Mentanarpolitikkur (3)

Hvat skulu vit gera fyri koma úr hesi armóðini, hesi ómegdini, hesum óstoltleikanum? 

Í løgtinginum kanst tú loyva tær at nokta fyri, at kringvarpið fær neygðuga pening, til dømis við teirri grundgeving: ”Nei, hatta er eitt tjóðveldisreiður.” Og við ov lítlari játtan síggja vit, hvat ið hendir. Alt er sínámillum treytað. Veikir fjølmiðlar, verri kjakmentan, ússaligari mál, verri eftirlit við politikarum o.a. Og tað er ein vanlukka.

21.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur
Okkara fólkaræði eigur m.a. at súgva sær merg úr almennu fjølmiðlunum og øllum tøkum tilfari. Hjartatátturin er eyðvitað upplýsing og kunning. Amboðið er málið.

At eitt mál, sum er so viðbrekið, sum tað føroyska, ikki skal verða hjúklað um, har ið til ber, líkist ongum. Skulu vit brúka málið, mugu vit fáa tað at virka so væl sum til ber. Og tað gerst ikki við at sleppa stýringini. Skal Kringvarpið vera okkara høvuðsmentanarberi, má málið verða í samsvari við tað. Tað ber ikki til at siga, at tú umboðar ein mentanarpolitikk í Føroyum og samstundis góðtekur, at amboðið, ið øll mentanin hvílir á, ikki verður nóg væl røkt.

Flestu lond dragast eisini við spurningin, hvussu nógv av fremmandum máli kann verða blandað uppí og kortini ikki verða til ógagns fyri eins egna mál. Flestu staðni í Norðurlondum vísa kanningar, at móðurmálið víkir. At gongdin er tann sama í Føroyum er eyðsýnt. Spurningurin er um "at víkja" eisini kann merkja " at hvørva", tá ið talan er um føroyskt. So álvarsligur er spurningurin.

Mett verður í londum kring okkum, at stívliga 80% av fólkinum hyggur í sjónvarp einar 2-3 tímar hvønn dag. Veit ikki, um hesi viðurskifti eru kannað her, men helst er mynstrið tað sama.

Okkum stendur í boði hvønn dag at síggja filmar og alt møguligt annað, okkum lystir. Men tað er sjálvandi ikki føroyskt. Las í norskari kanning herfyri, hví norðmenn brúka so nógvan pening upp á undirtekst í sjónvarpssendingum. Jú, teir vóru komnir til ta niðurstøðu, at ung fólk, ið kanska bara lesa 2 skaldsøgur um árið, lesa sama ár 10 falt 2 skaldsøgur, um undirtekstir eru á filmum og sjónvarpssendingum.

Vit kundu sostatt lisið fleiri ferðir so nógv føroyskt, um filmar vórðu tekstaðir. Men tað krevur pengar. Var veruligt góðs í teimum týðingunum og teimum tekstum, ið standa á skíggjanum, høvdu teir veruliga munað.

Tá ið talað verður um mentanarliga tilvitsku og tað, ið føroyskt er, verður ikki hugsað um nakað, ið er avbyrgt frá ávirkan uttaneftir, men samvirkar við rák og innstøkk uttaneftir. Skal okkara egna ikki kódna í ávirkanini, mugu vit brúka serkunnleika og pening til tess at styrkja tað.

Tá ið Heini í Skorini tosar við Vígdis, sum mennir síni evni í New York ella Eivør, sum gongur sínar egnu leiðir, og Guðrun sum fer sína leið - so fegnast vit øll, serliga um tað fjølbroytni, ið kemur til sjóndar. Tá ið vit standa okkum væl soleiðis - marknaðarføra vit okkum sum globaliseraðir føroyingar. Men hetta er føroysk mentan, sum er sprottin út okkara dansi, okkara kvæðum, okkara tilvirking - men sum hevur funnið sær nýggjar sjáldamar leiðir. Hetta er nakað, vit duga at byggja á. Evnini at byggja á tann málsiga partin á sama hátt skulu vit menna eins væl.


Og nógv sprettur - bøkur koma út, fløgur koma út, sjónleikir verða spældir, konsertir og framsýningar. Alt hetta riggar og so er tað sumt, sum eg ikki skilji:


Havi t.d. ongantíð skilt, hví stigið at fáa journalist-útbúgving í Føroyum skal vera so stórt. Tað mátti verið so einfalt, at søgu- og samfelagsdeildin og føroyamálsdeildin saman fingu ein alva, sum spratt úr teimum og varð journalistikkur. Journalistar við góðari barlast at arbeiða við føroyska samfelagnum og føroyska málinum. Tað kundi verið gjørt í samstarvi journalistaskúlar aðrastaðni. Tað hevði munað. Tað hevði givið okkum betri fjølmiðlar og betri málsliga røkt.



Havi ongantíð skilt, at vit ikki hava ein veruligan týðingargrunn, tí einki hevði gjørt so stóran mun fyri málsligu menningina sum at týða lívfrøði, landalæru, sálarfrøði, heimspeki og alt hitt til føroyskt.


Havi ongantíð skilt, hví øll læraralesandi skulu lesa alla námsfrøði og sálarfrøði og etikk og átrúnað og alt hitt á donskum úti á Frælsinum? Tað er eingin logikkur í tí. Hetta er hýggiskotin siðvenja. Ivaleyst íkomin í eini tíð, tá ið tøkni og aðrir møguleikar, vit hava nú, ikki vóru - og tað var tungt og dýrt at gera tilfar. Tað er tað ikki nú á døgum. Tøknin er komin okkum til hjálpar. Tøknin ger okkum før fyri at gera alt hetta tilfarið føroyskt.

Varð ein avgerð tikin um, at alt grundtilfar í námsfrøði og sálarfrøði og etikk og átrúnað skuldu verða tókt á føroyskum í august mánað 2011. So hevði tað verið tað.

Tað ber til. Tað kostar nakrar hundrað túsund krónur, men tað er tiltak, ið hevði munað. Einasta gongin úr tí viknandi støðu, ið okkara mál er í, er at spenna tað út á økjum, har tað áður ikki hevur roynt seg. Júst sum vit gera í sambandi við list.

Havi ongantíð skilt, hví vit lesa um málvísindi á Føroyamálsdeildini á norskum? Hví er tað tilfarið ikki føroyskt á Føroyamálsdeildini? Tað er eingin logikkur í hesum. Hetta er slagin siðvenja, men siðvenjan venur okkum við tankan um, at hetta kunnu vit ikki - hetta mugu onnur gera fyri okkum. Og tað er eitt løgið signal at senda frá Fróðskaparsetrinum.

Hetta er sama løgna siðvenja sum gjørdi, at vit fram til 1990 sótu bara við donskum orðabókum í sambandi við enskt, týskt, franskt og spanskt. Eingin logikkur, men siðvenja sum ivaleyst hevur sínar røtur í tí boðskapi Dimmalættin hevur borið okkum í stórt hundrað ár: "Hatta er so mikið stórt, at hatta mugu onnur gera." Áhaldandi svarta prædikan um, at vit einki megna.
Men tað er fjas - tað kunnu vit sjálv.
Og slík amboð gera mun.

Og øgiliga ofta hugsi eg mær, at tað mátti borið til at fingið okkurt meira skipað burtur úr øllum teimum miljónunum, sum verða latnar stovnum og skúlum.

Okkum vantar øll hugsandi grundleggjandi amboð á skúlunum, og eg undrist á, at tey ikki fáast frá Fróðskaparsetrinum. Eg skilji ikki, hví vit ikki skera henda hvalin frá hálsinum. Spyrja okkum sjálv, hvat ið okkum vantar og útvega okkum tilfarið. Hvar eru høvuðsverkini og stórverkini, sum eiga at vera skrivað á universitetinum? Hvar eru tey verk, ið onnur skulu gera tilfar burturúr til skúlarnar - læraraskúlar - studentaskúlar - fólkaskúla.

Hjá okkum er veruleikin tann, at vit hava eina søgu- og samfelagsdeild - hava havt hana í fleiri ár. Landið skríður eftir hondini skart í søgufrøðingum, men okkum vantar nógv veruliga stór verk um føroyska søgu og føroyska samfelagslæru. Miðnámsskúlarnir hava at kalla ongar lærubøkur um føroyska søgu og samfelagslæru, og tá ið vit koma longur niður verður støðan heilt grotesk - fólkaskúlin brúkar framvegis søgubøkurnar hjá Kristian Høj. Skrivað í eini tíð og til eina tíð, ið langt síðan er farin.

Sama er skilið er á Føroyamálsdeildini. Nú hevur Føroymálsdeildin virkað í eini 40 ár. Vit eiga onga veruliga bókmentasøgu, onga veruliga málsøgu, onga veruliga orðalagslæru og onnur slík verk, ið fólk, ið arbeiða longri niðri í skúlaskipanini kunnu gera undirvísingartilfar burturúr. Tað seyrar ov lítið frá úr erva og niður ígjøgnum skipanina.

Uttan at vilja leggja allar føroyskar akademikarar í haft, so má tað bera til at skipa nakrar verkætlanir, so vit fáa eitt rímiligt grundarlag undir tí, ið vit øll skulu byggja á. Ein fyrimunur við okkara lítla samfelag er, at tað, ið verður gjørt, kann gera so kolossalan mun. Tað merkir at hetta grefliga brek kann verða rættað skjótt - um vilji er til tað.

Tað má bera til at seta sær tað mál, at við ávísari upphædd, ávísum tíðarkarmi, við ávísum fólkum skulu vit hava okkara akademiska grundvøll lagdan. Tað má bera til at hefta fólk til slíkt arbeiði eina ávísa tíð.Tað hevði verið mentanarpolitikur, ið hevði gjørt mun, tí hann hevði sett gongd á nakrar tilgongdir, ið eru harðliga tiltrongdar, og sum øll høvdu fingið gleði av. Hví setir Mentamálaráðið ikki slíkt arbeiði í gongd?

Alt møguligt ber til - Bókadeild Føroya lærarfelags er besta dømi um, hvussu nógv fæst burturúr lítlum. Spurningurin er bara, hví hava politikarar avgjørt, at bara eitt privat forlag fær henda møguleikan, tá ið hann sær út til at rigga? Hvussu ómetaliga nógv tíðarhóskandi undirvísingartilfar kundi ikki verið gjørt, um onnur forløg sluppu framat? Tað hevði gjørt mun. At hetta ikki hendir og loysnar er grundað á stadnaða vanahugsan. Eisini her er eru bygnaðarbroytingar neyðugar.

Havi undirvíst í 30 ár á miðnámsskúlum og læraraskúla - og vit hava flutt okkum áfatilga stutt hesi 30 árini. Vit kundu havt flutt okkum nógv longri, høvdu slíkar stórar verkætlanir verið settar í verk sentralt. Okkurt er broytt, treyðugt so, men allur høvuðsbulurin er eftir. Og tað kann ikki vera rætt. Eg hevði hildið, at í einum realistiskum mentanarpolitikki, skuldu slíkar verkætlanir verið raðfestar fremst, so vit høvdu nakrar høvuðsmotorar sum álit.


Eg skilji ikki, nú allur heimum tykist fjeppast uppi í tí serliga og sjáldama, at vit ikki dyrka okkara egna sjáldsama mál. Tí dyrka vit tað ikki, doyr tað út. Hetta er ábyrgd, ið eingin annar eigur. Og so fullkomið kann okkara ábyrgdarloysi ikki vera, hóast politiskt ábyrgdarleys, at vit lata tað gleppa okkum av hondum.
Málfrøðingar undrast stórliga á, at vit hava ment okkum málsliga sum vit hava - ein stór gáta og eitt undur - men fer føroyskur mentanarpolitikkur ikki miðvíst undir at stimbra tað meira, nú vit eru hurlað inn í alheimsmeldurin, og alt, alt, alt er á fremmandum máli. So missa vit tað.



21.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?