Telefonærin - ein lítil hersöga um farna tíð og nýggja

Fyri fjöruti árum síðani gekk ein drongur í kommunuskúlanum í Havn. Gekk í brillum við trivaligum hornstelli, allur í einum omanlopi av flanóðum hormonum, av undirvirðiskenslum og hevði eingi bindindi til nakað av tí, sum danskir skúlamyndugleikar hildu hann hava fyri neyðini at læra og at kalla bert eitt tilveruligt hald í gerandisdegnum, tað var ein reyð langseturssúkla av merkinum DBS, keypt um tað mundið tá ið fyrsti amerikanin, snoðkliptur og í oljudansi frá NASA, steig fóti á mánan summarið 1969.

05.12.2010
Carl Jóhan Jensen
Ymist
Sum sagt fyri fjöriti árum síðani.

Alla jólaföstuna tað árið var ein sangur íðuliga at hoyra í útvarpinum. Tað var Tulipanærin. Ein kabarettvísa um einasta seyðamann í føroyskari sögu, sum røktaði á prutli og helst var prutlið eisini av merkinum DBS, ið hvussu er var tað útgjørt við pedalum, brúnt ella brúnligt og tók ikki meiri ferð á seg enn so at tað lættliga og vandaleyst kundi stýrast við einari hond og kenning í öllum veðri um hvørja holuta götu sum var.

Nú vildi so til, at við hús hjá tí hormonkroysta brilluskortinum ovarlaga við Tinghúsvegin gekk útvarpslurtið fyri leygardagin sum jólaföstan stundaði til. Tvær lampur ella rör ruku og lurtið var tískil sent oman til SHJ Radiohandil at fáa tað umvælt. Antin hövdu menninir hjá SHJ, tøkningarnir, meira enn vanligt at gera ella kanska var tað Hongkong-influensan sum gjørdi um seg. Ið hvussu er lá húsið hjá brilluskortinum og teimum útvarpsleyst alla jólaföstuna og jólini við og eingin var plátuspælarin.

Men á Bryggjubakka vóru teir ísakaldir, bæði Niels Juul og hinir. Tulipanærin var spæld og spæld og gjørdist skjótt ein landaplága. Hvør kjaftur gekk og trallaði um ærnar og seyðamannin á prutlinum, sjálvt verstu sibbar dugdu bæði lag og orð uttanat.

Sum vera man skaraði tað upp í undirvirðiskensluni hjá tí hormonkroysta brilluskortinum, einum nýbyrjaðum tannáringi. Orsakað av útvarpsloysinum við hús var hann ein av teimum örfáu í landinum sum nóg illa dugdi lagið og hvaðna minni orðini í Tulipanærini. Tað var skjótt sagt sum at vera fimmari í Klaksvík undir doktarastríðnum - bara tyngri og ræðuligari. Sum tann hálvóviti hann var royndi brilluskorturin við líkum og ólíkum ráðum at læra sangin, lag og tekst. Lúrdi undir opnum vindeygum, har útvarpið gekk inni um dögurða og nátturðatíð, lokkaði javnaldrar við ymsum sum var keypt fyri illfingnar pengar úr lummum og taskum hjá foreldrunum. Men lítið batti. Opin vindeygu eru fá í jólaföstuni sjálvt á dögurða- og nátturðatíð og javnaldrarnir vóru argandi trekir. Brilluskorturin lærdi ongantíð meiri enn okkurt hissini brot av sanginum um ærnar og seyðamannin á prutlinum. Í neyð síni og ráðaloysi tók hann sær fyri at penta snøklarnar saman, so hann hevði okkurt at tralla og í minsta lagi fyri sær sjálvum kundi látast at duga sangin rætt og raðið.

Illanstíð at hann var nakar sibbi.

Avgangurin var eitt heldur tónaleyst skinkl, tað ljóðaði eins og var upprunalagið útsett fyri kráku og teksturin tók seg út sum eitt ilt av einum lesput bundnum undirbuksum (men tá í tíðini kundu undirbuksur enn vera ullintar). Ella öðrvísi sagt, í sínum omanlopi av hormonum hevði hornbrilluskorturin yrkt sína fyrstu yrking. Hon æt - men hví skal ikki tilskilast her: Telefonærin.

Fjöriti ár hava nú so pö á pö gjørt hálvóvitan í hornbrillunum til eitt hálvgamalt spott, ið hevur pentað so nógvan annan lort saman enn hesa góðu Telefonær. Ja, satt at siga var Telefonærin farin at kámast í minninum sum so mangt annað frá teirri hormonbardu tíðini, tá ið kroppur og sál rembdust í kynsbúgving og sjálvsiva.

Tað var ikki fyrr enn portalurin í Vágsbotni (.fo) eitt vikuskifti herfyri fór at bera tíðindi av Sandi frá landsfundinum hjá einum av fjór-flokkunum, at Telefonærin aftur mól fram fyri hann. Nú er hesin flokkurin, sum helt landsfund á Sandi, ikki beinanvegin nakar hormonkroystur hálv-óviti, langt burturífrá, hann hevur hálvfjerðs ár á baki og væl tað. Kortini er tað ikki sørt at hann er komin eitt sindur í ráðaloysi av sær sjálvum. Onkur vildi enntá kalla hetta kreppu á landsfundinum. Men í kreppu, eyðvitað, er ikki óvant at politikkarar viðhvørt yrkja uttan at vita av tí og tá er skjótt at teir fáa eina telefonær burtur úr tí veruleika, teir eru komnir í rasshaft av. Eitt nú hava bæði sitandi fíggjarmálaráðharri og ein fyrrverandi lögtingsformaður yrkt hvør sína telefonær burtur úr EIK-málinum og tær so ullintar, at flókin saktans kann dylja yvir ráðaloysi teirra í nökrum bankakreppum afturat. Hetta eru sum öll vita menn við fyrihyggju.

Men á landsfundinum hjá áðurnevnda flokki heima á Sandi kom millum aðrar ein fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum fram at ljóðfatanum nakrar ferðir. Nú vil so til at veruleikin í seinastuni hevur kastað eini forargilig fjötur á henda heiðursmann. Sögan er í stuttum henda:

Fyri nökrum árum síðani hevði ein grannskoðarafyritöka í Havn í umbúnað at skifta eigara ella eigarar. Men nú hekk tann lepin við at eigaraskiftið bert kundi fara fram, um teir komandi eigararnir vóru löggildaðir grannskoðarar. Tað vóru teir ikki (altso löggildaðir grannskoðarar) ikki allir ið hvussu er. Löggilding krevur, og tað vita sjálvt skopuningar, at viðkomandi grannskoðari hevur staðið eitt lógarásett prógv. Tað hövdu hesir ella summir teirra ikki. Illar tungur vilja enntá vera við at ein teirra fall tríggjar ferðir á próvtökuni - ella dumpaði. Eitt verri skil. Teir próvleysu og ólöggildaðu grannskoðararnir doyðu nú ikki ráðaleysir. Teir lögdu saman og drógu frá, sum bert grannskoðarar duga, teir gingu gjøgnum bøkur sínar og komu langt um leingi til tað klettföstu trúgv, at teir saktans kundu löggildast við ongum prógvi og lótu boð útganga í sama anda til tann tá ikki enn fyrrverandi landstýrismannin í vinnumálum. Og hann legðist ikki á boðini, tvørturímóti, hann legðist í telefonina og ringdi so hart og manniliga, at skjótt tordi eingin annað enn at halda við honum. Hvørki menn ella stovnar. Sjálvandi máttu grannskoðarar kunnað löggildast próvleyst, hvat tá, prógvið so óforskammað tungt og tvørligt at taka eisini. Annar kundi tað lættliga enda við at eingin álítandi grannskoðari fekst lögildaður og hvør skuldi tá grannskoða nakað sum helst í Føroyum - eitt nú EIK-banka.

Men ofta er tökkin köld, ikki síðst á Føroya landi.

Nú vildi onkur knappliga ikki sætta seg við at löggildast kundi próvleyst og málið varð kært til umboðsmannin. Umboðsmaðurin bøldi yvir tí tvey ár og kom so við eini niðurstöðu og niðurstöðan blásti í einum viðfangi aldargamalt stöv av einum nærum burturgloymdum orðið í føroyska málfeinginum, men tað orðið er: SPILLING.

Framman fyri ljóðfatan í Virkinum suðuri á Sandi vóru omanfyri uppstrikaðu sannroyndir fyrrverandi landsstýrismanninum í vinnumálum tilevni, óavvitandi helst, at yrkja sína telefonær og seint verður hon gloymd. Ikki ovsagt, at mangt oyra fer at loga sum neyðrakett á nýggjárinum, hvørja ferð hetta avreksverk í yvirhyljing og úrveljandi gloymsku verður havt á munni fleiri ártíggju, kanska öldir frameftir. Hetta var telefonær við lít. So loðin, at tað sum einki eigur at bera til at loysa eina heila Føroyasögu burturúr ullarlagdinum - bæði farna sögu og ókomna.

Nei, hann hevði einki skeivt gjørt sum var ólógligt, sló fyrrverandi landsstýrismaðurin rimmarpast. Ikki petti. Tað var grannskoðaður og heilagur sannleiki.

Takk og amen.
Spyrst so livst.
05.12.2010
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?