Hvat helt William Heinesen um sambandsmenn?

Annað brot úr bók, sum Jákup Thorsteinsson skrivar um nýggja føroyska søgu. Jákup Thorsteinsson brúkar henda tekstin eftir William Heinesen sum inngangsorð til at viðgera politisku viðurskiftini í Føroyum í 1940-árunum við serligum atliti at krígsárunum. Spurningurin er hví.

27.02.2011
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur
Svarið er ikki fjart, tá ið hugsað verður um, at William Heinesen hevur upplivað hesa tíð - bæði í uppvakstrarárunum og sum vaksin maður. Hann hevur givið hesi tíð gætur, og bæði í fiktións- og sakprosa hevur hann skrivað um tíðina, samfelagið og mong av teimum fólkum, sum myndaðu hetta samfelag. Serliga er at minnast til eitt av høvuðsverkum W. Heinesens "Den sorte gryde," sum júst er frá krígsárunum, har høvundurin lýsti bæði samfelag og fólk í bardagaárunum, ið vóru merkt av krígsspekulatión, vandasigling, lætt vunnum peninganøgdum, politikki og religiøsari sinnissjúku - fyri nú at nevna hesi dømini, sum eisini kunnu fevna um eina snobbandi føroyska samfelagsstætt, sum helt seg upp undir lotið á einari danskari embætis-yvirstætt (ganske almindelige kontorkrakke uden nogen slags indre perspektiver) - og sum helt hetta vera einastu gongdu leiðina til at koma sær fram og verða til nakað í samfelagnum.

Gev gætur, at William Heinesen í tekstinum tekur støðið undan mýtum. Serliga mýtuni um sambandsrørsluna sum part av aldagamlari føroyskt-danskari mentanarsiðvenju.

Oddamenn sambandsins, skrivaði William Heinesen, bygdu á tann partin av fólkinum, "som åndeligt levede af snobberi for danske embedsmænd." Hetta er vert at minnast til, tá ið lisið verður um krígstíðina og politisku viðurskiftini tá. Sjálvandi er eisini mangt annað í teksti Williams, sum eigur at verða havt í huga. Tí - tá ið William Heinesen skrivaði um tað sosiala frælsisstríðið, sum separatistarnir í veruleikanum førdu (og ikki bara tað politiska), so er tað nakað, sum eigur at verða granskað meiri í og skrivað meiri um.

Ein tíðarmynd
eftir William Heinesen

"Før. í dag" hevur í undanfarnum greinum roynt at vísa, at sambandsrørslan var ein tjóðarrørsla, ið hevði sínar røtur í aldagamlari danskari-føroyskari mentanarsiðvenju. Men henda fagra mynd av sambandsrørsluni, soleiðis sum hon vísti seg úti millum fólkið, hevur bara veikt gildi, tá ið tað snýr seg um politikarar sambandsins.

Sum vit vita, komu mangir av oddamonnunum í sambandsrørsluni úr pørtum av fólkinum, ið mest sum andaliga livdu av at snobba fyri donskum embætismonnum. Vit, ið nú eru heldur eldri, minnast frá barnaárum okkara henda trøllkonudans av snobbi og sleiskni, ið blómaði í Tórshavn og varð til politikk. Tað var einki hugnaligt at hyggja at, men tað gevur okkum nú ikki sørt at hugsa um.

At so nógv var av sleiskni og snobbing, kemst jú eisini av, at her vóru fólk, sum hildu tað vera hugnaligt, at snobbað varð fyri sær. Danska fólkið ber av rættum orð fyri at vera eitt fólk, ið er høviskt og ber seg at við fatan fyri øðrum, og sum ikki dámar at spæla sjónleik fyri sær sjálvum. Tó hava vit stundum verið vitni til tann sjáldsama sjónleik, at danir, sum í heimlandi sínum vóru serstakliga lítillátnir, her heima í Føroyum vístu seg í einum heilt øðrum líki. Hetta var serstakliga eyðkent fyrr í tíðini. Tað var ikki heilt óvanligt at síggja danir -serliga konufólk - ý v as e gu p p, um ein so kann siga, á ein hátt, ið annars var ódanskur.

Men at tað var soleiðis, er tó ikki at undrast á. Tað kravdi dønum, ið komu til Føroya, sjáldan langa tíð at varnast, at her heima var tað ómetaliga f í n t at vera dani, sum tað avgjørt ikki var í Danmark. Her heima í Føroyum steig d a n s k t fram við støði í nøkrum heilt øðrum - einum øðrum fólki, einum øðrum tilfari, tað er tí føroyska. Danskt umboðaði fyrisitingina, kongsvaldið, ríkisstuðulin, yvirstættina. Føroyskt umboðaði bónda- og fiskimannaalmúguna.

Nú er tað helst soleiðis vorðið, at sum rímiligt er, var munurin millum donsku yvirstættina og føroysku undirstættina ikki ómetaliga nógv øðrvísi enn tilsvarandi viðurskifti aðrastaðni í danska ríkinum, t.d. millum keypmannahavnarbúgvar og vesturjútlendingar. Men har var tó ein avgerandi høvuðsmunur: en embætismaður í Keypmannahavn hevði millum vesturjútskar útróðrarmenn og bøndur helst kenst sum ein umboðsmaður fyri yvirstættina; men hann hevði tó altíð hóast alt kenst sum ein landsmaður. Her heima í Føroyum var hesin danski embætismaður ikki bara sosialt sæð ein hægri vera; hann umboðaði eitt annað fólk, eitt annað mál - hetta merkisvert veika tungumál, ið her heima var bæði valdsins, rættvísinnar og kirkjunnar mál. Soleiðis sum samfelagsmenningin hevur verið, er tað natúrligt, at føroyska almúgan tók um hesar danir við hávirðing - einari hávirðing, ið handari aftur galt danska fólkið sum heild. Tað var hvørki verri ella betri. Danmark varð í roynd og veru fatað sum eitt fólk av lærdum monnum, embætismonnum, ráðharrum, prestum og bispum, við kongi og húsi hansara ovast.

Nú. Millum danskar prestar og embætismenn hava óivað verið fleiri, ið ikki bara fevndu føroysku "almúguna" við fatan. Ja, vit hava ávís dømi um danskar embætismenn, ið royndu at liva seg inn í føroyskt sinnalag og føroyskan hugsanarhátt og beinleiðis royndu at skilja tað tjóðskaparliga - vit kunnu t.d. nevna Pløyen amtmann. (Hvat ið vit skylda donskum málvísindamonnum sum Sv. Grundtvig o.fl. er óneyðugt at umrøða í hesum sambandi).

Men tílíkir hátt mentaðir danskir menn her heima, ið vístu innlit og fatan,hava gjøgnum tíðirnar ikki verið í meiriluta, tvørtur ímóti. Flestir av hesum monnum hava bara verið "á umferð." Prestarnir vóru í so máta einki undantak. Fæstir av hesum meingi av donskum monnum, ið so statt vóru lærdir og í mongum førum mentaðir menn, hava havt áhuga fyri øðrum enn at røkja embæti sítt til lítar. Og teir eru stillisliga falnir inn í tann leiklut, ið er fallin teimum í lut sum fyrisitingarlig yvirstætt, sum umboð fyri eitt mentanarligt og meiri ment, eitt fólkaslag, "ið stóð hægri".

Og hávirðing, dyrkan, ja, gudstilbiðjan, ið ofta fall hesum fínu monnum og húski teirra í lut, hon kastaði eisini sín ljóma á aðrar danir, ið her búðu, sum als ikki vóru so "fínir." Og at enda røkk hesin ljómi eisini ávísum føroyingum, ið høvdu eydnuna við sær, eyðvitað serstakliga í Tórshavn: tað er teirri kynblendinga yvirstætt av embætismonnum og konslum og øðrum góðum, ið høvdu snobbing fyri donsku yvirstættini sum sítt Alfa og Omega.

Tað hevði kanska ikki verið vert at umrøtt nakað so býtt og barnsligt sum hesa snobbing, hevði tað ikki havt sína politisku síðu, ið viðvíkur okkum øllum. Tað er týdningarmikið hjá okkum nú at ásanna, at nógv at tí, sum ger politikk okkara so fløktan, hongur saman við, at tað tjóðskaparliga og tað sosiala (stættartreytaða) framvegis er blandað saman og trupult at fáa greiðu á. "Tjóðskaparliga" frælsisstríðið, sum sjálvstýrisrørslan fór undir, var eisini eitt "sosialt" frælsisstríð, ja, á mangan hátt meir hetta seinna. Sjálvstýrisrørslan var í sínum uppruna fíggindaliga sinnað móti teirri stórborgara-kliku, ið savnaðist sum høsnarungar undir veingjunum á embætismonnunum. Sambandspolitikararnir trinu tó fram sum verjar hjá hesari klikuni, og aftur fyri tað fingu teir ofta fullan stuðul frá embætismonnunum í stríði sínum ímóti "separatistunum."

Tað snúði seg so statt í stóran mun um eitt sosialt stríð. Hetta galt eyðvitað serstakliga her í Tórshavn, har sjálvstýrisrørslan seyg føðslu úr einari elligamlari sosialari undirlutaduld, ið valla er so reindyrkað nakrar aðrar staðir í Føroyum. Tó - sjálvstýrismenninir gjørdu sær ongantíð greitt, at tað stríð, teir førdu, á mangan hátt var eitt stættastríð. Fyri teimum var tað bara tjóðskaparligt. Í teirra eygum var borgara- og embætisstættin tað sama sum Danmark. Og sínumegin hildu sambandsins fremstu pampar(ar) (oddafiskar), at teirra óføra verja til frama fyri eina heimliga dansksnobbandi stórborgara-stætt var ein verja til frama fyri danska fólkið sjálvt.

Hetta er ein av orsøkunum til, at politiska stríðið her heima er vorðið so undarliga ógreitt og avskeplað. Tað varð aldri strítt fyri almannaeygum og við greiðum sjónarmiðum. Tað varð strítt sum eitt innanhýsiskríggj, har tú ikki reiðiliga veitst, hvørjum tú berjist fyri. Persónlig fíggjarlig viðurskifti mann og mann ímillum hevði sjálvandi eisini týdning, soleiðis sum ein ofta hevur fingið tað frágreitt. Stutt sagt: tað var á mangan hátt trong persónlig og stættaviðurskifti, sum stríðst varð um undir tí falska gekkaskortinum av einum tjóðskaparligum stríði millum danskt og føroyskt.

Teir donsku embætismenn ella prestar, ið skiltu hetta, mundu vera ógvuliga fáir. Vit vita, at menn sum sorinskrivarin Helms og overlærarin Lauritsen høvdu eina sunna og frísinnaða áskoðan á hetta málið; men hvørgin teirra gjørdi nakað av álvara fyri at bøta um trupulleikarnar við alment athevja eina mentanarliga rødd. Aðrir embætismenn, sum t.d. amtmaðurin Sv. Rytter, gjørdi Føroyum eins væl og sínum egna landi nógv ilt við lættkeyptu og opinlýsu luttøku sínari í føroyskum flokspolitikki. Tað er so satt, sum tað er sagt, at høvdu vit her í Føroyum árini eftir 1906 havt ein amtmann, ið var bara í nánd av sama mansevni sum Grundtvig, høvdu allar trætur millum danskt og føroyskt langt síðan verið loystar. Vit hava tíverri alt ov ofta bara havt púra vanligar skrivstovukrakkar, ið hava verið sørir fyri innari sjónarmið.

Ung menniskju, ið hava áhuga fyri farnum tíðum við sínum harða og smáliga politiska innanhýsisbardaga, kunnu lesa eldri árgangar av Dimmalætting og Tingakrossi. Hjá okkum núlivandi føroyingum er hesin innanhýsisbardagi farin yvir í søguna sum ein lívsør og døpur tíð, lítið uppbyggilig, úr politiskum sjónarhorni. Vit vita nú, at meðan hesin politiski nærdystur er farin fram, hava føroyingar og danir aldri fingið høvi til at hitta hvør annan tjóðskaparliga, sum tvær norðurlanda tjóðir- báðar smáar, tó, onnur aftur nógv minni enn hin. Støðugt er nakað, sum hevur staðið sum eitt hindur og forðað fyri útsýninum - ein ljót kúla, sum føroyskur politikkur hevur skapað á sínum egna baki, og sum hevur gjørt henda politikk so óskipiligan, at nú er ikki annað at gera enn læa at henni og vita, um hon so kanska hvørvur. Hon stendur har sanniliga enn, henda dromedárkúla. Men vit eru smátt um smátt í holt við at skotra hana burtur. Tann almannapolitikkur, ið rikin verður her heima í okkara tíð, sker djúpari enn til smáligar undirlutakenslur fyri donskum embætismonnum. Og tjóðskaparligi politikkurin er um at fáa tað einasta skilagóða skapið - í einum kravi um eina u p p g e r ð við donsku t j ó ð i n a , eina endurskoðan, ið ikki skal verða borin fram umvegis eina danska embætisstætt, sum frammanundan hevur hendurnar fullar av føroyskum partapolitikki.

Bara fáir tápuligir danir fara nú á døgum at royna at líta at føroyskari "almúgu" við tí teirri vælviljaðu líkasælu, sum ein skrivstovukrakkur hyggur at tuflu sínari við. Og ein og hvør, sum hevur havt nakað við veruligar danskar persónmenskur at gera, veit, at tær eru meira í ein hásinnaðan mann Grundtvig enn við ein sjálvsøknan og kappingarfúsan embætismann sum Sv. Rytter. Vit fara at vóna, ella vit fara at krevja, at tað verða fólk á tí fyrra slagnum, vit koma at skifta orð við um framtíð okkara, eins og vit krevja, at teir menn, v i t senda til samráðingarborðið, ikki vera heilatómir politiskir høvuðkambar úr einari ella aðrari partapolitiskari skuffu" (1).

____________
(1) "Politik og snobberi" (1940-erne). Det kgl. Bibliotek, Håndskriftsafdelingen. Utilgængelig 677. William Heinesens papirer III. Manuskripter 3. Undirstrikingarnar í textinum hevur W.H. sjálvur gjørt.
27.02.2011
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?