Norðurlendska uppskriftin á deyðastrá

Er nakað samband millum moralska skapið og materiella ríkidømið hjá norðurlendingum? Eru vit í norðurlondum rík, tí at vit eru so rasurein og kristilig, ella høvdu vit kanska verið uppaftur ríkari, um vit vóru rasublandað og heiðin?

24.10.2010
Hermann Oskarsson
Etikkur og politikkur
Nei, sjálvandi kann man ikki spyrja soleiðis, tí tað er ikki av ongum, at fólk og samfeløg í norðurlondum eru, sum tey eru. Tað er rættuliga eyðsæð, hví norðurlond eru minni rasublandað enn miðjarðarhavslondini. Suðurevropeisku londini eru grannalond hjá mentanum, sum eru okkum norðurevropearum heilt fremmandar; og trýstið frá fátækari og fremmandari fólkasløgum eftir at sleppa inn um mark til Italia og Spania er størri, enn vit duga at hugsa okkum.

Haraftrat hava serstakliga suðurevropa og eysturevropa verið krossvegurin hjá teimum nógvu fólkasløgunum, sum hava reikað oman og niðan og eystur og vestur gjøgnum Evropa í øldir. Fólkasløg og mentanir har suðuri eru sprøklut og spennandi litblandað í túsunda ár, og aftur nú er vaxandi íbland av fremmandum fólki - fólki við øðrum tungumáli, aðrari trúgv og aðrari mentan í so nógvar mátar, enn teirri, sum hevur verið hevd í londunum í nýggjari tíð.

Í so máta eru norðurlond heilt annaðleiðis stødd. Vit eru ikki von við at heil fylgi av øðrum fólkasløgum koma inn um landamark. Hvørki fyrr ella nú. Teir siðir og siðvenjur, vit hava samst um at halda í hevd, eru okkara egnu. Onki gamalt agg er millum fólkasløg og mentanir. Og álit millum javnsettar partar sum skilja hvønn annan, er grundarlagið undir teimum siðum, sum síggjast aftur í nútímans lógarverki og óskrivaðu reglum.

Tað, vit hava at keglast um, er so vælsignað smátt. Jarðarmørk, ótrúskap og gamlar rokningar. Og so á sama kirkjubonk hvønn sunnudag kortini.

Eg veit ikki um nakað organiskt samband er millum einlittu mentanina og samfelagsliga hepnið. Men eg veit, at í norðurlondum eru bæði. Samstundis.

Norðurlond teljast millum ríkastu lond heimsins. Øll norðurlond eru at finna millum 10 tey ríkastu londini í heiminum, og tað hava tey verið í fleiri tíggjuár á rað. Tað kann ikki vera av tilvild! Ongir aðrir bólkar av londum eru at finna so tætt saman á listanum, sum vísir lond eftir inntøku.

Og ikki bara tað. Londini fylgjst eisini tætt saman á øðrum uppgerðum, sum vísa, at tey hava av minsta kriminaliteti, av mestu kvinnuluttøku í arbeiði og politikki, lægsta barnadeyða, longsta lívsævi, hægstu útbúgving og javnasta býtið av samfelagsins framboð og ágóða.

Friður og í menniskjum góður tokki.

Men kortini hava Norðurlond seinastu tíðina verið alt meira umrødd í heimspressuni fyri ein heilt annan eginleika: fremmandahatur.

Rasisman í høgravendu flokkunum er ikki nýggj - hon hevur altíð verið har í einari variasjón frá innantanna vanvirðing til harðrenda jagstran. Men mest hevur hon verið innantanna millum hesi høgravendu hampafólk í Norðurlondum.

At høgravend rasisma, tjóðskaparligt sjálvsøkni og kristiligur moralørskapur hevur gróðrarbotn í einum ikki so lítlum parti av fólkinum er heldur ikki nýtt.

Men hesi seinastu árini er tað syrgiliga hent okkum, at meira hóvligu høgraflokkarnir hava lorað sínar extremu brøður og systrar sínar inn bakdyrnar, klætt og snákað teir til av nýggjum og brúkt teir til skorður undir stjórnarskeiðnum.

Uttan mun til hvønn lit tú frammanundan hevur - blandar tú svart uppí, so verður upprunalitutin døkkari. Og soleiðis hevur politiska gongdin eisini verið í eitt nú Danmark seinastu árini.

At tað ikki bara var Dansk Folkeparti sum steig eitt lítið fet móti miðjuni, men alt samfelagið sum rak til høgru, hevur blinda øðin móti teimum muhammedstrúgvu verið váttan um. Massapsykotiska og banala atsóknin móti Muhammed og muslimskari trúgv var ein sjálvhátíðarlig, men innantóm, háðan av fremmandafólki og øllum tí sum fremmant er.

Í Noreg hevur uttasta høgra leingi verið sterkt - bæði í lokalpolitikki og landspolitikki. Í Svøríki brast fyri nev á ríkisdagsvalinum í heyst, hóast fýra prosent høgu tinggáttina.

Í Belgia og Hollandi - sum ofta eru at finna saman við norðurlondum í besta flokki eftir so nógvum mátum - hevur høgrarákið tikið somu bráðvend.

Tað hevur ikki eydnast borgarligu flokkunum í Norðurlondum at spekja sínar døkku høgrasnaraðu vinir - heldur er tað øvugta hent, at meira moderatu flokkarnir og veljarar teirra hava flutt seg nærri fremmandaóvinskapinum.

Og kanska hevur samfelagið alt flutt seg sama veg. Eins og vit eru ov deyv og óansin til at hoyra grasið grógva, so fata vit ikki fyrr enn ov seint er, at rot er komið í samfelagsliga sinnið.

Tað er nógv sum bendir á, at Norðurlond og norðurlendska samfelagssniðið er ikki tann bjarti vitin, sum onnur kunnu seta kósina eftir.

Hugsandi er, at drúgvi samfelagsligi framburðurin, sum hevur borið hesi smáu londini fram á oddin millum heimsins lond, er grundaður á óvinaliga og sjálvsøkna puritanismu, um man kann kalla tað so.

Vit tola bara at hava ókeypis skúla og heilsuverk, so leingi tað einans eru hvítir knokkar, sum sleppa innum. Vit tola bara at hava dyggar sosialar veitingar undir arbeiðsloysi, avlamni og mishappi annars, um tað einans eru ljósar hendur, sum taka ímóti.

Er tað tjóðskaparligt føðibræv, váttan um rætta trúgv, húðalitur og móðurmál sum eru atgongumerki til norðurlendsku feitilendini? Um so er, so er uppskriftin ikki framtíðartryggjað. Og um so er, so er skipanin ikki haldfør uttan at laga manshøgar verjumúrar kring um skorðurnar. Sum í Ísrael. Sum fram við amerikanska markinum til Mexiko. Sum fram við strond Evropa móti Miðjarðarhavinum. Sum í Berlin í gomlum døgum.

Norðurlendska uppskriftin er ikki framtíðartryggjað, tí tann víðopni heimurin, vit hava stevnt ímóti, krevur vinalag við grannar og viðskiftafólk - uttan mun til trúgv og tjóðskap. Partapolitiska landslagið í Danmark, Noreg og Svøríki bendir harafturímoti á, at grundarlagið undir norðurlendsku uppskriftini er, at tað krevst kristiligt og nasjonalt váttorð fyri at vera við í gylta felagsskapinum.

Exkluderandi hugburðurin hevur ofta røtur í nasjonalari mentan, kristintrúgv ella øðrum ideologiskum botni, sum á ein ella annan hátt hevur moralska og sosiala hevd í landinum.

Tí verður undirtøkan eisini so breið, at vit øtast við at hesi, í aðrar mátar hampafólk, kunnu finna upp á at útihýsa samkyndum, muhammedstrúgvum og øðrum við fremmandum uppruna.

Í rørslum við tjóðskaparligari ella aðrari progressivari sosialari ideologi er neyðugt at vera á varðhaldi fyri hesum andstyggiliga og arrogant útihýsandi hugburðinum.
24.10.2010
Hermann Oskarsson
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?