Hvør bjargaði EIK?

Ein hósdag herfyri spurdust tey tíðindi, at føroyski parturin ella ið hvussu er ein partur av føroyska partinum av EIK-samtakinum varð seldur og seldur fyri ein prís, sum av sonnum mátti kallast guds miskunn og mildi, nú landið hevði ligið í fíggjarligari undantaksstøðu í ein rúman ársfjórðing.

23.01.2011
Carl Jóhan Jensen
Etikkur og politikkur
Gamalt var at duga at skyna á illveðursmerkjum og eitt illveðursmerki var m.a. tað, at sóust huldumenn á ferð við hettu kíkaðari niður um oyru og eygu, so ráddi um at varða seg. Í tvey ár, síðani heimsbúskapurin fór at gera seg ljótan móti heysti í tjúguhundrað og átta, hava huldumenn sitið á at kalla hvørjum kletti á hvørjari sýn har EIK-samtakið var um vegir við virksemi sínum og hetturnar viðhvørt kíkaðar niður um høkuna, viðhvørt niður um nalvan og næstan niður á øklar. Men føroyingurin, nútíðarligur ivandi og ný-dagførdur í sínum heimastýrisskapi, trýr sjálvandi ikki upp á huldumenn, ikki um teir so sita lørini av honum. Nei, føroyingurin fæst hvørki trúgva ella vita eitt viðursvet fyrr enn veruleikin kemur við danskari tong og klípur av tonnunum. Tá trýr føroyingurin hvørjum sum er og hvør veit betur enn annar.

Soleiðis var eisini í heyst.

Ein sunnumorgun seint í september stukku føroyskir floksformenn upp úr svøvni í bestu kirkjutíð, ein djevul í klædningi tyngdi niður á bringuna við gløðandi tong í hendi og boðum á donskum um at gapa og gapa langt. Og tað gjørdu floksformenninir, teir gapaðu, gapaðu alt teir orkaðu og við teimum gapaðu floksmenn og flokskvinnur og veljararnir gapaðu og enntá óvitar og hundar gapaðu og gapaðu, tað var eitt undur at landið ikki gapaði kjálkarnar úr lið.

Men sum sagt nú er føroyski parturin av EIK-samtakinum ella ið hvussu er ein partur av føroyska partinum seldur fyri spottprís og formenninir og floksmenn og flokskvinnur teirra og alt fólkið, sum lítið hava kunnað sagt annað enn "á" og "amen" síðani sunnumorgunin í september, fingu knappliga málið fyri seg aftur.

Ikki ryktaðist fyrr um EIK-søluna í miðlunum, so skóru sambandsmenn í lov og prís um ríkisfelagsskapin og saktans kunnu teir tað, tí ríkisfelagsskapurin er, hvat ið so annars kann sigast um hann, bíligasta umbering fyri framtaksloysi og spilling síðani pávin setti fyrigeving syndanna á útsølu og kallaði avlát.

Sambandsmonnunum á baki kom Fólkaflokkurin. Nei, tað var ikki ríkisfelagsskapurin. Marknaðurin hevði loyst EIK frá synd og almennari glatan - marknaðurin í fólkafloksbuksum og tøvdum upp í ein tógva av heimastýri.
Men nú var Javnaðarflokkinum ovboðið. Uttan hink ella himpr gjørdi propagandadeildin á Gamla Apoteki eina samtykt og boðaði frá at fyrst og fremst var tað framtakssemi, støðufesti, fíggjarviti og drúgvum leiðsluroyndum hjá formanni teirra fyri at takka at betur fór enn nakar ætlaði í EIK-málinum. Og skál fyri tí.

Miðflokkurin er hinvegin sum altíð eyðmjúkur og lítillátin. Har leggja menn saman hendur, teir takka Harranum fyri, at EIK-banki seldist til signing fyri flokk og fólk so mjúkmæltir, at eingin veljari ivast í, at Guð og Jenis av Rana brúka somu stødd av skóleistum.

Aðrir flokkar rópa upp á fólkið í øllum stillum, og tað man vera eins gott, at teir gera tað í stillum, tá ið samanum kemur, bendir lítið á, at fólkið hórar saman av øðrum enn seigligum vilja til ikki at vera nakað sum helst og minni um til ber.

Hvør ið so bjargaði Eikini - eitt stendur eftir - í føroyskum politikki valdar tøgn, tilvild og treyði spillingarinnar.

Hesi trý og av teimum er tøgnin størst.
23.01.2011
Carl Jóhan Jensen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?