Ein nýggj undirstætt

Virðingin fyri ungdóminum gongur tann skeiva vegin. Tað hava vit sæð síðstu árini. Vunnin rættindi verða tikin frá teimum. Og nógv ung kenna seg sum syndabukkar í eini tíð, tá ið samfelagsbúskapurin viknar. Nógvastaðni í Evropa umboða ung eina nýggja undirstætt. Ungdómar og útlendingar standa aftast í røðini, ið leitar eftir arbeiði. Ungdómsarbeiðsloysi er ein vaksandi trupulleiki í øllum Vesturheiminum – eisini her heima – og kann enda við sosialum sorgarleiki í næstu framtíð. 

31.10.2010
Firouz Gaini
Etikkur og politikkur
Alt fleiri ung verða eisini tveitt í fongsul, ið hýsa herviligum vaksnum brotsmonnum. Í Danmark arbeiða fleiri leiðandi politikarar úr fleiri flokkum fyri at taka aldursmarkið heilt burtur, so at øll børn og ung kunnu revsast fyri kriminalitet. Í Bretlandi, sum avbyrgir ungfólk í hópatali, er júst komið fram, at fangavørðar hava eina serliga skrivliga leiðbeining, ið greiðir teimum frá, hvussu truplir unglingar kunnu pínast likamliga. Ungdómar verða, mugu vit ásanna, viðfarnir, sum vóru teir yvirgangskroppar, ið hótta samfelagið í síni heild.

Tá ið útbúgvingin eisini verður tikin frá ungdóminum, so er tað kanska ein harðari revsing enn at senda ungdómin á arbeiðslegu ella í fongsul. Tá tekur tú framtíðina frá teimum. Tú skræðir veingirnar av fuglinum, sum skjótt skal á flog. Tað er eitt slag av samfelagsligum deyðadómi, ið ger eitt heilt ættarlið til B-borgarar. Tú forðar teimum í at fáa vitanina og royndirnar, tey hava inniliga brúk fyri. Djúpar fíggjarligar skerjingar á útbúgvingarøkinum raka yngstu ættarliðini serliga meint. Tað sigur seg sjálvt. Nógv samfeløg gera hetta mistakið: tey spara framtíðina burtur... Hetta skapar eyðsæð ótta í ungdóminum, ein ótta, ið spjaðist og elvir til vónloysi. Og hetta kann ikki tulkast sum annað enn eina væntandi viðurkenning av ungdóminum. Úrslitið verður ofta, at ungdómurin, sum kennir seg óynsktan og ónyttugan, rýmir burtur í onnur lond. Tá ið ung hvørki fáa útbúgving ella arbeiði, og samfelagið ikki vil stuðla teimum, so eru ikki bara tey ungu í neyð; støðan rakar eisini foreldrini og familjuna hart.

Vit vilja gjarna hava ung, sum vísa áhuga fyri politikki, men vit geva teimum ikki valrætt (undir átjan ár). Vit vilja hava ung at taka lut á arbeiðsmarknaðinum, men vit bjóða teimum ikki sámuliga løn. Vit vilja hava ung at nema sær hægri útbúgving, men vit raðfesta ikki útbúgvingarøkið nóg høgt. Vit vilja fegin at ung festa búgv heima í Føroyum, men vit hava ongar leiguíbúðir at bjóða teimum. Tó eru tíbetur eisini glottar at hóma viðhvørt. Tað eru politiskar røddir, sum vilja bøta um korini hjá børnum og ungdómum í samfelagnum. Høvuðsrákið er tó, eins og aðrastaðni í Evropa, at tey ungu missa rættindi og verða slept upp á fjall. Myndugleikarnir geva foreldrunum ábyrgdina fyri trupulleikunum hjá teimum ungu. Ungdómurin hevur í nógvum førum fingið tann ivasama heiður at vera eitt slag av innara fíggindina, sum má berjast niður við harðari hond. Floyalshandskar samfelagsins eru tveittir burtur og avloystir av stálneva, ið skal disciplinera uppreistrarsinnaðar unglingar.

Ung við serligum tørvi umboða ein serliga veikan samfelagsbólk. Í Føroyum hoyrist javnan um familjur, sum flyta av landinum, tí tey ikki fáa neyðuga hjálp til børnini, sum líða av likamligari ella sálarligari sjúku. Samfelagið hevur snøgt sagt onki at bjóða teimum. Eisini her eru tey ungu tíverri fyri vanbýti. Eitt mótrák má skjótt koma, sum vendir alduni, so at yngstu samfelagsborgararnir aftur fáa síni rættindi. Sonevnda eldrabylgjan, ið flytir miðalaldurin í landinum nógv upp, ger tað uppaftur meira átrokandi at geva unga minnilutanum eitt rættvíst vald í samfelagnum. Tey skulu ikki kódna í "gráum gulli".
31.10.2010
Firouz Gaini
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?