Miðspjaðing, desentralisering. Er tað í grundini skilagott?

Eg skilji satt at siga væl bygdapolitikarar, at teir hugsa um og vilja menna og fjálga um síni val dømi. Eg skilji eisini væl, at tað er missur fyri okkum føroyingar sum tjóð, missur fyri mentan og samleika okkara, um bygdir verða avtoftaðar. Men er tað røtt mannagongd, at flyta partar av mið fyrisitingin út á bygd og skerja Havnina fyri at menna bygdirnar? Havnin hevur tikið væl ímoti bygdafólki, og Havnin hevur ongantíð biðið um at vaksa. Havnin hevur í ávísan mun sama leiklut í Føroyum sum USA (og Kina nú eisini) í heimsbúskapinum.

04.09.2010
Annfinnur í Skála
Etikkur og politikkur
Nógv verður tosað um at gera undirsjóvarsmogu til Skálafjarðar - ella rættari úr Skálafirði til Havnar. Nógv verður eisini tosað um at gera undirsjóvarsmogu til Sandoyar - ella rættari úr Sand­oynni til Havnar. Hvat skal tað í grundini til, um miðfyrisitingin smátt um smátt verður spjadd út um alt landið?

Á sama hátt sum evropeum leingi hevur verið greitt, at Evropa fær illa verið væl fyri búskapar­liga, um USA ikki er búskaparliga væl fyri, vænti eg, at Føroyar fara heldur ikki at vera væl fyri, um Havnin verður svøltað.

Nógv verður eisini tosað um, at fáa dugnaligar og/ella lærdar føroyingar heimaftur, men eitt eiga vit at gera okkum púra greitt. Fólk, ið eru farin heimanífrá á ungum aldri at lesa ella í læru, kunnu kanska, eg sigi kunnu kanska, búsetast aftur í heimbygdini, um tey fáa arbeiði har, men tað er nógv meira hugsandi, at tey heldur vilja sleppa at búgva í Havn. Uttan mun til hvat løgtingsfólk gera, so mugu vit gera okkum púra greitt, at útisetar fara ikki at koma heimaftur uttan so at teir fáa arbeiða í Havn ella í heimbygdini.

Sum støðan er í dag, tykir tað vera tvey støð, har føroyingar trívast væl, tá ið teir eru farnir heimanífrá. Tað er antin í Havn ella í Keypmannahavn. Fólk eru sosial dýr, flestu teirra dámar best at búgva har, nógv onnur eisini búgva. Teimum dámar tey tilboð býurin hevur. Mær er sjálvandi greitt, at løgtingsfólk hugsa ikki um útisetar, men um valdømini, men vinningurin verður lítil, vænti eg, tá ið av tornar.

Tað er helst ikki bara tí, at Jákup á Dul Jacobsen er havnarmaður, at hann hevur (hevði?) ætlanir um nýggjan býling í Havn. Hann veit ivaleyst fullvæl, at skulu vit lokka útisetar heimaftur, so mugu vit lokka teir við tilboðum av alkyns slag í Havn, annars koma teir ikki. Útisetarnir, ið vit fyrst og fremst vilja hava heimaftur, búgva ikki í Slangerup ella í Tarm, hugsi eg, teir búgva í Keypmanna­havn, Stokkhólmi, Oslo, London og øðrum stórbýum.

Havnin er ikki bara høvuðsstaðurin, hann er so sanniliga eisini landafrøðiligi miðdepil Føroya. Hugsið bara um Reykjavík, Oslo og Keypmannahavn. Teir liggja allir tríggir í útjaðaranum av land­inum. Føroyska miðstaðarøkið við undirsjóvarsmogum: Streymmoy, Vágar, Sandoy og Suðureyst­uroy fáa gagn av einum livandi, búskaparligum sterkum og vaksandi høvuðsstaði. Havnin fer at út­vega fólki alsamt vaksandi tal av arbeiðsplássum. Tað fara smábygdirnar ikki at gera. Tað fara tær ongantíð at gera.

Búskaparlig menning er eisini í tí, at stutt og ómakaleyst vegasamband verður til Sandoyar, Vágar og Eysturoyar. Tað hevði havt við sær, at fólk kunnu arbeiða í Havn og búgva í Vágum (tað ber jú longu til), á Sandoynni og í Eysturoynni. Kommunuskatturin verður so goldin í heimbygdini. vágafólk vita longu, sum er, at undirsjóvarsmogan hevur verið rættilig saltvatnsinnspræning fyri oynna. Hví? Tí nú kunnu tey lættliga fara til arbeiðis í Havn!

Í staðin fyri at leggja miðfyrisitingina út á bygd, sum er fjákavesin, sum ber prógv um, at løg­tingsfólk duga ikki at hugsa stórt, átti løgtingið til dømis at skipað fyri, at menningargrunnur (eitt slag av marshallshjálp) varð settur á stovn, sum kundi stuðlað vinnulívinum á bygd. Eg veit væl, at hetta er ikki løtan til slíkt, men tá ið tíðirnar eru batnaðar aftur, áttu vit kanska hugsa um á skipanan hátt at ment økini uttan fyri sjálvt miðstaðarøkið.

Vit áttu tvørturímóti heldur í summum førum at styrkt miðsavningina. Tað, at vit framvegis hava dýr sjúkrahús í Klaksvík og á Tvøroyri, er júst tekin um, at politikarar okkara eru politiskt ræddir.

Fólk hugsa ivaleyst øðrvísi í býi enn á bygd, og tað er júst býarhugsan okkum nýtist, tá ið ræður um miðfyrisiting og ikki minst, tá ið um alheimsgering ræður. Meginparturin av tí sindri av intell­ektualismu, ið er í Føroyum, er fyri ein stóran part í Havn. Henni tørvar okkum í ólukkumáta. Hana finna vit ikki undir hvørjum steini. Hon hevur frægastu gróðrarlíkindi í Havn. Vit skulu fjálga um hana og ikki beina fyri henni við smáligum trongskygni.

Tingfólk tóku dyk á seg og gjørdu Føroyar til eitt valdømi. Tað eigur Edmundur tøkk fyri. Hann hugsaði stórtøkið. Tað var skilagott, tí nú kunnu fólk velja politikarar, sum tey halda vera skilagóðar heldur enn teir, tey eru noydd at velja. Longu nú tosa tingfólk um at broyta nýggju valskipanina. Tað er eftir mínum tykki óðamannatos. Eg ivist onga løtu í, at havnartingfólk, fleiri teirra eru í roynd og veru fødd á bygd og hava tokka til heimbygdina. Tey eru eins góð við bygdirnar og løg­tingsfólk, ið eru vald á bygd. Vit høvdu vónandi, ið hvussu er, fingið færri trongskygd løgtingsfólk.

Er miðspjaðing veruliga partur av visión/hvørvisjón 2015?

04.09.2010
Annfinnur í Skála
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?