Hvat kann eg gera fyri land mítt?

NELSON MANDELA 
Barndómur
1918 – Føddur í Transkei-landspartinum. Fekk navnið Rolihlahla, sum merkir ”at rykkja í greinar á einum træ” á xhosa-máli. Faðir hansara var høvdingur í Thembuerne, men varð settur frá.
 Tá ið Mandela var 7 ára gamal, kom hann sum hin fyrsti í ættini í skúla og fekk enska navnið ”Nelson”. Hann arvaði sínar fyrstu buksur frá pápa sínum. 2 ár seinni doyr faðirin, og Mandela kemur í fostur hjá pápabeiggja sínum, sum er kongur. Her fær hann virðismiklan íblástur frá teimum gomlu, sum siga frá, hvussu lívið var, tá ið afrikanarar sjálvir stjórnaðu landi sínum.
 Tá ið Mandela er 16 ára gamal, kemur hann í kostskúla og í 1939 á lærdan háskúla í Fort Hare, ið var einasti lærdi háskúli fyri svartar næmingar.



20.02.2011
Jákup í Skemmuni
Etikkur og politikkur
Ungdómur


Í 1940 - 22 ára gamal rýmir hann til Johannesburg, tí pápabeiggin ætlar at skipa fyri einum hjúnalagi fyri hann. Hann lesur løgfrøði á lærda háskúlanum og verður sakførari. Hann fær samband við felagsskapin ANC (African National Congress), sum verður skipaður í 1912 við tí endamáli at sameina afrikanarar í stríðnum ímóti mismuni.
Í
1944 er hann við til at skipa ANC Youth League (ungdómsdeildina). Giftist við Evelyn, ið var sjúkrasystir. Tey fáa sonin Thembi og dóttrina Makaziwe, sum doyr 9 mánaðir gomul.


Apartheid


1948 - nýggj ríkisstjórn, sum setur í gildi apartheid-politikkin. Apartheid merkir skilnaður á Afrikaans, ið var málið hjá niðurlendsku búreisingunum (boarunum). Lógir vórðu samtyktar, ið hildu afrikanarar, indarar og evropearar sundurskildar. Tey máttu ikki giftast hvørt við øðrum, og alt varð býtt upp í "bara fyri hvít" og "bara fyri ikki-hvít", har tey svørtu altíð fihgu vánaligastu skúlar, sjúkrahús, íbúðir, nátthús, bussar osfrv.
Longu framman undan 1948 skuldu øll svørt ganga við ferðabrævi uppi á sær, sum skuldi vísa, at tey høvdu loyvi at vera í einum ávísum øki. Tey vórðu ofta kannað av løgregluni, og høvdu tey ikki ferðabrævið uppi á sær, ella ferðabrævið var ógyldugt, kundi tað hava við sær, at tey vórðu handtikin og fongslað.



Formaður í ANC


1950 - Mandela verður ein av oddamonnunum ANC og situr í aðalstjórnini. ANC skipaði fyri mótmælisgongum, verkføllum osfr. ímóti apartheid.


1952 - ANC skipar fyri ólýdnisátakinum, har mælt varð afrikanarum til at brúka nýta nátthús, vesi og annað, sum tey hvítu høvdu einkarætt til. Á henda hátt skuldi ríkisstjórnin noyðast til at broyta tær órættvísu lógirnar. Mong vórðu handtikin, m.a. Mandela, men lógirnar vórðu ikki broyttar. Mandela letur í 1952 upp egna advokatskrivstovu saman við vinmanninum Walter Sisulu. Oliver Tambo er um hetta mundið formaður í ANC, og Mandela er næstformaður. Hann verður bannlýstur, t.e. hann má ikki taka lut í almennunum fundum.


1954 - Frælsisyvirlýsingin verður orðað. Hon sigur, at øll menniskju eru menniskju á jøvnum føti og skulu verða viðgjørd eins. 
Mandela er nógv burtur frá konu og børnum. Hann heldur seg spelknan við at venja nevaleik.


Hásvik
1956 - Mandela verður handtikin saman við 155 og øðrum ákærdur fyri hásvik. Rættarmálið varir til 1961, tá øll verða søgd ósek í øllum ákærum. Hjúnalagið hjá Mandela slitnar, og hann hittir Winnie í 1957, sum hann giftist við í 1958. Hon var við í stríðnum og varð eisini bæði fongslað og bannlýst nógvar ferðir.



Sharpeville


1960 - Løgreglan herjar á fólk, sum mótmæla passlógunum, og 70 menniskju verða dripin. ANC-felagsskapurin verður lýstur ólógligur, og Mandela verður aftur settur í fongsul.



Hin svarti Pimpernel


1961 - Hóast felagsskapurin nú er ólógligur, heldur ANC fram við viksemi sínum. Mandela fer undir heilt og má fara frá Winnie og báðum smábørnum sínum og heldur fram við politiska virksemi sínum í loyndum. Hann læt skeggið vaksa og gekk í yvirálsklæðum, læt seg í sum urtagarðsmaður og bilstjóri, so at eingin skuldi kenna hann aftur. Í ANC varð tann avgerð tikin, at neyðugt var at nýta harðskap í bardaganum ímóti apartheid. Mandela verður formaður í "Umkhonto we Sizwe" - Tjóðarinnar Spjót, í 1961.

 1962 - Mandela ger í loyndum ferð úr Suðurafrika, sum varir seks mánðir, til eina ráðstevnu fyri afrikonsk lond í Etiopia. Hann vitjar eisini í Tanzania, Egyptalandi, Ghana og Nigeria.

5. august í 1962 handtekur trygdarløgreglan hjá apartheidstjórnini Nelson Mandela. Hann var á veg úr Durban til Johannesburg, tá ið bilur hansara varð støðgaður Cedara, og hann varð tikin og seinni dømdur seks ára fongsul.

Í Suðurafrika er seinni reistur ein minnisvarði við Dedara Mendela forseta til heiðurs. Í desember 1996 varð hann kosin heiðursborgari.
 Í
1963 - Rivonia-rættarsakin. 8 menn verða dømdir lívlanga fongsulsrevsing í 1964 fyri yvirgang ímóti ríkisstjórnini. Mandela vardi seg sjálvur - talan vardi í 4 tímar.


Robben Island


Mandela var 46 ára gamal, tá ið hann kom at sita sum fangi á Robben Island. Oyggin liggur 29 km frá strondini við Cape Town. Klivin hjá Mandela var bara 1,8 m langur, og hann skuldi tey fyrstu mongu árini arbeiða hart í kálknámi. Fangarnir hildu fast um rættin til betri umstøður. Mandela gjørdist heimsins viðgitnasti fangi. Mandela sat í alt í fongsli í 27½ ár. Hann fekk fleiri og fleiri rættindi, men starvsfólk raktu við, at hann skrivaði endurminningar sínar, varð rætturin at lesa og kanna tikin frá honum í 4 ár!

Mandela slapp at fáa vitjan í 30 minuttir og eitt bræv tvær ferðir um árið. Hann sá ikki dóttur sína, Zindzi, í 12 ár, og hann slapp ikki til jarðferðina hjá syni sínum. Sonurin doyði í einari ferðsluvanlukku. Frá 1977 nýttist Mandela ikki longur at gera hart kropsligt arbeiði.


Stríðið heldur fram
Eftir tað, at Mandela er fongslaður, heldur stríðið ímóti apartheid fram.
 1976 - svørt børn í Soweto mótmæla at verða undirvíst á afrikaans. Meir enn 500 verða dripin av løgregluni. ANC svarar aftur við at leypa á løgreglustøðir og stjórnarbygningar.
1980 - Trygdarráðið hjá ST krevur, at Mandela verður latin leysur úr fongslinum.
 1982 - Mandela verður fluttur til Pollsmoor-fongslið á meginlandinum, har hann fær betri umstøður.
 1983 - 600 felagsskapir skipa United Democratic Front. Tiltøk verða sett í verk um allan heim ímóti Suðurafrika.
1985 - Mandela vísir einum tilboði um at verða latin leysur frá sær, um hann lovar at venda sær frá politiskari valdsnýtslu. 
1987 - Mandela byrjar loyniligar samráðingar við ríkisstjórnina, sum enda við, at hann umsíðir varð latin leysur.
 1988 - Mandela fær egin hús í Victor Vorster-fongslinum.
 1990 - Mandela verður latin leysur eftir 10.000 daga fangilsi, og forboðið ímóti ímóti ANC verður avtikið. Mandela er ein ímynd fyri frælsi til allar suðurafrikanarar. 
1991 - Mandela verður valdur til formann í ANC í 1992 - Mandela verður skildur frá Winnie Mandela.


Friðarheiðursløn Nobels og forseti


1993 - De Klerk og Mandela fáa tillutaða Friðarheiðursløn Nobels - Allir suðurafrikanarar fáa atkvøðurætt, ANC vinnur valið, og Mandela verður landsins fyrsti svarti forseti. Hansara ímynd fyri fyrigeving og sættan var, at í ríkisstjórnina vórðu valdir afrikanarar, indarar og hvítir.
 1998 - Giftir við Gracu Machel, ið er einkja eftir forsetan í Mozambique, Samora Machel. 
1999 - Mandela leggur frá sær eftir 5 ár sum forseti.

Nelson Mandelas tekur við sum forseti
Pretoria 10. mai 1994

Tignarríku gestir, æraðu hátignir, felagar og vinir.



Í dag vísa vit øll við at vera stødd her og við veitslum í øðrum pørtum av landinum og í heiminum annars gleðina og vónina um okkara nývunna frælsi. Eftir at hava verið ígjøgnum eitt lív við óvanliga
menniskjaligum hóttafalli, ið hevur staðið við alt ov leingi, má kykna eitt samfelag, sum øll mannaættin kann fegnast um við stoltleika.



Dagligu gerningar okkara sum vanligir suðurafrikanarar skulu skapa ein suðurafrikanskan veruleika, sum fer at styrkja mannaættarinnar trúgv á rættvísi, stykja álitið á tað góða í menniskjum og styðja vón okkara um eitt gott lív fyri øll. Alt hetta skylda vit bæði okkum sjálvum og øllum teimum menniskjum, sum eru so ríkt umboðað her í dag.



Við landsmenn mínar vil eg ikki halda meg aftur at siga, at hvør einstakur okkara hevur líka so sterkar røtur í jørðini í hesum fagra landi sum tey viðgitnu jacaranda-trøini í Pretoria og mimosurnar í Bushveld.



Hvørja ferð ein okkara nertir við jørðina í hesum landi, kenna vit hvør sær eina egna endurnýggjan. Hýrurin á heimafólki okkara skiftir, so hvørt sum árstíðirnar skifta.



Vit fyllast við ovurhuga og gleðast, tá ið grasið grønkar, og
blómurnar spretta.



Tey andaligu og kropsligu bond, sum vit øll hava til hetta landið, 
siga frá, hvussu djúpt sárið var, sum vit øll høvdu í hjarta okkara, tá ið land okkara varð skrætt sundur av klandri og einari ræðuligari illstøðu, og tá ið vit
sóu tað háðað, gjørt friðleyst og forfjónað av heimsins tjóðum, júst tí at
tað var gjørt til ein alheims grundvøll fyri einari skaðiligari læru, rasismu og rasistiskari kúgan.



Vit, fólkið í Suðurafrika, kenna, at mannaættin hevur tikið okkum til sín aftur, at vit, sum fyri ikki so langari tíð síðan vóru friðleys, í dag hava fingið
 tað sjáldsama privilegium at vera vertir fyri heimsins tjóðum á okkara egnu jørð.



Vit takka øllum okkara æraðu gestum úr so mongum londum fyri saman við fólkinum í landi okkara at fagna tí, sum hóast alt er ein felags sigur fyri rættvísi, friði og menniskjaligari virðing.



Vit hava tað álit á tykkum, at tit framhaldandi fara at stuðla okkum, tá ið vit fara í holt við tær avbjóðingarnar, sum eru bundnar at tí at skapa frið, framgongd og fremja demokrati uttan at gera kyns- og rasumannamun. Vit eru djúpt takksom fyri tann leiklut, sum fólk okkara og politiskir, demokratiskir, átrúnaðarligir,
 kvinnuligir, ungir, vinnuligir, siðbundnir og aðrir oddafiskar hava havt fyri at røkka higar til. Eg fari ikki minst at nevna varaforseta mín, hin æraða F.W. de Klerk.



Vit skulu eisini fegin takka trygdarliðum okkara á øllum stigi fyri tann leiklut, tey hava havt í sambandi við fyrsta demokratiska valið og umskiftið til demokrati ímóti blóðtystum liðum, sum framvegis nokta at síggja ljósið.

Nú er tíðin komin til at sleikja sárini. 


Tíð til at leggja brýr millum tær gjáir, sum býta okkum sundur.



Tíð til endurbygging.



Vit hava umsíðir rokkið politisku frígering okkara. Vit lova okkum sjálvum at
 loysa alt fólk okkara úr framhaldandi fátækdømi, sakni, líðing,
kynsligum og øðrum mannamuni. Tað eydnaðist okkum at taka okkara stig fram ímóti frælsi undir toliliga friðarligum umstøðum. Vit áleggja okkum sjáluvm at skapa ein fullkomnan, væl uppibornan
og varandi frið.



Heitstreingi okkara at birta vón hjá milliónum av suðurafrikanarum hevur borið ávøkst. Vit hava átikið okkum ta skyldu at byggja upp eitt samfelag, har allir suðurafrikanarar, bæði svartir og hvítir, stoltir og óttaleysir hava fingið tryggjaðan rætt til mannsóma og virðing - eina ælabogatjóð við friði innanhýsis og mótvegis heiminum uttanfyri.



Sum eitt prógv um hesa skyldu okkara til at endurnýggja land okkara fer nýggja, fyribils-National Unity-ríkisstjórnin alt fyri eitt undir at veita ymiskum bólkum og flokkum í samfelag, sum í løtuni sita í fongsli, grið.



Vit ogna teimum hetjum, monnum og konum, her á landi og víða hvar um heimin annars, henda dag. Teimum, ið ofraðu so nógv og lótu sítt lív, so at vit kundu gerast fræls.



Teirra dreymar eru vorðnir uppfyltir. Frælsið er teirra løn.



Vit er bæði eyðmjúk og ovurfegin um ta æru og tað privilegium, sum tit,
 fólkið í Suðurafrika, hava litið okkum og mær sjálvum til í leiklutinum sum fyrsti forseti í einum sameindum, demokratiskum, ikki-rasistiskum og ikki-kynsdiskriminerandi Suðurafrika til at føra land okkara út úr myrkrinum. Vit vita, at vegurin til frælsi er ikki lættur.



Vit vita eisini, at eingin okkara kann røkka framgongd einsamallur. Vit skulu tí standa saman sum eitt fólk til tess at skapa tjóðskaparligt samljóð, byggja tjóðina upp og skipa ein nýggjan heim.


Latum okkum njóta rættvísi.



Latum okkum njóta frið.



Latum øll fáa arbeiði, breyð, vatn og salt.



Latum øll vita, at likam og sál teirra eru vorðin gjørd frí, so at tey kunnu røkka málum sínum.



Hetta fagra land skal aldri, aldri nakrantíð aftur uppliva kúgan
 og tola ta skomm at verða rikið út úr heiminum.


Latum frælsið ráða. Eitt so stórfingið menniskjaligt bragd fer aldri at verða gloymt!



Gud vælsigni Afrika!
20.02.2011
Jákup í Skemmuni
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?