Heyst í hondum

Eri júst afturkomin úr Íslandi, har vit bæði, Martin og eg, eitt skifti hava verið partur av gerandisdegnum longst uppi á landnyrðingshorninum, har lendið er vítt og breitt, og har summardagurin er so óendaliga bjartur. Ein heilan mánað hevur stóráin, Skjálfandfljót, sungið fyri okkum, og vit hava sitið í pulshosum og gummiskóm uttan fyri summarhúsini og hugt út yvir blágráar fløtur og endaleysa grótbræðing, ið toyggir seg langt upp á Sprengisandin og hálendisoyðuna. Hálendisoyðuna, ið føroyingar kanska kenna best úr sanginum Ríðum, ríðum, rekum yvir sandinn. 

24.10.2010
Þóra Þóroddsdóttir
Ymist
Tá ið vit hildu av stað, vóru fólkini á Breiðumýri, bóndagarðinum, har eg eri uppvaksin, og har tann dýpsta fláin helst er grundað, í holt við at smíða kornturkara. Eina veldiga heimagjørda silo við turbin og alskyns mekanikki, so undan slepst at flyta kraftfóður inn uttanífrá til heystar. Tað verður sveisað, hamrað, bygt og stoypt, tá ið vit koyra heim eftir slættanum á nesinum millum Mýraránna og Reykjadalsánna. Garðurin er ikki av teimum størstu, men har er væl vallað og verðin er heldur nær enn fjar í hesum kvirra, grøna dalinum, ið toyggir seg suður ímóti Mývatni innan frá Skjálfandaflógvanum og Norðuríshavinum.

Tey eru har enn, fólkini, ið eg slapp at vaksa upp saman við. Gomlu bóndahjúnini eru sjálvsagt langt síðan farin, men tey níggju børnini, fóru aldri langt av leið og enn búgva trý teirra harheima, meðan hini seks hava hildið leiðina fram aftan á foreldrunum, summi alt ov ung, onnur komin væl til aldurs. Sonur ein av elstu systkinunum, Friðgeir, er tann nýggi bóndin, ein útlærdur elektrikkari, ið hevur búð leingi á høvuðstaðarøkinum og roynt bæði eitt og annað, ein stór maskulin útgáva av John Travolta, sum er komin heimaftur í dalinum og hevur úr at gera.

Tá ið eg var sjey ár, ansaðieg eftir Friðgeir eitt heilt summar. Ja, hann var so at siga mítt fyrsta arbeiðspláss. Og sum eg gekk høgt upp í tað! Vaknaði tíðliga og gjørdi meg til reiðar at fara spelandi av stað tann stutta teinin millum læknahúsini og bóndagarðin.Mangan var eg so tíðliga á veg, at eg vakti bóndan og alla hansara familju, so tann lítli kundi verið ansaður. Upp skuldi hann, og hann skuldi bæði vaskast og fóðrast og stappast í vognin, tí leiðin lá altso út á bøin, út í morgunin og tíðina og verðina. Einki at bíða við!! Eg plagdi at parkera vognin stutt frá fjósinum, og har sat so hetta fitta dreingjabarnið friðarligt við stórum kodda aftan fyri ryggin og smíltist til tað bráða morgunbarnið úr grannahúsnum, sum rann og rann við einum bólti millum beinini, jongleraði, fluktaði og jublaði. Drongurin, sum seinni tók Travolta aftur í sinn og í skinn, smíltist og smíltist.

Langt er fráliðið, og fjøldin er farin við ánni, ið heldur á at fossa oman dalin, út um bugin og aftur um høvdina. Hetta er staðið, har steðgað verður á og ikki ber til at koyra framvið uttan at draga andan onkustaðni djúpt innanífrá. Tað rýkur, sum tað altíð hevur rokið, og tíðin bíðar eftir tær og biður teg vera, sum tú ert. Og tað er haðan, hildið verður fram upp á hálendisslættan yvir til Eysturlandið, Seyðisfjørð og Norrønu.

Eg síggi betur enn nakrantíð, at Friðgeir er ikki bara ein útgáva av dansaranum og hjartaknúsaranum vestan hav. Har er meira enn tað, og nú, hann er farin um tey fimmti og er fluttur aftur á garðin við nýggjari konu, ættleiddum barni, fosturbørnum og pappbørnum,hevur hann fingið eina lítla diddu, sum hevur fingið navn eftir mínum besta vini, stórabeiggja hansara, sum doyði alt ov ungur fyri einum fimmogtjúgu árum síðan. Ingibjørg Arna eitur hon, og hann sigur so skemtandi, at tá ið hann fekk hesa gentuna í fjør, var tað hansara fyrsta biologiska barn, hóast vinurin og javnaldrin, Kolbein, longu tá átti eitt átta ára gamalt abbabarn, men - sigur hann so - eg var yngsti pápi í dalinum tað árið!

Tað er ikki gerandiskostur, at ein glæsiligur sangari og dansari flytur í dalin við áræði í eygum og lívsroyndum í hvørjari tægr at taka við av fólkunum, sum eina ferð vóru ung og nú eru av besta aldri. Hann hevur bygt sær eina lága lon, so tað eldra ættarliðið kann halda á at vera, har tað altíð hevur verið, og ikki til onga nyttu, tí tey taka sær gleðiliga av hangikjøtsroyking, heimalombum, hønum, dunnum, hegnum og als kyns smápjátri, eitt nú at tína ber seinni helvt av augustmánaði.

Í tí gamla køkinum í kjallarnum hava tey dúkað borð, og vit fáa tað besta eg veit, mjólkagreyt við súrari blóðpylsu og kanelsukri. Harra mín Guð, sum tað smakkar væl. Prátið gongur, sum tað altíð ger, tí verðin er víð, hóast dalurin er lítil, og uttan fyri gluggan sveiggjar tann nýggi kornakurin bæði gulur og grønur. Vit greiða frá ferðini vit hava verið heilt vesturi á Látrabjargi, og tey greiða frá hoyterra, nýggjum vinnuháttum og tí stóru siloini, sum reist verður undir fjósvegginum, har eg lærdi meg at heilflukta á sinni.

Og vit halda enn og aftur av stað. Tøgnin valdar, men helst hugsa vit tað saman: Gævi at tann nýstoypta grundin fær stundir at harðna, áðrenn heystið og frostið við teimum kláru stjørnunáttunum heilsar á hesum sinni.
24.10.2010
Þóra Þóroddsdóttir
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?