Mentanarpolitikkur (2)

Føroysk tjóðarbygging gongur trekliga og striltið, tí vit mangan halda so lítið um okkara egna, og uttan at kunna grunda tað á nakað vísindaligt verk, vænti eg, at tann veruleikin stavar frá øgiliga veikari søguligari barlast og eini øgiliga veikari málsligari barlast. 

14.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur
Tá ið eg nú ditti mær at siga mína hugsan um mentanarpolitikk, havi eg valt burturúr, tí mentan er so mikið nógv ---- Nógv álit og nógv skilagott er skrivað um føroyskan mentanarpolitikk. Hvørji ráð skulu vera sett á stovn við hvørjum heimildum, hvussu stovnarnir eiga at verða skipaðir, álit um tjóðleikhús og kikjubømur og alt í millum himmal og jørð. Eg fari ikki at nema við nakað av øllum hesum skilagóða tilfari.

Tjóðin hevur sína søgu, men bara ein lítil partur av fólkinum veit nakað um hana. Málið er fullbúgvið, men goymt í orðabókum, sum alt ov fá brúka. Og tí eitt ikki útilokar hitt haldi eg, at tíðin er komin enn einaferð at seta kunnleika um føroyska søgu og okkara egna móðurmál í brennidepilin í okkara mentanarpolitikki eina tíð. Og tað kann verða gjørt á so ógvuliga nógvan og ymisligan hátt.

Mentan í Føroyum er á leið eins samansett og fløkt og áhugaverd sum aðrastaðnis. Vit hava sama bland av dygd og gólvsópi sum aðrastaðni, vit hava snobb og dygd hvørt um annað, vit hava hámentan, fólksliga mentan, mót-mentanarlig rák og smáligheit. Vit kunnu vísa á so original úrslit, at fólk verða ovfarin, vit hava skapanargleði og alt, ið krevst.

Tað merkir, at tað er ikki trupult at tosa um mentan í Føroyum, tí hon er eisini her - um hon trívist væl er ein spurningur, vit kunnu kjakast um. Vit kunnu tosa um tónlist og myndlist, brúkslist, dans - og tað er ikki trupult at tosa um, hvussu mentan, sum vit súgva til okkum aðrastaðni frá, hevur tað í Føroyum. Vit lesa, lurta, ferðast og taka til okkum. Og vit síggja, hvussu alt hetta sprettur, tá ið vit verða væl stimbrað - vit síggja, hvussu tónleikur blómar, hvussu myndlistin finnur sær nýggjar leiðir, og hvussu væl føroysk sniðgáva er umtókt. Vit síggja væl, at tað, ið verður stimbrað og fær íblástur, mennist. Tað, ið ikki hevur henda íblástur og ikki verður stmbrað á sama hátt - til dømis okkara egna mál - tað fánar.

Føroyskt hevur fleiri ferðir verið um at kódna. Tað var næstan kódnað, tá ið Svabo á sinni skrivaði sína fyrstu orðabók. Tað fór at doyggja av berari armóð, helt hann, tí øll tilgongd til málið var úr donskum.

Ein partur av undirvísingini í føroyskum fer framvegis til at berjast ímóti hesi somu gongd, tí meginrákinum, sum svarvar burtur av tí, sum er serføroyskt og sermerkt og serligt við okkara egna máli.

Tey, ið taka sær av móðurmálinum, hava ongan møguleika at rætta brekini, ið koma í, tí føroyski skúlin allur sum hann er grundaður á danskar bøkur. Tað er veruleikin. Bókasøvnini eru full av donskum bókum. Søvnini full av donskum orðabókum. Lærarin fær lítla hjálp úr umhvørvinum, tí sjónvarpið er danskt ella amerikanskt við donskum teksti - internetið er danskt og amerikanskt.

Tá ið vit tosa um føroyska mentan, dámar okkum mangan betur at tosa um tann partin av okkara mentan, sum ikki krevur móðurmálið sum grundarlag. Og okkum gongst nógv betur í teimum mentanartáttunum. Tað gongst væl við tónleiki, myndlist, sniðgávu. Tað gongst so væl, at ung listafólk ikki smæðast at taka dystin upp uttan fyri Føroyar. Vit gleðast øll um tað, og føroyskur mentanarpolitikkur hevur sjálvandi ta skyldu at stuðla og stimbra hesum talentum. Eg havi ongantíð áður ynskt so inniliga, at eg fari skeivur í tí eg sigi, men mín spádómur er, at vit kunnu fara at missa føroyskt um nøkur ættarlið - av onkrari líkasælu, avgjørt ikki tilætlað, men tí alt ov nógv var tikið fyri givið, og tí tað varð alt ov lítið stimbrað.
Vit hildu, at málið kláraði seg sjálvt, kundi sigla sín egna sjógv.

Tað tekur ikki langa tíð at týna eitt mál. Eitt ættarlið er nóg mikið. Eitt ættarlið, ið ikki dugir at taka til, ikki dugir at benda, ikki hevur nóg stórt orðafeingi - Í tí ættarliðnum liggur deyðadómurin.

Alt bendir á, at vit við so nógvum skúlum sum ongantíð áður, við stórum mentamálaráði, universiteti og so nógvum lærarum sum ongantíð áður er farin undir at avtaka føroyskt. Vit avtaka tað innanífrá. Vit avtaka tað á teimum stovnum, ið settir eru á stovn at menna tað.

Og høvuðsorsøkin er, at politikarar siga, at vit hava ikki ráð at hava føroyskt í Føroyum. Politiski myndugleikin sigur tað týðiliga og greitt og hevur sagt tað í mong, mong ár. Vit hava ikki ráð at røkja okkara egna mál. Hjartartátturinn, ið ber okkara samleika og okkara mentan, trænar burtur, tí vit hava ikki ráð at røkja tað. Vit hava ikki ráð at skriva føroyskar skúlabøkur, hava ikki ráð at týða filmar til føroyskt, hava ikki ráð at týða bøkur til føroyskt, at hava ikki ráð til eitt gott útvarp- vit hava ikki ráð at hava okkara móðurmál.

Eitt og hvørt mál krevur eitt umhvørvi at súgva sær merg úr. Málið sýgur sær merg úr livandi bókmentum, filmum, sjónvarpi, bløðum, útvarpi og vanligari dagligari samtalu millum fólk. Málið sýgur sær merg úr góðum høvundum, ið toyggja málið á evstu mørk og skapa nýtt.

Vit súgva okkum merg úr donskum og enskum og burtur úr tí mennir tú ikki føroyskt. Tað ger, at føroyskt viknar, fólk venja seg við eitt veikt mál og góðtaka tað, og so er vit á tí skráanum, har tað endar galið.

Tað er so mangt, vit einki kunnu gera nakað við. Heimurin er ikki føroyskur. Ein hampiligur filmur gjørdur í Hollywood kostar triðingin av føroysku løgtingsfíggjarlógini. Tað setur ymist í rættan samanhang. Men vit kunnu gera nógv og ómetaliga nógv meira enn vit gera í dag.

Fyrsta forreytin er, at vit sleppa einari fullkomiliga ólogiskari góðkenning av tí, at føroyskt er avmarkað til tað, tað er nú. Í skúlum á ávísum stigi verður tað góðtikið, at móðurmálið er avmarkað til eina lærugrein. Og nú kunnu vit ikki kasta danum og øðrum fyri, at so er. Nú er støðan henda,tí tað er okkara vilji. Okkara politiski vilji. Men eitt móðurmál kann ongantíð búnast og mennast sum ein lærugrein einans. Tað skal verða hjartatátturin sum lærugrein, men má eisini vera við alla aðra staðni eisini, annars hjánar tað burtur.

Ein góður føroyskur mentanarpolitikkur hevði havt sum stavnhald, at alt tilfar til allar lærugreinir var føroyskt. Og tað ber til. Tað krevur nakrar krónur, men tað ber til. Higartil hava tær krónurnar ikki verið til - v.ø.o. vit hava góðkent, at vit hava ikki ráð at hava okkara egna móðurmál sum móðurmál.
14.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?