Fortíðarinnar hetjur í andróðri

Í farnum øldum var maðurin súmbol fyri føroyskt hetjudirvi og styrki, ið hugtók ungdómin. Dreingir vóru bergtiknir av djarva og óttaleysa lívsstíli “veiðimansins”. Kropsstyrki og úthaldni vóru hægst virdu eginleikarnir hjá monnum, ið lótu ikki á sær finna. Synir upplivdu, sum heild, størri frælsi og hægri samfelagstign enn døtur (Winther 1875: 421-422). 

10.10.2010
Firouz Gaini
Etikkur og politikkur
Ungir føroyingar eru ofta allahandamenn við framkomnari kenslu fyri tí praktiska. Teir eru pragmatiskir generalistar, ið kunnu takkla flestallar uppgávur og trupulleikar í gerandislívinum uttan nevniverda serkøna hjálp. Teir umvæla bilar og mála hús, fletta seyð og fleyga fugl. Hesir jarðbundnu ungu menninir, við sterkum tilknýti til lokalsamfelagið, hava internaliserað eina umfatandi praktiska vitan um samfelagið og náttúruna, teir hava kring seg.

Mótsett serfrøðingum við abstraktum analytiskum logikki, kunnu ungu menninir lýsast sum brikolørar (av franska orðinum bricolage), ið á skapandi hátt seta saman nýggj hugskot og ting, ið eru til handa. Brikolørar eru listarligir av náttúru og skapa samanhang og heild, har onnur sundurbýta í servísindanna tænastu (Eriksen og Hemer 1999). Ungir brikolørar, ofta settir í samband við siðbundin samfeløg, kunnu uppliva sosiala marginalisering í samanstoytinum við modernaða skynsama hugsanarháttin, ið grundar á skrift og tøl. Samleikin hjá føroyskum monnum kann, við tilvísing til henda frymil, roknast við at vikna í sosialari tign í takt við almennu moderniseringsgongd samfelagsins.

Dreingirnir av bygd koma lutfalsliga tíðliga inn í vaksnamannahópin við egnari inntøku og sjálvbjargni. Ung úr Havn kalla ofta, í niðursetandi tóna, bygdadreingirnar fyri primitivar dreingir við avoldaðum stílum. Hesir dreingirnir, sum eg aðrastaðni viðhvørt hava kallað "atlantiskar cowboys", síggja tó seg sjálvar sum rættar menn við veruligum føroyskum manslyndi. Myndamálsliga vísir hugtakið "cowboys" serliga til lívsstílin hjá ungum sjómonnum við nógvum pengum, flottum bilum og villum býtúrum.

Samfelagið, ið hevur flutt seg nógv síðan áttatiárini, er eyðkent av nógvum síðustillaðum ungdómsbólkum við ymiskum stílum og virðum. Atlantisku cowboyarnir, ið hava fingið sterka mótsøðu frá fleiri síðum, umboða bara ein av fleiri maskulinitetum í dag. Breiða vitanin og praktisku royndir teirra verða ikki treytarleyst lovprísað longur. Við øðrum orðum, so hava hesir dreingirnir í stóran mun mist viðurkenning. Manslyndið teirra er avtignað.

Útbúgving er ein týðandi partur av frágreiðingini. Nýggj krøv til formliga útbúgving flyta mørk. Dreingir úr útjaðaranum kunnu illa varðveita sína sosialu tign uttan av álvara at gera íløgur í útbúgvingar. Gamli stoltleikin og manslyndið hjá ungu monnunum er í dag, ironisk nokk, kanska størsta forðingin fyri einari almennari hetjustøðu ímillum javnaldrar. Uttan skrivliga og bókliga vitan - grundað á analytiskan logikk - eru nógvir dreingir í vanda fyri at enda sum stemplaðir samfelagstaparar.

Nýggju mansfyrimyndirnar í samfelagnum er í høvuðsheitum knýttar at býumhvørvinum við globalum ungdómsmentanarligum rákum. Ungu menninir kenna seg meira individualistiskar og modernaðar - men ikki minni føroyskar - enn bygdaungdómur gjárdagsins. Í dag eru mótatilvitað ung, ið vaksa upp í einum framkomnum samfelagi, ið eisini hava eina nýggja fatan av kvinnum í samfelagnum. Í summum førum, sum t.d. hjá sonevndum metroseksuellum monnunum, eru kvinnurnar enntá ein fyrimynd, sum menninir tilvitað eftirlíkna. (Simpson 1994).

Flestu ungu menninir eru eisini framsøknir og málvísir viðvíkjandi framtíðar útbúgvingar- og starvsleið. Teir vita, at teir ikki kunnu vinna mæti og tign uttan hart miðvíst forarbeiði. Modernaðu menninir, ið ofta hava eitt lutfalsliga veikt tilknýti til bygdasamfeløgini, royna tilvitað at bróta sosialar og mentanarligar siðir í persónligum samleikaverkætlanum. Teir ynskja sjálvir at allýsa maskulinitet.

Útjaðarin missir unga fólkið. Fyrst flyta genturnar, síðan dreingirnir. Og ungir menn, sum nokta at flyta, t.d. teir sum skulu arva garðin, hava ilt við at finna sær konu. Og í dag seta genturnar sær hægstu málini viðvíkjandi dreyminum um at fáa eina høga útbúgving, eitt avbjóðandi starv og ein fjølbroyttan lívsstíl. Tær gera eitt dupult avrik fyri at røkka lívsmálum sínum. Í útoyggj sita glataðir eisnligir menn eftir og hugsa um fortíðarinnar sterku fedrar. Modernaða samfelagið hevur upployst serstøðu unga mansins í familju og bygdasamfelag.

Dreingir, siga fleiri viðurkendir granskarar, sleppa ikki longur at vera dreingir. Viðvíkjandi kynsmunum millum donsk børn í dag, sigur Zlotnik (1984) t.d., at "drenge fanges lettere og hurtigere i en ond cirkel af forhold og omstændigheder, som på selvforstærkende vis øger deres skrøbelighed". Hetta hevur elvt til ein nýggjan form fyri marginalisering millum ungar menn, ið annars høvdu eina trygga framtíð í sínum hondum. Hesir dreingirnir hava ofta ein familjukapital, ið er farin frá at vera sunnur og fyrimyndarligur til at fáa diagnosuna sosialt "truplir".

Modernaðu ungu kvinnurnar, ið øvugt javnaldrandi mennirnar útstrála sjálvsálit og støðufesti, duga væl at tosa við vinfólk um trupulleikar og at uppsøkja hjálp í neyð. Haraftrat duga tær ofta nógv betur at seta orð á kenslur og tankar.

Maskulinitetur og kynssamleiki eru fyribrigdi, ið mugu síggjast í einum ávísum samanhangi, og sum broytast gjøgnum tíð. Allýsingin av einum manni er eisini altíð ein endurspegling av allýsingini av eini kvinnu. Samskiftið millum kynini er ein áhaldandi gongd, ið verður ávirkað av almennu normum og fyrimyndum samfelagsins.

Vit mugu ikki gloyma, í kjakinum um javnstøðu, mongu ungu menninar - fortíðarinnar hetjur - ið á ymsan hátt kenna seg fremmandar í egnum landi. Fyri at skilja kompleksitetin í seinmodernaðu samtíð okkara, so er umráðandi at seta hendan bólkin av ungdómum í brennidepilin.


Bókmentir:
Eriksen, T.H. og Hemer, O. 1999. Ambivalens og fundamentalisme. Oslo. Spartacus Forlag
Simpson, M. 1994. Here come the mirror men! In The Independent 15th November. London
Winther, N. [1875] 1985. Færøernes Oldtidshistorie. Torshavn
Zlotnik, G. 1984. De stakkels drenge. Kønsforskelle i barndommen. København
10.10.2010
Firouz Gaini
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?