Mentanarpolitikkur (1)

Nú ein dagin segði útvarpið, at eitt ísfjall hevði slitið seg leyst á Suðurpólinum, og fyri at siga okkum føroyingum, hvussu øgiliga stórt tað var, var sagt: at tað var á líka stórt sum Fyn. Tey bóru ikki saman við okkara land. Og OK - vit skulu ikki vera so tykkin og smásár og grenjut, tí tað kann vera gáloysi og leti, tað er sjálvandi, tí tað er týtt úr donskum, tí eingin onnur kelda hevði brúkt henda samanburðin, men her er onkur grundtóni, ið skurrar. Her er eitt stílloysi, sum vindur upp á seg, og sum eftir hondini er farið at rópa ymsa staðni.

07.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur
Í sama útvarpi var fyri eini tíð síðan greitt frá eini ovurhondsstórari vatnorkubyrging í Kina. Í útvarpinum varð byrgingin kallað ein sjógvur. Kina hevði fingið ein stóran sjógv. Og eg hugsaði, hvussu langt kann eitt fólk flyta seg málsliga eftir einum ættarliði. Tað var ikki lukkuligt fyrr, tá ið eitt skip fekk ein sjógv - men nú var tað altso Kina. Og hvussu stórur var hann? Tað var eingin hissini sjógvur - hann var tvær ferðir so stórur sum Danmark. Vit brúka ikki landgrunnin ella Norðhavið ella Føroya Banka ella leiðina millum Føroyar og Ísland sum grundarlag. Men Danmark. Enn einaferð - vit tosa, sum um vit eru stødd onkra aðra staðni enn her. Og kanska eru vit tað í huganum? Ella kanska eru vit so væl samansjóðað, at tað fellur púra natúrligt. Eg veit tað ikki, men vit brúka skeiv orð um vanlig viðurskifti og leggja ikki petti í tað í einum almennum fjølmiðli. Burtur úr tí fáa vit eitt stílloysi, sum ikki sømir seg almennum miðli. Og í hesum hurlivasanum av veikum máli og løgnari sjálvsfatan kunnu vit ikki vænta at føroysk tjóðarbygging fær stórvegis stimbur.

Høvuðsmentanarberar landsins - skúlin og fjølmiðlarnir - eru eins skizofrenir og tann politiska skipanin.

Tann politiska skipanin hevur seymað saman eina stødd, sum sigur okkum vera eitt land, men sum í roynd og veru er ein donsk kommuna. Okkara politikkarar hava telvað soleiðis, at vit juridiskt ikki kunnu vera annað enn ein donsk kommuna. Eitt land, sum onnur lond ikki kunnu viðurkenna, tí tað er ikki eitt land. Eitt land har íbúgvarnir ikki vilja vera danir, men bara stýrdir av danum. Annars eru vit føroyingar, sum líkjast danum meira og meira fyri hvørt ættarlið ið gongur - í atburði, í hugsanarhátti, í hugburði, í málsnýtslu.

Spurningurin um hetta landið tekur seg upp av og á, tá ið vit skulu vera við í onkrari ítróttarkapping, um vit kunnu sleppa at vera eitt land og flagga við okkara egna flaggi - annars er spurningurin um suveretnitet ikki nakað stórmál her. Í okkara landi skipa vit skúla eftir eini lóg, sum sigur, at skúlin, ið føroyingar ganga í, verður grundaður á okkara egna móðurmál - og so sleppa vit børnunum í skúla, og har ganga tey í 12 -14 ár, men skúlabøkurnar og alt tilfarið er danskt. Tey skulu vera stinn í føroyskum, og tey skulu læra tað ígjøgnum danskar bøkur.

Og vit undra okkum á, hví føroyskt er so torført at læra. Í staðin fyri at gera teimum føroyskt tilfar, fær málið skyldina. Vit víðkaðu almenna loftmiðilin til sjónvarp, men vistu ikki, hvat vit skuldu gera við tað, tá ið vit høvdu fingið tað. Loysnin var, at vit senda danskt sjónvarp ein tíma forskotið eftir donsku skránni og kalla tað Sjónvarp Føroya. So er tað málið loyst. Øll duga danskt, so Sjónvarp Føroya koyrir bara. Er tað nakað at siga til, at samanberingargrundarlagið er Fyn og Danmark - ella sum standardorðingin er nú: aðrastaðni í verðini til dømis í Danmark? Er tað nakað at siga til at en sø verður til ein sjógv heldur enn eitt vatn?

Nei - men í hesum veruleikanum, serliga við teimum týðiligu ábendingum, vit sum lærarar fáa dag og dagliga, hóra vit ikki undan málsliga. Vit fara framvegis at duga at syngja og mála og sniðgeva og spæla sjónleik. Men vit hesari gongdini fer málið at vikna so skjótt so nógv, at annaðhvørt situr onkur originalur og skrivar bøkur, ið eingin fer at keypa, tí tær eru ólesiligar, ella fer skaldskapurin at verða skrivaður á so veikum máli, at eingin fer at tíma at lesa tað. Til vit skifta mál.

Hesi bæði brotini, eg legði út við, vísa at tvinni viðurskifti, sum vit kunnu bøta um, sum ein góður mentanarpolitikkur kann fara í holt við - málið og søguna. Við miðvíst at arbeiða við hesum báðum høvustáttum, fáa vit styrkt okkum mentanarliga.

Framhald
07.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?