meðan aðrir gera ónáðir í staðin.

Og tað er kanska ikki so løgið. Tey koma við tí sannføring, at heimurin er 6000 ára gamal. Tað er partur av teirra lívsáskoðan, av grundarlagnum, sum tey byggja lív sítt á. Og tey hava lært, at tann, sum heldur upp á nakað annað, umboðar sjálvan hin versta og vil leiða tey burtur frá sannleikanum. Er nøkur orsøk at undrast á, at tey mótmæla?

Vit hava sostatt ein hóp av næmingum, sum dagliga uppliva ein so stóran mótsetning millum heim og skúla, at tað gevur teimum álvarsligar trupulleikar í fólkaskúlanum. Ikki bara í náttúruvísindaligu lærugreinunum, men eisini sum heild; tí tá ið teir síggja, at teir ikki kunnu líta á lærarar, skúlabøkur og skúla á hesum økjum, hvussu kunnu teir tá hava álit yvirhøvur?

Hiðanífrá skuldi ikki verið so langt til at skilt, at hesir næmingar hava lítlan møguleika at fáa fullgóða undirvísing. Trivnaður, álit, áhugi og gleði við at læra eru stabbarnir, sum undirvísingin má byggja á, skulu næmingarnir ogna sær teir førleikar og tann lærdóm, sum teimum tørvar í samfelagnum. Gott samstarv millum heim og skúla er avgjørt eisini ein fyrimunur.

Við tí lesiætlan og teimum lærubókum, sum fólkaskúlin hevur, ber snøgt sagt ikki til at hava næmingalagaða undirvísing við teimum næmingum, sum ikki vikast frá tí sjónarmiði, at jørðin er 6000 ára gomul og varð skapað eftir 6 døgum. Men hesir næmingar hava eins væl og aðrir rætt til at fáa eina nøktandi undirvísing, ikki so?

Tí er alneyðugt, at vit fáa átrúnaðarligar frískúlar, so at hesir næmingar kunnu verða undirvístir av lærarum, sum teir og foreldur teirra hava álit á, so teir harvið kunnu fáa fulla nyttu av síni skúlagongd.
03.08.2010
Elin Henriksen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?