Nicolina Beder setur ein varða eftir seg

Hon er farin um tey áttati. Minnið er sum í nýggjari teldu. Meiningarnar eru hvørki brýndar ella viknaðar við árunum. Eldhugin at siga fólki frá hesi serligu føroysku mentan, sum er um at fara um sýn, geisar framvegis.  

Ein fagran dag koma vit aftur á beint og fara at gera burtur úr okkara egna soleiðis, ið virkað hevur verið í øldir. Virðini í gomlum virkisháttum verða drigin fram aftur í ljós, og tá verður bókin hjá Nicolinu tann bókin, ið øll fara at leita sær ráð úr.

28.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Nicolina Jensen Beder er fødd í 1928 á Strondum og kallað í Kass eftir staðarnavninum, har hon vaks upp.

Mamman, Súsanna Johansen, var bóndadóttir úr Lamba við eftirnavninum Lamhauge, á Strondum kallað Sanna í Kass. Pápin, Bartal Johansen, vaks upp hjá ommu síni uppi í Króki, men eftir giftu og búsettur í Kass bara kallaður Bartal í Kass.

Áhugan fyri ull og vitan um gamla siðvenju hevur Nicolina fingið frá mammu síni, ið dugdi so serliga væl at siga frá, hvussu væl tey fóru um ullina, og hvussu varð gjørt burtur úr henni. Mamman livdi, til hon var 92 ára gomul. Hon kundi binda søgur og siðvenju aftur til barnaárini, ikki bara um ull, men eisini um vanligan gerandisdag og høgtíðir.

Hesar røtur, ið Nikolina eitt langt lív hevur fjálgað um, letur hon okkum í arv í hesi bók. Røtur langt aftur í forna føroyska bóndamentan, tá ið ull veruliga var Føroya gull.

Í fyrsta parti setur Nicolina seyðin og ullina inn í søguligan samanhang. Hon brúkar t.d. Jóannes Bónda, Mikkjal á Ryggi og Louis Zachariasen sum keldur, og millum annað hevur hon brot úr bók eftir Paul H. Chapman: The Man Who Led Columbus To America. Hetta brotið vísir frásøgustílin, sum er undirhaldandi og lættur:

Paul H. Chapman greiðir í bóki síni frá egnum førleika, siglingarfrøði, kortlesing og egnum royndum við streymi og vindi. Somuleiðis greiðir hann frá hjálparmanni sínum Dr. Carl Selmer, Hunter College of the city of New York, serkønur í fornaldarlatíni, sum hann í 20 ár hevur granskað og samanborið við latínið í nýggjari tíð. Paul H. Chapman sigur, at uttan hesa hjálp hevði hann ikki kunnað skrivað bókina.. Sum dømi vísir hann á, hvussu lætt tað er at mistulka, um ein ikki hevur innlit í orð og týdning.

Um fráferðina hjá Sankta Brendan: "They sailed into the summer sunset". Tey flestu lesa ivaleyst eins og eg, at fráferðin var á sumri um sólseturtíð, men so er ikki. Í málisku í siglingarfrøði í fornari tíð nýttu teir heitini summar og vetur, sólarris og sólsetur sum millumheiti ímillum norður, suður, eystur og vestur. So statt sigldi Sankta Brendan í ein norðan vestan, t.e. útnyrðing.

Paul H. Chapman hevur fleiri kort í bókini, har hann vísir á, hvussu streymur og vindur reka. Á bls. 49 er greið mynd, ið vísir rutuna hjá Sankta Brendan úr Írlandi í ein útnyrðing, til ættin skiftir, og rikið verður undan vindinum til Føroya. Í bókini verður greitt frá, at nógvur hvítur seyður er í Sandoynni. Um hetta er so, má seyðurin vera komin nakað væl frammmanundan. Í báðum frásøgnunum, bæði um Fróða kong og Sankta Brendan, verður sagt frá, at teir komu úr Írlandi.

Tá ið skrivað verður um seyð, eisini í útlendskum bókum, verður víst til hitt svarta, geitarkenda seyðaslagið, ið livdi í Lítlu Dímun. Hesin seyður gjørdist til varg og varð skotin í 1866.

Nikolina ger ferð gjøgnum Suðuroynna og hyggur at teirra seyðametan. Prátið er upplýsandi og fær so mangt áhugavert um seyðin undan kavi:

Hans Jacob Nielsen segði, at teir róku 4 ferðir. Fyrstu ferð í mars ella apríl, tá tóku teir bøturnar av lombum og seyði, ið vóru seymaðar uppfyri, góvu heilivág og hugdu eftir, um seyðurin hevði lýs. Aðru ferð var í áseyðaroyting. Fyrr róku teir tvær ferðir, men nú bert einaferð, frá 8. til hálvan juli, tá tóku teir lesullina samstundis, so hon ikki skuldi liggja og rekast í haganum. Triðju ferð var mikkjalsmessuaftan, tá ið byrjað var at reka seyðin til skurð, og 4. ferð síðst í november ella fyrst í desember til at seyma upp fyri lombini, onkra gimbur, sum er veik, ella eina gamla ær. Gamalt var eisini at seyma upp fyri veðragjólingar. Hetta komst helst av, at tá høvdu tey neyt og kanska í minna lagi av hoyggj, og av tí sama gingu veðragjólingarnir úti allan veturin. Tað var ikki gott fyri seyðin, teir fingu skaða av tí. Seinni fóru teir at taka brundseyðin inn um veturin og sleppa honum út aftur í hagan frá fyrstu ella aðru viku í desember (1).

Í Suðuroy fáa teir í fleiri førum veðurlomb norðanífrá. Petur Jacobsen, ið er seyðamaður í Homrum, hagin ber 201 áseyðir, segði seg hava fingið veðurlamb úr Saksun, úr Haldórsvík, seyð av Sandi og skotablanding úr Havn, eisini eitt lamb við íslandsblanding úr Vági. Nú hevði hann biðið um eitt veðurlamb úr Norðradali. Skotskir brundir verða tó ikki sleptir í hagan (2). Aðrastaðni í Suðuroynni fáa teir sær eisini brundir norðaneftir, úr Bø, úr Hósvík og av Viðareiði og ivaleyst aðrastaðni við.

Niels Petur Noløse, lærari og festibóndi í Vági, greiddi frá, at hann í 30 ár hevði ført dagbók, sum hann hevði stóra gleði av. Hann kundi út frá hesum lesa sær til, hvussu hvør einstakur seyður hevði artað seg og út frá tí velja, hvørji lomb hann vildi seta við. Umframt at hava óblandaðan føroyskan seyð, hevði hann eisini blackface, dámdi væl at hava blackfaceveðrar og hevði sjálvur blackfacebrundar. Ullin fór í ruskbingjuna, men skinnini vóru saltað (3).

Í Víkarbyrgi sá eg smáan, myrkan seyð, eitt veðurlamb við tí sjáldsomu útsjónd, hvítt undir vanga við hvítum doddi, sum eg eisini sá aðrastaðni í oynni. Ein maður, eg hitti, segði hetta vera eitt elligamalt føroyskt seyðaslag.

Í Suðuroy legði eg til merkis, at tey kallaðu cheviotseyðin, ið er hvítur, fyri skotaseyð, og blackface, ið er gráur við flekkutum skorti, fyri blackface. Eisini var eitt triðja slag, teir kalla hin føroyska blakkin, hann hevur svartan skort, er svartur undir búkinum og hevur svørt bein, bakið og síðurnar eru ljósar og reyðlittar. Seyðurin sær út, sum hevur hann eitt eykaskinn omaná. Jósvein Djurhuus, Vági, segði hetta vera eitt gamalt seyðaslag í Føroyum, ið fyri 200 árum síðani bert fanst í "Tórshaga", syðsti hagi hjá vágbinginum ímóti Lopra.

Vit eru í áseyðaroyting ymsastaðni kring oyggjarnar, og eisini til henda partin brúkar Nicolina keldur, sum kunnu greiða okkum frá, hvussu fram varð farið fyrr ymsa staðni í landinum. Umframt áðurnevndu keldur brúkar hon Robert Joensen og Mariu Skylv Hansen og fírir ikki fyri at siga sína meining um, hvussu farið verður um seyðin og ullina nú á døgum.


Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu ull verður nappað, karðað og spunnin. Tann handverkaligi parturin verður nágreiniliga lýstur í orðum og myndum. Her er eittbrot um at karða:


Umráðandi er at sita væl, so at føturnir hvíla á føstum undirlagi. Undirkarðin verður lagdur á vinstra lær við skaftinum ímóti knænum, ull verður løgd á karðan, er tað samfingin ull, er lættast at karða, um ullin verður løgd soleiðis, at broddurin vendir frá skaftinum. Finnast má ein passandi nøgd av ull, sum skal liggja sum eitt tunt lag á undirkarðanum. Ikki er gott, um ov lítil ull er á karðanum, tí tá bítast tindarnir. Heldur ikki má tað verða ov mikið, so tindarnir ikki fáa karðað ígjøgnum ullina. Hildið verður við vinstru hond undir undirkarðan um skaftið og við høgru hond um yvirkarðan við fremstafingri uppi á karðanum. Yvirkarðin verður nú drigin gjøgnum ullina. Byrjað verður við at koyra yvirkarðan, har sum skaftið situr, heilt fram til skaftið á undirkarðanum og lættliga draga hann ímóti sær aftur, draga so langt, at hann er leysur av ullini í undirkarðanum. Hetta verður gjørt á sama hátt nakrar ferðir, til ullin hevur lagt seg javnsíðis í karðanum. Síðan verður undirkarðin vendur soleiðis, at framkanturin vendir ímóti knænum, og yvirkarðin drigin upp á sama máta, sum tá ið karðað varð. Nú kemur ullin úr undirkarðanum yvir í yvirkarðan. Karðin verður aftur vendur við skaftinum ímóti knænum, og karðin drigin nakrar ferðir ígjøgnum á sama hátt sum áður. Nú verður loyst úr yvirkarðanum við at trýsta framkantin á karðanum niðan ímóti skaftinum á undirkarðanum; so losnar úr yvirkarðanum, og karðað verður so aftur sum vanligt nakrar ferðir. Tá ið nú ullarhárini síggja út til at liggja javnsíðis, skal loysast úr báðum kørðunum. Fyrst við at venda undirkarðan, sum áður gjørt, draga yvirkarðan ímóti sær og síðani koyra hann frá sær. Ullin, sum nú kemur úr kørðunum, verður kallað ein villi.

Umframt at karða og spinna og tøva og binda og veva, læra vit at garva roð og seyma rotuskógvar. Vit læra eisini at lita tógv við tí vøkstri, ið føroyska náttúran gevur okkum.
Bókin er ein siðsøguligur gripur, sum ætlaður er bæði teimum, ið alment eru áhugað í hesi mentan, ið nú fer um sýn, og teimum, ið framvegis arbeiða við hesum tilfari, undirvísa í at tøta, garva, spinna, lita og annað mangt.

Bókin verður í handlunum fríggjadagin 03. desembur.

Hon er 378 síður í litum við stívari permu.

Bókin verður løgd fram í læraraskúlahøllini fríggjadagin tann 03. desembur kl. 16.30 við røðum og kórsangi. Tá verður høvi at hitta Nikolinu og fáa signerað eintak fyri serprís 248 kr.



28.11.2010
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?