Fólksins rödd og fólksins tómlæti
Í eini sending í sjónvarpinum, skjótt illa lýddasti stovni landsins, fekk lögmaður nú ein dagin rós fyri, hvussu væl hann stóð seg í embætinum og tað móti öllum líkindum.
Nú er lögmaður sjálvandi einki politiskt ljós soleiðsna, men fyri tað kann tað saktans vera at mong, kanska dastið av fjöldini, taka undir við rósyrðunum, sum
fullu um hann í sjónvarpssendingini. Hvat tá. Lögmaður kann tað sum fólk flest kunna, ið onkustaðni verða sett, tað er at sita. Og lögmaður situr við lít,
stimakneptur og kimpurligur, hvar sum hann sæst á skíggja, á forsíðum ella portalum. Gaman í vil onkur vera við, at fáfongd drívir lögmann,hann vildi nógv
heldur sloppið til Brússel ella London at passa kongakrónur enn skattakrónurnar hjá borgaranum.
Íðan hvat so.
Illar tungur siga so mangt.
Men eftir stendur eitt. Gamla tiltakið: mangur fær rós fyri lítið og last fyri einki, hevur sjáldanverið sannari sagt enn um núsitandi lögmann. Og tað er júst hetta sum av sonnum ger hann ein fólksins lögmann.
Hann vil einki. Hann ger einki.
Men hvat sigur so tað?
Ja, tað sigur skjótt sagt, at varein útstappað kúgv, sett út í Tinganes, so leið valla hálvt ár, áðrenn hon var tilbiðin sum besti lögmaður nakrantíð.
Men aftur til sendingina hjá sjónvarpinum.
Her verður, sum teg kanska so smátt grunar, tolluti lesari, sipað hósdagssendingin hjá sjónvarpinum í seinastuni: Fólksins rödd.
Fólksins rödd er ætlað ella ótilætlað ein undirhaldssending. Tað er heldur einki at taka seg aftur í at í summum er sendingin ikki ólík ræðufilmum av tí innantóma slagnum, sum Hollywood letur fjölmiðlarnar blása út fyri seg í snúðiliga hugsaðum lýsingum, men javnan eru ein slættlig uppliving fyri filmkær eygu. Sum ofta í ræðufilmum eru sögutíð og pallur eisini í Fólksins Rödd eitt málsliga útarmað umhvørvi, so útarmað at samfelagstilvitið, sjálvt hjá teimum evnaðu og væl útbúnu, nóg illa maktar at skapa sær orðbragd ella hugtök, tíansheldur nakra samansetta hugsan ið hevur so mikið sum tarablaðsevni til sannkenning av ella innlit í týðandi viðurskifti.
Við gásarholdið um kropp og hjarta sært tú í sendingini inn í eina tíð, í eina fólkahugsan,sum aftur og aftur víkir á tað lættfingna og einfalda,á ta óumhugsaðu og kenslubornu vissuna. Vit síggja eitt samfelag, sum tolir alt og trýr öllum og ábyrgist einki; ein kristindóm, sum ikki veit sær annað grundarlag til sáluhjálp enn at seyma forhúð frelsarans fyri rumpusíðuna á kynslívinum; eina kaffi-lætti-meg miðstætt av heilsurøktarsjúkum hálvmentingum, ið flákra sum lamskotnir einglar um síni mótatilvitaðu hválv av andleysum tolsemi og sjálvkenslu; og so eyðvitað lágstættina, tað treiska og niðurarvaða álitið á, at best er sum er, ið hvussu tað so er, hetta álitið sum ger menta- og vitanaragg heilagt og bygdarfrellið til tann, sum skal koma við vælferð og vælsignilsi yvir sjógv og land.
Ólíkar röddir, jú, men við einum felags tóna kortini. Einum tómlæti, sum ikki vil kennast við seg sjálvt rættiliga og í staðin gevur seg til sjóndar sum tortrygni, rættvísgjørt sum ivi. Í sendingini krystallast hetta tómlæti í tí, sum ein norðoyingur heldur um ting og landsstýri.
Havi eg arbeiði frá átta til fimm og liviliga útkomu, segði norðoyingurin, so liggur sektin á, hvør ræður í samfelagnum.
Spyrst so livst.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
Tórður Jóhannesarson, sum vit javnan hoyra í útvarpinum við tónleikasendingum, hevur skrivað verkið.
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan
Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fy…
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
Eg var undir útbúgving í Danmark, tá ið danska útgávan kom longu árið eftir, í 1973. Tað mundi vera í seinnu helvt av 70-árunum, a…
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
10.04.2024
Staklutirnir
02.04.2024
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
23.03.2024
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin