Konservativu patriarkarnir (seinni partur)

Pakkin hjá Paulusi. Nakað annað er, at tað ikki er semja um, at Paulus setur forboð fyri, at fráskild kunnu gifta seg aftur. Nógv bendir á, at Paulus við teimum fyrr endurgivnu orðunum, “tí at hvørki bróðurin ella systirin eru trælabundin í slíkum lutum”, loyvir einum kristnum, sum hevði verið í hjúnalagi við vantrúgvandi persóni, ið hevði kravt og fingið hjúnaskilnað, at gifta seg av nýggjum. Her hava vit tann sama trupulleikan, sum Troels Engberg-Pedersen vísir á.

29.09.2010
Alexandur Kristiansen
Etikkur og politikkur
Teir konservativu prestarnir tykjast her vera noyddir til at velja, um teir vilja fylgja tí í bíbliuni endurgivna hjúnaskilnaðarboðnum hjá Jesusi, har einki undantak er (1. Kor 7:10-11 og Mark 10:9-12) ella um teir vilja fylgja ásetingum í bíbliuni, sum hava undantøk frá hjúnaskilnaðarforboðnum (1. Kor 7:12-15 og Matt 19:9). Hetta tykist vera ein stór avbjóðing fyri konservativar kristnar patriarkar, sum teir bara við margháttligum snildum kunnu tulka seg burtur úr, men teir konservativu prestarnir vilja í øllum førum ikki lata ivan koma teimum ólukkuliga giftu til góðar. Teir hugsa ikki um tey av sínum sóknarbørnum, sum onkursvegna eru komin ólukkuliga fyri í tí fyrsta hjúnabandinum og ynskja at royna eydnuna fyri aðru ferð. Teir hugsa einans um seg sjálvar og sína egnu neyðarsligu trælasamvitsku. So kunnu aðrir prestar í fólkakirkjuni, sum sambært teimum lesa bíbliuna skeivt, dálka sínar hendur og sína samvitsku teirra vegna.

Hartil kemur, at teir konservativu prestarnir ikki taka skriftina í so stórum álvara, sum teir vilja hava onnur at halda. Teir eru t.d. ikki áhugaðir í at ganga plankan út saman við Paulusi. Hóast boðskapur Paulusar er ein heild, so tykjast teir bara góðtaka tað, sum teir frammanundan taka undir við. Restina lata teir liggja. Teir eru t.d. ikki áhugaðir í øðrum vegleiðingum, sum Paulus gav sínum samkomulimum um hjúnalag. Paulus virkaði sum nevnt í einum øðrum mentanarligum umhvørvi enn Jesus, millum heidningar uttan fyri Galilea, har hjúnaskilnaður av religiøsum grundum mátti vera ein møguleiki hjá kristnum. Her taka teir konservativu patriarkarnir treyðugt undir við Paulusi, men teir gera minni burturúr, at Paulus ráddi teimum fyrstu kristnu frá at ganga saman í hjúnalag yvirhøvur. Í fyrra Korintbrævinum 7:8-9 sigur Paulus: "Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi, eins og eg eri. Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd". Her er trupult at síggja nakað pláss fyri kærleikanum í hjúnabandinum, men tá Paulus loyvir kristnum at skiljast, so kann tað eisini vera av tí grund, at hann helst ikki vil hava, at kristin skulu vera gift. Hann ræður kristnum frá at gifta seg og loyvir teimum hjúnaskilnað, har hin parturin er vantrúgvandi. Paulus tykist her viðgera tvær síður av somu søk.

Tá ið Paulus gevur einkjum og ógiftum í Korint hesi fyri okkum heilt margháttligu ráð, so tykist grundin vera, at kærleikin skal vera halgaður Jesusi. Í fyrra Korintbrævinum skrivar Paulus til samkomuna í Korint: "Men eg vil, at tit skulu ikki vera stúrnir. Hin ógifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, hvussu hann kann toknast Harranum. Men hin gifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hann kann toknast konuni. Og tað er eisini munur á konuni og moynni. Hin ógifta moyggin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, fyri at hon má vera heilag bæði viðvíkjandi likami og anda; men hin gifta konan hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hon kann toknast manninum" (fyrra Kor 32-34). Tað er tað asketiska (lívsnoktandi) kristna idealið, sum Paulus her tosar so vakurt um. Hesin tankin finst sambært Matteusevangeliinum eisini hjá Jesusi sjálvum, sum hálovar teimum, ið "fyri himmiríkis sakir" hava gjørt seg til "geldingar" (Matt 19:12). Seksualiteturin, sum er av tí ónda, verður av Paulusi treyðugt góðtikin innan karmarnar á hjúnabandinum, men so er eisini alt sagt. Eftir at Paulus hevur loyvt eina minstu mongd av seksualiteti í hjúnalagnum, har maður og kona gerast eitt í holdinum, dregur hann nærum í land aftur, tá hann skrivar til samkomuna í Korint: "hetta sigi eg, brøður, at tíðin er stutt, so at hereftir skulu bæði teir, sum hava konur, vera, sum høvdu teir onga, og teir, sum gráta, sum grótu teir ikki, og teir, sum eru glaðir, sum vóru teir ikki glaðir, og teir, sum keypa, sum fingu teir einki at eiga, og teir, sum nýta heimin, sum nýttu teir hann ikki" (1. Kor 7:29-31). Menninir skulu v.ø.o., um teir endiliga skulu vera saman við konuna, syrgja fyri ikki njóta tað; hava kynsligt samband við konuna uttan at merkja nakað. Í fyrra Tessalónikubrævinum skrivar Paulus til teir stakkals tessalónikarnar "at ein og hvør av tykkum veit at vinna sær sítt egna ker í heilagskapi og heiðuri, og ikki í girndarfýsni eins og heidningar, sum ikki kenna Guð" (1. Tess 4:4-5). Í Galatarabrævinum (5:24) skrivar Paulus í fullum samsvari við hetta, at "tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum". Tað hevði tí verið best, at tey kristnu als ikki giftu seg.
Konservativu patriarkarnir í fólkakirkjuni, teir skriftlærdu hirðarnir hjá kirkjufólkinum, ið við støði í skriftini m.a. siga seg noyðast at sýta fráskildum uppafturgiftu, áttu - um teir veruliga taka skriftina í fullum álvara - eisini at sýtt fyri ella í øllum førum rátt sóknarbørnum sínum frá at gifta seg. Tá høvdu teir verið trúgvir móti skriftini. Sjálvir áttu teir sum fólksins hirðar at fylgt Paulusi og verið ógiftir og liva eitt asketiskt lív í einsemi. Tí boðskapur Paulusar er greiður: Tíðin er knøpp, haldið tykkum burtur frá heimsins gleðum, elski einans Gud, verið helst ógift sum eg, gifti tykkum einans um girndin gerst ov stór, men verið tá saman við konunum sum um tit ikki vóru tað, skilji tykkum, um hjúnafelagin er vantrúgvandi og gifti tykkum helst ongantíð aftur.

Ein samanhangandi og heiðurlig tulking av Paulusi, sum væl at merkja er trúgv mótvegis bókstavinum í hansara brøvum, tykist eisini krevja hetta. Teir konservativu prestarnir vilja bara ikki hava allan pakkan hjá Paulusi; teir vilja bara taka tað úr skriftini, sum kann nýtast til at stuðla teirra patriarkalska lyndi. Teir eru ein leivd frá eini autoriterari tíð og vilja tí heldur ikki viðganga, at sjálvt Paulus handfór læru Jesusar sjálvstøðugt. Teir tykjast onga sjálvstøðuga støðu hava, men eru trælir av sínum patriarkalska máttloysi. Teir krógva sítt vantandi hugflog og sítt konservativa patriarkalska lyndi í prestakjólanum og rættvísgera seg mótvegis modernitetinum við konservativum útleggingum av 2000 ára gomlum sjónarmiðum hjá Paulusi.

Allan pakkan hjá Paulusi, sum leggur upp til eitt asketiskt lív í ógiftum einsemi, vilja teir tó ikki kennast við.

Konteksturin - tekstur og søga
Tá hetta er sagt, so ber til at spyrja teir konservativu prestarnar, hví skriftin altíð skal takast í fullum álvara. Tey, sum bara hava eitt lítið sindur av innliti í tekstgransking vita, at allir tekstir eiga at skiljast í tí søguliga, mentanarliga og samfelagsliga høpi, sum teir eru skrivaðir í. Eingin høvundur skrivar sínar tekstir undir ævinleikans sjónarhorni; høvundar viðgera trupulleikar og spurningar, ið eru aktuellir í teirra egnu samtíð. Tann gudfrøðingur, sum ikki hevur skilt tað, hann hevur einki lært, meðan hann hevur ognað sær sína vitan.

Paulus skrivaði t.d. ikki til okkum í 21. øld, men til samkomur í síni egnu samtíð, ið høvdu serstakar og heilt øðrvísi trupulleikar enn teir, sum vit hava í dag. Sjálvur hevur Jesus einki skrivað til síni viðhaldsfólk, sum teykunnu lesa og taka støðu til, men heldur ikki hansara boð viðvíkjandi hjúnaskilnaði, soleiðis sum tey - alt eftir hvørjum teksturin er skrivaður av og til - eru endurgivin í ymiskum útgávum av seinni høvundum, kunnu takast úr tíðarhøpinum og uttan víðari førast yvir á okkara samfelag. Jesus ger, eins og teir høvundar, sum seinni endurgeva og laga boð hansara til kristin í ymiskum mentanarligum umhvørvum, viðmerkingar til heilt serstakar trupulleikar í samtíð síni, tá hann setur boðið fram. Hann tosaði til eitt patriarkalskt jødiskt samfelag í Galilea, sum hevði serligar trupulleikar. Í 5. Mósebók 24:1-2 stendur soleiðis um hjúnaskilnað: "Tá ið maður tekur sær konu og legst við henni, men hon ikki finnur náði í eygum hans, av tí at hann verður varur við eitthvørt ótokkaligt hjá henni, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, tá er henni heimilt, eftir at hon er farin av húsi hans, at giftast øðrum manni; men um nú seinni maður hennara fjónar hana og skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, ella at seinni maðurin, ið tók hana til konu, doyr, tá má fyrri maður hennara, sum sendi hana burtur, ikki taka hana aftur til konu, eftir at hon er vorðin órein, tí at tað er Harranum andstygd, og tú skalt ikki føra synd yvir tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar". Sum sæst høvdu kvinnur nærum onga verju í Móselógini; maðurin kundi nærum fara við henni sum honum lysti.

Tað er í hesum søguliga, mentanarliga og samfelagsliga høpi, at hjúnaskilnaðar- og endurgifturásetingar Jesusar skulu skiljast. Í veruleikanum roynir Jesus at verju kvinnur móti valdsmisnýtslu frá monnum, í einum samfelag, har hjúnaskilnaður var ein privat søk, sum menninir kundu seta í verk uttan um dómstólarnar. Teir (menn), sum halda, at tílík boð hjá Jesusi, sum fyri 2000 árum síðani vóru sett fram í einum náðileysum patriarkalskum samfelag, har menninir høvdu buktina og báðar endarnar, uttan víðari kunnu flytast yvir á
samfeløg í 21. øld, har kvinnur bæði løgfrøðiliga og peningaliga eru vorðnar leysar av monnum, hava einki søguligt vit. Tá teir tulka 2000 ára gamlar vegleiðingar hjá Jesusi og Paulusi til ávikavist jødar í Galilea og tey fyrstu kristnu í Rómverjaríkinum sum treytaleysar lógir, ið teir hava skyldu til at trýsta oman yvir upplýst føroysk kirkjufólk í 21. øld, so tykjast teir harumframt hava misskilt sjálva ta eksistentiellu kjarnuna í kristindóminum. Teir gløggu (mannligu) prestarnir, sum viðurkenna kvinnuligar prestar og við gleði unna fráskildum eina nýggja roynd at finna eydnuna, vita tað væl. Paulus, ið sjálvur gjørdi sjálvstøðugar tulkingar av hjúnaskilnaðarásetingunum hjá Jesusi, tá hann vegleiddi sínar samkomur í Rómverjaríkinum, hevði øtast við, um hann hevði vitað, at universitetsútbúnir gudfrøðingar 2000 ár seinnu fóru at nýta hansara brøv, m.a. tey til samkomuna í Korint, sum grundgeving fyri, at fráskild ikki skulu sleppa at gifta seg aftur. Hesir menn tykjast ikki hava skilt, at tað, ið sagt verður, skal skiljast í tí søguliga og samfelagsliga høpi, tað verður sagt í. Bíblian er sum kunnugt ikki Guds orð, men orð um Gud, sum Paulus og aðrir fornir høvundar hava skrivað.

Fyrra Timoteusbrævið, sum í bíbliuni ber navn Paulusar og gevur kvinnuni boð um at "vera í kvirru", sýtir henni møguleikan fyri at "vera lærari" og bjóðar henni at "vera frelst gjøgnum barnføðing sína" (2:11-15), er enntá als ikki skrivað av Paulusi. Niðrandi orð um kvinnuleiklutir í fyrra Korintbrævinum (14:34-35), sum leggja upp til, at kvinnur skulu "tiga í kirkjusamkomunum" og "vera undirbrotligar", eru neyvan heldur skrivað av Paulusi. Fyrra Timoteusbrævið, sum ber navn Paulusar, er skrivað av monnum langt eftir deyða hansara, umleið 100 e.Kr., fyri at minka um leiklutin hjá kvinnum í fornkirkjuni. Tað sama kann sigast um teir patriarkalsku avritararnar, sum broyttu navnið á Juniu, sum sambært Paulusi var millum fremstu kristnu ápostlarnar, til Junias (Róm 16:7). Korintbrævið er skrivað av Paulusi, men nógv bendir á, at ørindini 34-35 í kapittul 14 stava frá seinni avritarum, sum vildu skerja leiklutin hjá kvinnum í fornkirkjuni. Tað hevur m.a. verið ført fram, at hesi ørindini ikki altíð standa á sama stað í teimum varðveittu handritunum. Men tá samanum kemur, so er tað í grundini líka mikið, um tað er Paulus ella onkur annar fornaldarhøvundur, sum hevur skrivað hesi fyri allar modernaðar kvinnur niðrandi orð. Hesi orð siga einans nakað um hugburðin mótvegis kvinnum í fornøldini. Tey hava bara søguligt virði og kunnu einki læra okkum um lívið í 21. øld. Tað er eingin grund til at taka í álvara hesi kvinnuniðrandi sjónarmiðini, sum stava frá eini farnari patriarkalskari tíð. Tað eru bara konservativir prestar, sum ikki hava lagt merki til, at røddir frá fornøldini hoyrast í bíbliuni.

Tey flestu í dagsins føroyska samfelag, sum bara hava eitt lítið sindur av skili fyri tekstgreining, munnu í sínum stilla sinni flenna eftir intellektuella støðinum hjá hesum óhjálpnu patriarkunum, men tey munnu samstundis eisini undra seg stórliga yvir, at hesir prestar fáa almenn størv í fólkakirkjuni, har teir fyri skattaborgarans hart vunna pening fáa loyvi til at dyrka sínar egnu persónligu "nykkur". Tí í allari teirra fáfongd og intellektuella máttloysi er tað einans í fólkakirkjuni, at hesir prestar kunnu gera stórvegis skaða.
29.09.2010
Alexandur Kristiansen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?