Keldubrot

Mæti søgufrøðingur okkara Jákup Thorsteinsson, sáli, granskaði føroyska søgu frá um leið 1935 til 1960 í mong ár, áðrenn hann andaðist. Verk hansara verður givið út í tveimum bindum. Fyrra bind væntandi í heyst. Vit fara í FREGNUM at prenta smá brot úr hansara avriki.

20.02.2011
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur
Brot 1
Valdsamboðini hjá danska amtmans- og sambandspolitikkinum vóru politisk mentanarlig og mental. At skriva um tey mentalu amboð, sum vóru bygd inn í tann danska maktbygnaðin í Føroyum, krevur eitt sindur av umhugsan.

Sum ávíst kom Erlendur Patursson inn á hetta, tá ið hann lýsti fyribrigdið ta donsku lygnina. Millum annað segði hann: "Lat okkum, fyri at fáa betri greiðu á hesum, gera eina samanbering. Vit hugsa okkum ein mann, fyri hesum manni hevur, líka frá hann var smádrongur, verið prædikað seint og tíðliga, av lærdum og upplýstum monnum, at hann var eitt olmussudýr. Hvar hann so vendi sær, so hoyrdi hann hetta sama fyri oyrunum á sær, tú ert eitt olmussudýr, sum ikki kanst hjálpa tær sjálvur. Hesir stóru og klóku menn siga við hann: Vit skulu hjálpa tær, tú kanst koma og renna ørindir fyri okkum, ístaðin skalt tú fáa kost og logis, meiri kanst tú ikki fáa, tí tú ert eitt olmussudýr. Allir læknar og sálarfrøðingar munnu vera samdir um, hvussu ein sovorðin uppaling hevði virkað. Maðurin hevði, hvussu raskur hann so var upp á sál og kropp, trúð, at hann var eitt olmussudýr. Og tá hann hevði fingið hesa trúgv fastprentaða inn í seg, vildi hann aldri roynt at verða til nakað annað. Tað, sum kann henda eitt einstakt menniskja, kann eisini henda fleiri menniskju, eitt heilt samfelag … "

Danskir myndugleikar hava lagt Føroyar og føroyska mentan inn undir seg, og føroyingar hava latið sær hetta lynda. Stórur partur av hugaheimi føroyinga hevur verið myndaður av hesum. Tað er veruleiki, at Føroyar vóru fátækt land, at føroyingar vóru fátækir, og armóð stimbrar ikki sjálvsvirðing fólksins - heldur hevur armóðin við sær undirbrotslyndi og trælalyndi. Hetta er ofta væl stuðlað (júst í Føroyum) av religiøsa lyftinum um, at er órættur og neyð tín lutur her á foldum, tess størri verður løn tín í æviga lívinum. Men inn í sambandsbygnaðin eru lagdar sálarfrøðiliga mekanismur, sum hava sálarligar og sinnisligar avleiðingar við sær: Lutfallið millum gevara og móttakara, sterkan og veikan, harra og tegn, yvirhund og undirhund o.s.fr. er heilt sjónskt í hesum bygnaði.

Eitt dømi um hetta kann verða tikið úr bókini hjá Elkær-Hansen, "Uden Fortrydelse" (Niels Elkær-Hansen, danskur ríkisumboðsmaður í Føroyum 1964-61, skrivaði endurminningar sínar í bókini: "Uden Fortrydelse", Aschehough 1996.).

Til ávíst høvi fyrst í 1950-árunum samráddust føroyskir politikarar, við Kr. Djurhuus løgmanni á odda, við danskar myndugleikar um danskan stuðul til at endurnýggja skipaflotan og at byggja út undirstøðukervið Føroyum.

Sæð úr føroyskum sjónarhorni vóru samráðingarnar trekar og rættiliga vónleysar, og tað var danska fiskimálaráðharranum Knud Ree, stjórnin hevði litið upp í hendur at vera tann strangi samráðingarleiðarin, sum skuldi vísa frá sær allar tær føroysku umbønirnar. (s. 112-113): " … Til det sidste møde, der foregik i fiskeriministerens kontor, kom jeg (Elkær Hansen) lidt tidligere end de færøske deltagere for at informere ministeren. Før mødet begyndte, sagde Ree til mig: "Vi har vist været lidt for hårde over for færingerne. Regeringen har derfor besluttet, at jeg i dag må tilbyde dem et millionbeløb," jeg (Elkær-Hansen) husker ikke hvor mange. "Men," tilføjede Ree, "de skal blive enige her og nu, om hvad pengene skal bruges til." Ved mødets afslutning kom han frem med regeringens tilbud og understregede, at det var en betingelse, at der blev opnået enighed "her og nu." De kunne ikke blive enige om noget som helst. Folketingsmand Johan Poulsen (1890 - 1980), der var lærer, ønskede beløbet anvendt på skolevæsenet, lagmanden (Kristian Djurhuus) ville have havne, og socialdemokraten Peter Mohr Dam havde ønsker om sociale ydelser, atter andre havde forslag om sygehusudbygning. Det hele endte nærmest som en "Polsk rigsdag." Efter mødet lo Ree, mens han tændte en af sine gode cigarer: "Det var sgu en billig omgang"!."

Myndin er fúl út um alt mark. Har liggja nakrir føroyskir hvølpar á gólvinum og láta við halanum fyri danska yvirhundinum, meðan teir murra og gletta á tonn sínámillum, tí teir unna ikki hvør øðrum bein úr teirri rúgvu, sum donsku harrarnir hava blakað av borðinum og niður á gólv til hvølparnar. Samstundis sýnir myndin politiska- og embætismanna-arrogansu, tá ið hon er ljótast: "Det var sgu en billig omgang!" - ja, 'billig', bæði á ein og annan hátt. Og taktikkurin, sum helst hevur verið útroknaður frammanundan fundirnar? Hann hevur verið hesin: Føroyingarnir eru fátækir og tí í einari rættiliga vónleysari støðu. Gerið teir fyrst moyrar, gangið teimum ikki á møti á nøkrum týðandi øki. Tá ið teir hava mist alla vón, egnið teir tá við onkrum, sum tit vita, at teir ikki kunnu semjast um. Tá ið teir eru farnir at klandrast sínámillum, takið tá bitan úr munni teirra - og latið teir síðan fara halahoyknar aftur til húsa við ongum!

Um hetta er at siga, at mangir eru hættirnir, tá ið tað ræður um at eyðmýkja fólk, og mangir eru hættirnir, tá ið tað snýr seg um at sýna, hvør er harri, og hvør er biddari. Tað psykologiska í hesum bygnaði, og í øllum sambandshøpinum millum Føroya og Danmarkar yvirhøvur, skilja danskir embætismenn og politikarar fullvæl - betur enn føroyingar, ið kanska heldur ikki vilja skilja hetta. Danskir myndugleikar høvdu ikki loyvt sær at vanvirt nakað annað fólk, enn júst føroyingar, á slíkan niðrandi hátt. Tað kann vera, at tú kanst menna Føroyar materielt við at dúva upp á ríkisfelagsskapin og tey rættindi, ið har liggja; men sjálvsvirðing fært tú ikki burtur úr hesum - og als onga danska virðing
20.02.2011
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?