Nýtt ár við ongum politikki, ongari kós, ongum stavnhaldi, ongum nakað

Vit hoyra nógv um WikiLeaks í hesum dögum. Hugsið tykkum ta stöðu, at amerikanar hövdu sendistovu í Havn. Hvussu halda tit, frágreiðingarnar hövdu verið orðaðar um lög­tingsmenn, landsstýri og miðfyrisiting okkara, sum vórðu sendar uttanríkisráðnum í Wash­ington í trúnaði? Tað hevði neyvan verið hugaligur lesnaður.

16.01.2011
Annfinnur í Skála
Etikkur og politikkur
Föroyskir politikarar eru helst ikki fávitskutari nú, enn teir altíð hava verið. Eitt mugu vit eisini gera okkum greitt, teir eru tíverri helst ikki býttari, enn vit sjálv eru. Hvat sigur so tað?
Fyrr hövdu lögtingið og landsstýrið mestsum bara smámál í hondum. Landskassin for­máddi sær lítið fíggjarliga. Ríkisumboðið sat fyri mongum stórmálum. Tað, sum lögtingið tókst við tá, hevði tí bara smávegis avleiðingar fyri Föroya fólk, og tessvegna var skaðin samsvarandi lítil.

Stöðan er öðrvísi nú - eg mundi sagt tíverri - tí vit hava fíggjarlóg, sum er stívliga 4,5 mia. kr. Kosnu umboðsfólk okkara hava ábyrgdina fyri landshúsarhaldinum og menningini av fólki og landi. Lurtar ein so eftir, hvussu fíggjarlógin verður skundað ígjögnum, meðan til dömis fjasið um stóran húk í Klaksvík, verður tugt og tanlað, so ötast tú.

Heildarætlanin fyri landið hevur lítlan áhuga, meðan harafturímóti lokalökini, haðan lög­tingsmenninir eru valdir, hava ovurstóran áhuga. Fáir politikarar hugsar yvirskipað, alt kódnar í smálutum.

Gott dömi um hetta var í útvarpinum hóskvöldið (6. jan.), tá ið eg lurtaði eftir samröðu við Jóannes Eidesgaard landsstýrismann fyri fíggjarmál og Kai Leo Johannesen lögmann. Málið, sum varð umrött, snúði seg um eftirmetingarskjal sent av danska búskapar- og vinnumálaráðnum til danska fíggjarmálaráðið, sum staðfesti, at tað var 200 mill. kr. bíligari fyri danska statin at leggja allan Eik Banka í fíggjarligt stöðufesti heldur enn at at loysa Eik Banki í Föroyum úr veðhaldinum, hann hevði givið danska Eik Banka.

Hvörki Jóannes Eidesgaard ella lögmaður tóktu at vita nakað frammanundan um hesar 200 mill. kr., sum útvarpið bar sum tíðindini, ella um veðhaldið kundi verið loyst, soleiðis at föroyski parturin varð bjargaður. Teir dugdu tí heldur ikki at greiða frá, hví hetta var so, ella um hetta var so.

Jóannes Eidesgaard tókti bæði klökkur og harmur um innihaldið í tíðindunum. Tað gleddi meg. Föroyingar kunnu ikki framvegis liva við, at föroyskir myndugleikar einki fáa at vita um föroysk viðurskifti fyrr enn langt eftir tað, at danir hava tikið avgerð í málinum. Tað má vera eitt absolutt krav, at landsstýrið beinanvegin fær innlit í mál, sum snúgva seg um föroyska samfelagið. Hetta er jú ein afturvendandi trupulleiki, og hetta gagnar ikki ríkisfel­agsskapinum.

Kai Leo Johannesen harafturímóti var ikki skelkaður. Hann segði nakað soleiðis: "... sjálvandi hugsar danska stjórnin fyrst um danska statin,..." (undirskilt) áðrenn hon tekur fyrilit fyri föroyskum áhugamálum. Hugburðurin hjá lögmanni tókti mær margháttligur.

Men hvat við föroyska samfelagnum kundi verið spurt. Lögmaður segði eisini, at nú mátti eingin politisk runublaking fara fram! Hevði lögmaður sagt, at hann vildi ikki úttala seg, fyrrenn málið var kannað gjölla, so hevði hann ikki staðið so úrlatin. Kai Leo ber leyvunavn, men nökur löva er hann kortini ikki. Tað hevur hann prógvað aftur og aftur.

Á portalinum rak Jörn Astrup eikbankastjóri aftur, at 200 mill. kr. hövdu kunnað bjarg­að bankanum. Frágreiðingin tókti avgjört at vera skilagóð, ið hvussu er, gav hann frágreið­ing, sum var grundað á töl, sum tóktu mær logisk. Her verði eg tó noyddur at leggja afturat, at eg sjálvur veit ikki, hvussu leikur í roynd og veru fór fram, og harafturat havi eg snögt sagt lítið skil fyri búskapi.

Nú spældi bankamálið væl av kortini, men tað var hugburðurin hjá lögmanni, sum fekk meg at tríva eftir penninum.

Vit eiga kanska í lötuni ikki nógv fleiri góð hövd, enn vit altíð hava átt, men nógv fleiri föroyingar hava nú kortini holla útbúgving. Hví tramin hoyrist ikki eitt kis frá hesum fólk­um? Hví tala tey ikki at, hví lata vit okkara politikarar sleppa at tíggja sær, sum teir gera? Hví raknar eingin við? Helst er orsökin tann, at tey troysta sær ikki, men tað er kortini ikki nóg góð umbering. Glantrileikurin á lögtingi má steðgast! Fjasið og mösnið eigur og má fáa politiskar avleiðingar til næsta val. Hinvegin stúri eg fyri, at tað fær ongar avleiðingar. Vit velja teir jú aftur og aftur. Tað vita lögtingsmenn fullvæl. Teir kunnu tí ekkaleysir halda fram við at spæla hund, sum flestu teirra næstan altíð hava gjört.

Tað er upp til veljararnar, at broyta stöðuna, soleiðis at vit fáa tingmanning, sum er hug­að at fara undir at fremja konstruktivan politikk, sum er okkum öllum at gagni, heldur enn hesa syndrandi, týnandi og syndarligu oyðimarkargongu, sum veljarararnir standa hjálpar­lesir og eygleiða á síðulinjuni.
16.01.2011
Annfinnur í Skála
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?