Vatnlitsmyndir í Glyvra kirkju 13. mars 2011

Noða
Tá ið farið verður undir okkurt nýtt, so eru tað altíð tey skapandi evnini, sum skulu roynast. Tá ið kastað verður upp á einar hosur, eina troyggja ella okkurtannað plagg, so liggur noða á gólvinum við sínum opnu, droymandi eygum og gløðir at tær. Hevði tað verið fyri 80 árum síðani, so hevði stokkakonan vitað, at hetta var av høvuðreyðu, sum lá uppi undir Blábjørgum, á Helvtnini ella í Góðadali.

20.03.2011
Frits Johannesen
Ymist
Í dag er tað kanska soleiðis, at vit kunnu siga, at hetta var keypt úr onkrari tó(gv)búð her á landi. Tógvið var kanska spunnið í Kina ella í Estonia. Sporførið kallar onkur hetta, at vita upprunan til tað, sum vit handfara. Er tógvið bíligt og gott, so hugsa vit kanska ikki so nógv um tað, men gott er at kunna lesa á etikettini og síggja, hvaðani tað kemur frá og umgangast at keypa slíkt, um tað var ein mafiabossur av Secilia, ið eigur spinnaríið, ið leggur rygg til noða, sum liggur á gólvinum.

Tá ið ein tíð er umliðin, so er noða vorðið til eina troyggju ella einar hosur. Nú er tað sniðið, skapið, mynstrið litirnir, sum erualt avgerandi um t. d. troyggjan er vøkur, situr væl og er heit. Ja, vakurt er tað, at síggja eitt barn, í einari vakrari troyggju, sum kanska omman hevur bundið. Tað kunnu vit frøast yvir, og er tað eins og ein livandi skulpturur, ið fer ígjøgnum hetta tíðarhav, tá ið okkurt bundið klæðir kropp og skinn. Einki varar ævugt, so ein dag er troyggjan vorðin ov lítil, og kanska onkur annar fær hetta plaggið, og kemur tað meira enn so fyri, at hon skiftir eigara fleiri ferðir til hon ein dag er vorðin so mikið slitin, at hon bara er í minninum á okkum. Eg hugsi vit øll, ið sita her í kvøld, minnast til fleiri bundnapløgg, sum mamma, ommaokkara ella ein mostir, fastir ella onkur góður vinur hevur bundið til okkara.

Sissheimur
Onkur hevur sagt um døgnið, tá ið vit hugsað um okkum sjálvi, so eru 15 % av døgninum orð, og eru vit restina av døgninum í okkara egnu verð við okkara tankum, svøvni og dreymum . Hans Marius Eidesgaard brúkar orðið, at sita í sissheimi, tá ið tú situr burturi í øðrum heimi. Har er rúmsátt, og kanska kann tað tykjast stravið, at vera so nógv einsamallur, men eg ivist onga løtu í, at tað er gagnligt fyri sál og likam at sita fyri seg sjálvan og stríðast við sítt egna vit og somuleiðis kanska við síni skapandi evni.

Abbin og abbasonurin
Tað er eitt ávíst dýpi millum teg og noða, sum liggur á gólvinum. Vit tekkja altíð eitt mál og mið onkusvegna, tá ið vit hugsa um tað, sum kanska ikki er næst við. Drongurin, sum var farin í kirkju við abba sínum, og vóru teir farnir í góðari tíð fyri kirkjugongd, sum vanligt var, tá ið vit vóru børn. Hann sá abban drýpa høvur og sita í kyrru við foldaðum hondum. Abbasonurin spyr abban: " Hvat gert tú?" - " Eg biði." - "Hvat biður tú um?" - " Nei, Várharra veit, hvat mær tørvar!" Hetta er so sera vakurt, har tann gamli hevur livað eitt heilt lív, og nú er tað næstan so, at sjálv kyrran er bønin, har dýpið millum hann og Várharra er ein vatnlitsmynd við øllum tess litum, skapum, linjum, dýpd og hugsan. Tað ereitt bládýpi millum teg og vatnlitsarkið ella løriftið, sum tú gløðir at, áðrenn pensilin fer at dansa í tíni hond eins og stokkanir hjá stokkakonuni.

Eingilin er mítt vatnmerki
Henry Miller (1891 - 1980) amerikanskur rithøvundur, sum er kendur fyri sínar erotisku romanir, elskaði at gera vatnlistmyndir. Hetta gjørdi hann alt sítt lív - ja, í heili seksti ár dagliga. Hann hevur skrivað eina stuttsøgu, sum eitur: Eingilin er mítt vatnmerki, og er hetta um, hvussu hann fer við penslinum leitandi á tí hvíta arkinum og fær til endans við tógvið stríð sett sítt fingramerkið á myndina. Hann skrubbar og vaskar skapini á arkinum og koma ymisk skap fram, sum hann kýnir, klappar og vaskar burtur aftur. Úrslitið kallar hann fyri eitt meistaraverk - eingin ivi um tað, og summi siga, at hetta er ikki ein hissini tilburður, men ein sannur gleðisrúsur at fylgja honum á hesi vallararferð, sum kemur burtur úr ongum. Er hetta ikki rørandi? Tað sama kunnu vit siga um 23.sálm Dávids, at hanner eisini ein eydnusom yrking, sum kemur burtur úr ongum. Allur hesin spuni er onkunstaðni í huga hansara, í litunum og fingrunum - eitt noða, ein kyrra, sum leggur rygg til eina skapandi løtu.

Fugloyingar brúka eitt heiti um veður og vind: At standa oman brim og liggja oman brim, táfært tú ikki flota bát, tá slepst ikki út um landoddarnar fyri sjóarilsku og brimi. Her er tað natúran, sum vísir tenn, men tað kann mangan vera brim og treingja saman um í huganum, so torført tað kann vera, at taka pensilin og royna at flota, tann listaliga árabátin og fara um djúpini á tí hvíta arkinum. Henry Miller gjørdi tað alt sítt lív at gera vatnlitsmyndir. Hendan frásøgnin, sum eg her sipi til, er ein sera skaldakend frásøgn, sum bert skald kunnu gera tað, men tú dánar, tá ið tú ert liðugur ella liðug at lesa hetta. Tá stendur bara eingilin eftir, eftir at verið skrubbaður, vaskaður, men helt tátt til endans, og gjørdist hann vatnmerki í hesari myndagerð. Hann hevði tá verið um flúrar og sker í myndagerðini, ein lagdeild mynd við ymsum hugtøkum, sum hann sjálvur spyr tann, sum skoðar verkið, um hann sær nakað. Kanst tú fáa eygað á vøtnini handan Ural fjøllini? Kanst tú síggja triumfbogan koma undan roykinum úr Asia? Kunnu tit síggja pingvinirnar tina í Himalaya? Kunnu tit síggja grikkar og seminolarnar fara ígjøgnum ein kirkjugarð? Síggja tit krossfiskarnar liggja á rygginum, og mýlini, sum halda teimum uppi? Síggja tit hetta blekkið, sum høgguslokkurin verður fóðraður við?

So sigur Henry Miller- "Nei, tit síggja tað ikki, tí tit síggja bara tann bláa, kalda eingilin, sum hevur bitið seg fastan í ein gletsjara!" Eingilin er her fyri at føra tykkum til Himmals, har alt er pluss, og minus ikki finst. Eingilin er her sum eitt vatnmerki, eitt vatnmerki, sum borgar fyri sakloysi í okkara hugaverð. Eingilin kennir ikki til kropsligar veikleikar. Tað er listafólki, sum kennir til veikleikarnar. Eingilin er her fyri at stroya sundirskorið persille yvir tykkara omolettir, at seta smærur í tykkara knappahol. Ein hestur, sum kom fram í myndagerðini, fekk eg skrubbað gudafrøðina úr faksinum, - eg kláraði at vaska burtur tað gula úr Yangtsze- Kiang, - eg kundi skava persónligheitina úr manninum í gondoluni,- eg kundi vaskað skýggini heilt burtur, men eingilin kann eg ikki skrubba burtur. Eingilin er mítt vatnmerki.

Eingilin í Getsemane
Hetta var ein spennandi ferð saman við Henry Miller at fara í hendan spuna, ella út á hesa róðrarferð og kenna tað botnleysa dýpið undir sær við øllum tess møguleikum, sum eru á tí spegilsblanka arkinum. Tá ið litirnir hava fest seg á tað sakleysa arkið, og røringur er komin í, er tað sum at standa oman brim, men eingilin fer út í tann kosmiska heimin, at verja teg, at leiða teg, at geva tær eini boð ella troysta teg. Hann er borgan fyri góðsku, kærleika, vernd, troyst... men vreiðina skýggjar hann heldur ikki. Okkum dámar best eingilin, sum verndara og troystara. Tann sorgtyngda løtan í Getsemani, tá ið Jesus fór á triðja sinni aftur at halda bøn, og hann bað somu bønina; tá kom ein eingil av Himli , og styrkti hann. Tað eru nógv listafólk, sum hava verið hugtiknir av hesi hending t. d. Rembrandt.

Meinhard spurdi meg, umeg fór at hava onkra mynd úr líðingarsøguni við á sýningini? Tað fór sum ein eldur ígjøgnum sinnið, tá ið hann spurdi meg, men eg má siga, at eg fór frá Henry Miller, í Gamla testamentiðtil Jesus í Getsemane, serliga eingilin, sum kemur niður av Himli at troysta og styrkja Jesus í hansara sváru neyð. Har steðgaði eg. Eingilin er ein ikon, sum gevur okkum ein ávísan tryggleika frá vøggu í grøv og at fara við penslinum har vatnlitssevjan seyrar úr penslinum, út á tað hvíta oyðimarkararkið, kann bæði vera ein løtt , men eisini ein tung ferð, tá ið tú t. d. stendur á gáttini til grindina inn í Getsemane, har tað drívur úr penslinum við myrkari vatnlitssevju. Tað dýpið, sum liggur goymt her aftan fyri greinar, viðabular og skarðslendi er so djúpt, at Jesus í hesum máttloysi, mótljósi, glámlýsi, var í svárari neyð. Tá ið neyðin er stórst, er hjálpin næst. Vit síggja hann har móti døkkum greinum og myrkum viðabulum.... so er eingilin har. Ljósasta stundin í hesum myrka, dimma og dapra urtagarði var, tá ið eingilin kom niður av himli at troysta Jesus. Tá er eitt lívrunnið, ævugt ljós, komið til sjóndar hesa sváru stund og glámlýsismáttur heimsinsmissir takið. Eg steðgaði her við hendan troystareingil - fór ikki víðari fram á hesi glámlýsisgøtu ..........men satt er tað, at eingilin er eitt vatnmerki, ikki bert hjá Henry Miller, men hjá okkum øllum á ein ella annan hátt.

Frits Johannesen
20.03.2011
Frits Johannesen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?