Krossvegir

Aftur og aftur seta átrúnaðarligir spurningar dagsskránna í Føroyum. Og hvørja ferð spurningar taka seg upp, sum nema við trúgv og lívsáskoðan, syndrast tjóðin. Sum ein neisti, ið kemur í samband við brennievni, er spurningurin um sambandið millum átrúnað og politikk ein støðug kelda til kjak, stríð, spjaðing og samanbrestir.

10.04.2011
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Tí vit standa mitt í einum stríði um virði. Einum stríði um, hvørjum meginreglum føroyska samfelagið skal hvíla á, hvørjum varðum samfelagið skal gangaeftir.

Bókin Krossvegir, ið Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen ritstjórnaðu og góvu út á Sprotanum, gav fleiri góð boð um, hvat vit skulu velja - og hvat vitskulu vraka. Her verða sjónarmið vigað og brýnd. Diagnosur settar. Herðaklapp givin. Ákærur reistar. Flokkar og politikarar settir á ákærubeinkin. Høgg ogherðaklapp til føroysku fjølmiðlarnar. Fólkakirkja og fríkirkjur settar undir luppin. Javnstøða og tolsemi vigað. Og kristindómur og gudloysi eftirmett.

  • Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki?
  • Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum?
  • Ella hóttir kristindómurin hesi rættindi?
  • Hóttir gudleysa humanisman kristna siðaarvin?
  • Er kristindómurin kvinnukúgandi?
  • Valdu fjølmiðlarnir síðu í sambandi við málið um §266b?
Vit fara at taka afturíaftur nakrar av hesum áhugaverdu greinum.

Fyrsta greinin er eftir Sjúrð Skaale:

Demokratiskt frælsi ella teokratiskt ófrælsi

Fundamentalistisk, politisk religión hóttir frælsið og fólkaræðið um allan heimin. Eisini í Føroyum eru politiskar kreftir, sum vilja avtaka andsfrælsið og skipa landið sum eitt fundamentalistiskt, religiøst teokrati

"...and life of man: Solitary, poor, nasty, brutish and short."

Við hesum kendu orðum lýsti heimspekingurin Thomas Hobbes lívið hjá menniskjum, áðrenn samfeløg vórðu skipað. Tað var vilt og barbariskt. Hvør einstakur varfullkomiliga "frælsur" - og tað hevði við sær, at eingin var frælsur. Men einaferð funnu menniskju útav, at tey, við at geva seg undir felags reglur ogfyriskipanir, kundu fáa eina nógv tryggari tilveru.

Vit menniskju hava altso skipað okkum í samfeløg, tí vit vilja verja hvørt annað. Vit hava ásannað, at um vit geva okkum undir felags lógir - og harvið gevafrá okkum ein part av okkara frælsi - fáa vit so ómetaliga nógv meir afturfyri.

Vit kunnu ikki gera okkum inn á ein annan - men vit hava trygd fyri, at eingin órevsaður kann gera seg inn á okkum.

Vit rinda til ein felags kassa - men afturfyri hava vit rættin at fáa úr hesum kassa, tá ið okkum tørvar tað.

Vit lata - og vit fáa. Tá ið fólk fáa meir, enn tey lata, virkar skipanin. Annars verður ónøgd; skipanin missir stuðul og dettur sundur.

Takið er at finna fram til eina skipan, sum øll, hvussu ymisk tey so eru, stuðla og kenna seg heima í. Eina skipan, sum er bygd á so rímiligar og logiskarlógir, at øll skilja, hví lógirnar eru galdandi - og harvið eisini vilja geva seg undir tær. Eydnast hetta, verður skipanin sameinandi og inkluderandi. Honstoytir ongan frá sær.

Hetta merkir, at staturin einans skal vera ein karmur um lívið hjá menniskjum. Innan fyri henda karm skulu fólk varðveita sítt persónliga frælsi.Hvør einstakur skal altso hava rætt til at skipa sítt persónliga lív, sum hann vil. Hann skal bara ikki gera seg inn á onnur. Skal persónliga frælsiðavmarkast, skulu grundgevingarnar vera logiskar og sakligar.

Hvussu stórt persónliga frælsið skal vera, koma vit fram til við eini hóskandi javnvág millum negativt og positivt frælsi.

Positivt frælsi er frælsi til.

Negativt frælsi er frælsi frá.

Ein heilt avgerandi táttur í tí persónliga frælsinum er trúarfrælsi. Religiøs trúgv er eitt so mikið persónligt fyribrigdi, at hana eigur staturin - karmurin -eftir mínum tykki als ikki at blanda seg uppí. Vit skulu hava frælsi til at trúgva tí, vit vilja. Og vit skulu hava frælsi frá at verða tvingaðinn undir religiøsu sannføringarnar hjá øðrum.

Religión er ikki eitt politiskt mál
Tað er ein heilt grundleggjandi munur millum politikk og religión, sum ger, at hesi eiga at haldast sundurskild.

Í demokratiskum politikki tosa fólk seg í felag fram til semjur. Øll mugu geva eitt sindur fyri at fáa eitt sindur. Har finnast eingir endaligir sannleikar,men funnið verður fram til loysnir gjøgnum orðaskifti.

Religión, hinvegin, kann ikki diskuterast við rationellum grundgevingum. Religión er ein persónlig trúgv á nøkur absolutt, men yvirnatúrlig viðurskifti.Religión er sannleiki fyri tann, sum trýr, men pátrúgv fyri tann, sum ikki trýr.

Skal religión vera ein partur av politikkinum, má hon eisini kunna viðgerast sum onnur politisk mál. Og tað kann hon ikki, júst tí hon ikki byggir á vitan ellalogikk, men á trúgv á nakað yvirnatúrligt. Tvey fólk, við hvør síni religiøsu trúgv, hava bæði "rætt", sæð úr teirra egna sjónarhorni. Tey kunnu ikki finnafram til eina demokratiska semju.

Politikkur er almennur og felags fyri øll. Tí má og skal lóggevarin duga at grundgeva rationelt fyri tí, hann ger. Og tað kann hann ikki, um lógirnar byggja áreligiøsar grundgevingar. Tí skal eingin tvingast at liva sambært trúnni hjá øðrum. Og tí skal religiónin bara vera fyri tey, sum góðtaka tær yvirnatúrligufatanir, hon byggir á.

Politiskar semjur skulu øll geva seg undir. Religiónin skal kunna veljast - ella veljast frá.

Fundamentalistiskur, religiøsur politikkur
Tað finnast nógv lond (fyrst og fremst muslimsk lond) har fólk ikki kunnu velja religiónina frá, men mugu liva sambært religiøst grundaðum reglum - uttan muntil, um tey eru religiøs ella ei. Hesi lond byggja á fundamentalistiska, politiska religión. Ein heilag bók verður lisin heilt bókstaviliga sum Guds orð, ogvið støði í hesum verða politiskar skipanir gjørdar.

Eg havi vitjað okkurt av hesum londum, og tað er bæði ræðandi og hugtakandi at síggja, hvussu milliónir av menniskjum verða tvingsilsfóðrað við religiøsaritrúgv. Øll verða indoktrinerað frá barnsbeini, og tá ið tey vaksa til, duga tey flestu einki galið at síggja við teirri skipan, tey liva í. Tey eru púrasannførd um, at teirra land og teirra lív eru skipað sambært ætlan Guds [1].

Men nøkur klára, hóast tey hvønn dag standa í einum stormi av religiøsari propaganda, at hugsa egnar tankar.

Og tey hava tað ikki lætt.

Tí í ongum av hesum londum er talufrælsi. Sjálvsagt ikki. Tann "rætta" trúgvin er jú galdandi - øll kritisk umrøða má koma frá "tí ónda".

Í hesum londum er einki trúarfrælsi. Sjálvsagt ikki. Øll skulu jú liva sambært teirri "røttu" trúnni.

Í øllum hesum londum verða fólk kúgað. Sjálvsagt. Verður tú tvingaður at liva sambært religiøsu trúnni hjá einum øðrum, ert tú kúgaður.

Í nógvum av hesum londum fáa fólk harða persónliga revsing, um tey verða hildin at "seta seg upp ímóti Gudi". Sjálvsagt. At revsa umboðsfólkini hjá "tí ónda"er at revsa tann ónda sjálvan.

Í hesum londum er ofta beiskt, innlendis stríð. Sjálvsagt. Tá ið fólk ikki sleppa at hugsa og tala frítt, verða tey sansaleys.

Í øllum hesum londum er einaræði - antin formelt ella reelt. Og tað er eisini sjálvsagt. Eitt stýri, sum byggir á absoluttar, yvirnatúrligar "sannleikar", ogheldur seg umboða Gud, kann ikki loyva øðrum framat. Tá ið ein politiskur leiðari sigur seg umboða Gud, kann ein annar leiðari, við eini aðrari meining, júikki siga tað sama. Gud kann ikki hava tvær politiskar meiningar samstundis. Tí kunnu fólkaræði og religiøst stýri ikki sameinast. Valið stendur millum demokrati ella teokrati. Tað ber ikki til at hava bæði í senn.

Hesi lond eru ofta í kríggi við onnur lond. Sjálvsagt. Tá ið tú umboðar Gud, og onnur antin eru heidningar ella umboða ein skeivan Gud, so ber illa til atsemjast. Og tá ið himmalin bíðar hinumegin, er ikki so tungt hjá hermonnunum at fara um deyðans gátt.

Tá ið vit í dag ymsastaðni í heiminum síggja stríðið millum shia- og sunnimuslimar, hinduar og muslimar, jødar og muslimar, kristin og muslimar, muslimar og"heidningar", álopið á World Trade Center ella rokið um tekningarnar í Jyllands Posten, so er skjótt at hugsa, at tað er sjálvari teirri muslimsku religiónini,tað er galið við.

Men so einfalt er tað ikki. Allir muslimar eru als ikki stríðssinnaðir. Vandin kemur, tá ið religiónin verður fundamentalistisk og politisk. T.e.at tey lesa Koranina bókstaviliga sum "Guds orð". Síðani velja tey sær onkur brot úr Koranini, sum tey halda vera Guds týdningarmestu boð. Og hesi boð viljatey so fremja við politiskum ella hernaðarligum valdi.

Vit halda tað vera óskiljandi, men fólk, sum frá barnsbeini verða indoktrinerað við religiøsari fundamentalismu, síggja ikki veruleikan uttanfyri. Mong teirraeru til reiðar at ofra bæði seg sjálv og onnur fyri at fylgja "Guds boðum".

Nógv halda eisini, at hetta bert er eitt muslimskt fyribrigdi. Tað er tað als ikki. Bíblian er mangan nýtt á júst sama hátt, sum Koranin verður nýtt í dag.Grundað á fundamentalistiskan bíbliulestur hava valdsharrar í kristna partinum av heiminum tikið sær rætt at siga, hvør Guds vilji var, og at fremja hendavilja við politiskum og hernaðarligum valdi.

Millum mongu avleiðingarnar kunnu vit nevna krossferðirnar, 30-daga kríggið, inkvisitiónina og heksabrenningarnar. Ja, sjálvt á okkara døgum kallaði Bushforseti tað eina "krossferð", tá ið hann fór at bumba Irak.

Politikkur og religión eru altso ein vandamikil cocktailur - sama, hvør religiónin er.

Upplýsing og sekularisering
Eftir at prentlistin var uppfunnin í 1450, fór kirkjan at missa sín einarætt til at tulka Bíbliuna - og tá fór støðan hjá teimum politisku/religiøsu leiðarunumí Evropa at vikna.

Við upplýsingini vann hugsanin um frælsi hins einstaka fram, og tá ið amerikanska grundlógin varð samtykt í 1787, var hetta púra avgerandi. Tí tryggjar lógineisini borgarunum trúarfrælsi.

Í 1905 varð kirkjan í Fraklandi heilt loyst frá statinum. Grundgevingin var, at staturin skal vera neutralur, og at øll skulu hava fult religiøst frælsi. Tíkundi kirkjan ikki hava politiskt vald [2]. Í uppskotinum til ES-grundlóg kemur sama fatan til sjóndar. Har ereingin religiøs tilsiping at finna.

Upphavsfólkini av hesi gongd hava ikki øll verið ateistar. Tey hava verið demokratar. Tey hava virt rættin hjá øðrum at hava aðra trúgv enn tey - ellaikki hava nakra trúgv.Tey hava virt frælsi hins einstaka.

Religión sum virðisgrundarlag
Framvegis eru nógv lond í Evropa, ið hava almennar kirkjur. Í Norðurlondum er tað bert í Svøríki, at statur og kirkja eru skild sundur - og tað hendi ikki fyrrenn í 2000. Og í fleiri londum - t.d. Týsklandi - eru stórir politiskir flokkar, sum kalla seg "kristiligar".

Er hetta í samsvari við hugmyndina um persónligt frælsi?

Ja, tað er tað. Tí í hesum londum byggir politikkurin ikki á religiøsa fundamentalismu. Reelt eru bæði norðurlondini og øll onnur framkomin evropeisklond langt síðani sekulariserað. Hóast kirkjan er almenn, hevur hon mist alla beinleiðis ávirkan á politikkin. Og teir stóru "kristiligu" flokkarnir grundgevaikki fyri sínum politikki við skriftstøðum úr Bíbliuni. Teir skilja, at politikkur og religión er hvør sítt. T.d. góðtók týski ríkisleiðarin, prestadóttirinAngela Merkel, at eingin tilsiping er til religión í uppskotinum til evropeiska grundlóg. Ikki tí Merkel ikki er kristin, men tí hon virðir persónligafrælsið.

Tað er avgerandi munur millum tey, ið hava eina religión sum virðisgrundarlag, og tey, ið hava fundamentalistiska tulking av eini religión sum politiskt programm. Tað fyrra samsvarar væl við fólkaræði og frælsi hins einstaka - tað seinna ger ikki.

Í Føroyum eru eisini nógvir flokkar, ið siga seg byggja á kristin virði og siðvenju. Men hvat hetta er, eru tað sum kunnugt óteljandi meiningar um. Tí havaflestu føroysku flokkarnir ikki læst seg fastar á nøkrum øki. Teirra kristindómur er ikki eitt politiskt programm, men eitt virðisgrundarlag [3].

At kristindómurin er partur av okkara mentan og okkara siðaarvi og tí fyllir nógv í almenna rúminum, er nakað, ið ateistar og fólk við øðrum religiónum mugugóðtaka. Men meirilutin eigur kortini altíð at hava í huga, at persónliga frælsið og trúarfrælsið hjá minnilutanum skal virðast [4].

Tað stóra afturstigið
Fólk kunnu nýta sítt persónliga frælsi til tað, tey vilja - eisini til at virka ímóti sjálvari teirri hugsan, sum tryggjar teimum hetta frælsi.

Hetta hendir í USA í hesum árum. Evangelisk kristin í The Christian Right virka fyri at gera sínar fundamentalistisku tulkingar av bíbliuørindum tilalmennan politikk.

Geniali spindoktarin hjá Bush-forseta, Karl Rove, hevur brúkt politiska áhugan hjá hesum bólki til fulnar. Í valstríðum hevur Bush lagt dent á, at hann er ein born again christian, og gjørt seg til talsmann fyri sjónarmiðunum hjá The Christian Right.

Hetta hevur tryggjað honum tveir valsigrar - men alliansan millum Bush og The Christian Right hevur havt við sær, at fleiri lógir í USA ikki hava nakralogiska ella rationella grundgeving yvirhøvur [5]. Bara at "tað stendur í Bíbliuni".

Fólk, hvørs persónliga frælsi er tryggjað í grundlógini, skerja altso frælsi hjá øðrum við at kroysta tey inn undir sína religiøsu fatan. Hetta er eitt veldugtafturstig frá teirri sekularisering, sum the founding fathers vildu kjølfesta í amerikansku grundlógini.

Upp gjøgnum søguna hevur kirkjan stundum avnoktað vísindalig frambrot, tí hon hevur hildið nýggju vitanina hótta ta læru, hon stóð fyri. Tað, sum nú hendir íUSA, bendir á sama borðið. Nú hava religiøsir leiðarar ikki formligt politiskt vald - men veruliga valdið er stórt.

Vælkomin til Iran...
Hugburðurin hjá The Christian Right hevur eisini fest røtur í Evropa, og í Føroyum hava vit fingið ein flokk, sum rætt og slætt vil hava demokratiiðskift um við teokrati.

Miðfloksins stevnumið lata ongan iva vera um, hvat hann vil:

Undir " Mentan og list" stendur, at " Mentanarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum, sum samfelagið byggir á". Fólk,sum arbeiða innan mentanina, skulu altso virka í samsvari við Miðfloksins bíbliufatan, og teirra tiltøk skulu gjøgnum floksins religøsa sáld, áðrenn gjørtverður av, hvat skal stuðlast og ikki. Tá ið sjónleikurin Ginusøgur varð spældur, fingu vit eina ábending um tann sensur, ið her verður lagt upp til.

" Samfelagið eigur av verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki." Hvør skal gera av, nær hetta frælsi verður misnýtt?Miðfloksins niðurgerð av ávísum menniskjum kemur neyvan undir "misnýtslu". Men tá ið ein listamaður gjørdi eina speiska viðmerking til samfelagskjakið, meldaðiBill Justinussen hann. Tað var so ein ábending...

" Almennu fjølmiðlarnir eiga at vera sakligir, ópartískir og fjøltáttaðir og eiga ikki at mótstríða teimum kristnu grundvirðunum." WHAT??? Hvørskal gera av, nær virksemi hjá einum tíðindamanni stríðir ímóti "kristnu grundvirðunum", sum Miðflokkurin skilir tey? Og verður tað loyvt at kritiseraMiðflokkin sjálvan? Hetta er avtøka av redaktionella frælsinum hjá almennu miðlunum. Tað er sum á Cuba: fjølmiðlarnir eru frælsir, so leingi teir ikkikritisera maktina.

" Kristnum samkomum og einstaklingum eiga at verða givnir betri møguleikar innan almennu fjølmiðlarnar. Møguleiki hjá hesum at fáa senditíðir, tá ið fjølmiðlarnir annars ikki senda, skal vera til staðar." Men hvør man skula gera av, nær samkomur og einstaklingar eru nóg kristin at fáa senditíð?

Undir " Skúli og útbúgving" stendur, at " Orð Guds, Bíblian, eigur at vera grundarlagið undir undirvísingartilfari, og eigur undirvísingin á ongan hátt at mótstríða Bíbliunnar boðskapi." Kann ein hvalur eta ein mann og spýggja hann livandi uppaftur? Kunnu øll djórasløg vera í einum skipi í langa tíð? Varðheimurin til eftir eini viku? Kann bøn seta náttúrukreftirnar selektivt úr gildi? Trúgvin sigur ja. Vitanin sigur nei. Og vitanin skal víkja! Hvat hendir viðeinum næmingi, sum undir eini próvtøku heldur seg til vitanina? Skal hann dumpa?

Men tað verður verri enn: " Kristnilæran, sum er lyndismennandi, eigur at byggja á Bíbliunnar boðskap, og bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni." At hava útbúgving er ikki nóg mikið. At kenna kristnu læruna er ikki nóg mikið. Lærarar skulu vera játtandi trúgvandi. Hvør skal gera av,um játtanin er ektað? Hvør skal vera tankapolitistur?

" Til tess at skapa trygd fyri einum fjølbroyttum útbúgvingartilboði eiga frískúlar, ið byggja á bíbilska grundstøðið, at verða loyvdir og stuðlaðir eins og aðrir mennandi skúlar." Hugsanin við einum almennum skúla er, at øll børn skulu hava teir grundleggjandi førleikar og ta vitan, sum er neyðug tiltess at klára seg í samfelagnum. Vitan. Ikki trúgv. Men sjálvandi, tað er bara galdandi, um skúlin er í einum demokratiskum, frælsum landi...

" Stuðul verður givin til bíbliuskúlar og til bíbliuskúlanæmingar á sama hátt sum til annan lesnað." Religiøs trúgv skal sostatt setast púra javnt viðvitan. Um talan altso er um Miðfloksins trúgv...

Tað eru dømi um, at Miðflokkurin ikki sjálvur fylgir sínari egnu fundamentalismu. Undir "Etiskir spurningar" stendur t.d., at " Lívið er Gudgivið og byrjar við gitan, og eigur tí lógin at verja tað ófødda barnið." Um mannalívið veruliga byrjar við gitan, so skuldi tað verið ólógligt at nýtt spiral. Tá koma sáðog egg jú saman, áðrenn tað fer út. Tað skuldi eisini verið ólógligt hjá barnleysum foreldrum at fingið eftirgjørdan gitnað. Slík viðgerð hevur jú næstan altíðvið sær, at nógv gitin egg fara fyri skeytið. Talan er sostatt, sambært Miðflokkinum, um eksperiment við livandi menniskjum. Men tað tykist vera í lagi...

Miðfloksins stevnuskrá er púra greið. Frælsi hins einstaka skal skerjast. Trúarfrælsið skal skerjast. Talufrælsið skal skerjast. Fjølmiðlar skulu undirreligiøst eftirlit. Skúlar - og einstakir lærarar - skulu eisini undir religiøst eftirlit. Sum heild - vælkomin til Iran!

Miðflokkurin dylur als ikki fyri, at hann vil seta diktatoriska, religiøsa fundamentalismu í staðin fyri frælsi og fólkaræði. Og tað merkiliga er, at hesinflokkur verður roknaður at vera púra stovureinur í Føroyum. Allir aðrir flokkar kunnu samstarva við hann - og millum veljararnar tykist undirtøkan bara atvaksa.

Demonisering av minniluta
Fundamentalistiskar rørslur velja sær ofta fíggindar, sum standa veikir í samfelagnum, og sum eru lættir at demonisera.

Miðflokkurin er einki undantak. Hansara virksemi vísir, at demonisering av samkyndum er ein avgerandi partur av floksins raison d'être. [6] Bíbliuvers, sum kunnu brúkast til hetta, verða dúgliga brúkt - meðan onnur verða gloymd.

Eg skal nevna nøkur eftir mínum tykki óhugnalig og ræðandi dømi um hetta:

Dømi 1. Tað er ólavsøka 2004. Jóannes Eidesgaard heldur eina talu fyri felagsskapinum hjá samkyndum í Grasagarði [7]. Jenis av Rana sigur dagin eftir við útvarpið, at hetta var " ein níðingsgerð móti føroyska samfelagnum". Hann samanber við Sodoma og Gomorra,ávarar um, at Føroyar nú kunnu fáa somu lagnu, og sigur, at " tað eru bara bønirnar hjá teimum trúgvandi, sum kunnu bjarga samfelagnum undan at heysta tað, sum hann (t.e. løgmaður) sáddi." Um tey samkyndu sigur hann, at tey skulu hjálpast, men at " vit gera tað ikki við at seta framtíðina hjá øllum Føroya fólki upp á spæl."Hann endar við at siga, at tey, ið halda løgmanni við valdið, eiga at biðja hann " koma við eini treytaleysari umbering til Føroya fólk og kanska eisini tað, sum týdningarmest er: Eini umbering, sum Gud í himli kann síggja og taka til sín."

Dømi 2. Bill Justinussen er við løgtingsins trivnaðarnevnd í USA í 2005. Hann skrivar hesar hugleiðingar til heimasíðu Miðfloksins: " Washington liggur á sama breiddarstigi sum Róm. Tí var tað sera heitt, umleið 30 hitastig. Vit vóru í státunum júst um sama mundið, sum ódnin Katrina gjørdi um seg og allar avleiðingarnar komu til sjóndar á leiðini við Missisippi, serliga í New Orleans. Onkur segði mær, at árliga heimskenda homo-skrúðgongan í New Orleans skuldi verða um nakrar dagar. Er samband millum vatnflóðina og hetta?" [8]

Dømi 3. Málið um 266b verður viðgjørt á tingi í november 2006, og hugburður Miðfloksins meitlaður í stein. Jenis av Rana sigur hetta vera at " lóggeva ímóti Gudi". Hetta er, sigur hann, partur av einum " uppreistri móti Gudi". Og so ávarar hann um avleiðingarnar: " Sigið nei til hetta. Hetta er roynt fyrr. Tað kendasta dømi er tað, sum hendi í Sodoma og Gomorra. Lat okkum ikki uppliva tann dagin, tá vit ganga sum tey. (...) Hetta er alvorligt. Hetta er ikki at spæla við. Ætlar mann at fáa Gud úr samfelagnum, so skal mann vita, hvat mann fær í staðin fyri (...). Latið okkum takka Gudi við at siga, at í Føroyum skulu framvegis Guds lógir galda."

Dømi 4. Tað er tíverri ikki bert í Miðflokkinum, at slík hugsan kemur til sjóndar. Sjálvur mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, skrivar í august í2005, at hann er " sannførdur um, at tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað natúrligt".

Tankin er altso, at Gud fer at revsa okkum - ja, enntá at drepa okkum - um vit góðtaka seksuella samleikan hjá ávísum menniskjum og lata tey liva frítt íokkara samfelag. Hetta byggir eftir mínum tykki á eina religiøsa fatan, sum er sjúklig og perverterað. Og tá ið slík perverterað religión verður politisk, erstórur vandi á ferð. Mær nýtist ikki at nevna søgulig dømi um, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða.

Og bæði Jenis, Bill, Jógvan og hinir fundamentalistarnir vita væl, at tað ikki finst nøkur rationell grundgeving fyri tí, teir siga. Tey lond, har samkynd havagóð kor, eru millum heimsins mest framkomnu og tryggastu lond. Gud hevur ikki revsað tey. Í teimum londum, har samkynd verða demoniserað, stendur verritil...

Dømi 5. Í § 9 í uppskotinum til stjórnarskipan stendur, at " øll fólk eru javnsett, uttan mun til eyðkenni ella frábregði". Útvarpið spurdi 17.oktober 2006 Jenis av Rana, um hendan greinin verjir samkynd móti mismuni, og gevur teimum rætt til at giftast. Jenis svaraði: " Í Føroyum hava okur ikki tað. Í Føroyum hava okur giftarmál millum mann og konu; ikki millum tvey av sama kyni. Stjórnarskipanin, hon byggir á føroyska mentan. Og føroyska mentanin rúmar ikki hinum. Rúmar ikki tí ónormala."

Tað kann grundgevast fyri, at lógargreinin ikki gevur samkyndum rætt at giftast. Men hansara grundgeving - at føroysk mentan ikki rúmar tí ónormala - erófrættakend. Eitt frælst samfelag er júst eyðkent av, at tað rúmar tí ónormala.

Dømi 6. Eftir at 266b er farin gjøgnum tingið, hevur Bill Justinussen 29. januar 2007 hesa analysu av støðuni í samrøðu við Sosialin: " Eg havi varhugan av, at vit hava nøkur samkynd fólk, ið aktivt luttaka í fjølmiðlaheiminum, og hetta ger, at hugburðurin millum fjølmiðlafólk ávirkast. Eg havi ongan trupulleika av, at samkynd arbeiða sum onnur. Men tað er eingin loyna, at alsamt fleiri samkynd gerast tíðindafólk í Føroyum. Trupulleikin er, tá tey aktivt ávirka føroyska fjølmiðlaheimin (...)".Hvat minnir alt hetta teg um...?

Misnýtsla av kristindóminum
Tað er rein tilvild, at tað í okkara føri eru samkynd, sum tann fundamentalistiska, politiska religiónin hevur kastað seg yvir. Tað kundu verið øll møguligonnur. Tí tað er ikki bara religiónin sjálv - t.e. tær heilagu bøkurnar - sum gera av, hvør og hvat fíggindin hjá fundamentalistum er. Tað hava gjøgnum søgunabæði verið kvinnur, fólk við øðrum átrúnaði, jødar, svørt- og samkynd.

Tað finnast ongar natúrligar grundgevingar fyri slíkum fordómum. Tí verður leitað til heilagar skriftir at finna yvirnatúrligar grundgevingar. Bæði íKoranini og Bíbliuni eru nóg mikið av sitatum, sum hvør kann tulka, sum hann vil.

Tey bíbliuorðini, sum Miðflokkurin nýtir í síni herferð, eru ikki mong í tali. Men tey verða toygd í hvørjari lykkju - og tað verður klipt og klistrað fyri atfáa tey at passa.

Eitt dømi um hetta var, tá ið fyrrverandi skúlaráðslimur Miðfloksins, Svenning av Lofti,1. november í 2006 legði upp í kjakið um 266b við m.a. at endurgeva 3.Mósebók 20, 13 á hendan hátt: " Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð". Og so settiSvenning punktum. Hesi vóru orðini, hansara fordómar høvdu tørv á. Men í 3. Mósebók 20,13 stendur ikki punktum, har Svenning setti sítt punktum. Ørindið heldurfram við hesum orðum: " teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum". Hesum partinum kundi Svenning ikki taka undir við - og tí setti hann bara síttpersónliga punktum í tekstin [9].

Eg nevni hetta sum dømi um, at Miðfloksins virksemi ikki bara máar støði undan okkara fólkaræði. Tann selektiva nýtslan av Bíbliuni máar eisini støði undanteirri kristindómsfatan, sum hevur verið galdandi í Føroyum. Á fleiri kjaktorgum á alnótini sæst, at ein anti-kristilig rørsla er um at taka seg upp her.Miðfloksins blasfemiska virksemi gevur henni gróðrarbotn.

Samkomuleiðari í Rættarnevndini
Í muslimsku teokratiunum meta imamar, við støði í Koranini, um dagsins politisku mál. Tann 27. november 2006 sóu vit nakað tað sama í Føroyum. Stríðið um 266bvar í hæddini, og løgtingsins rættarnevnd kallaði viðkomandi fólk inn at tosa um málið.

Eftir ynski frá umboði Miðfloksins verður henda dagin Jógvan Zachariassen innkallaður. Ikki tí hann er samkyndur og tí kann siga nevndini um tørvin á nevndulóg. Heldur ikki tí hann er lógkønur og kann greiða frá um avleiðingarnar av lógini. Jógvan Zachariassen er kallaður inn, tí hann er leiðari í SamkomuniLívdini í Hoyvík! Maðurin skal greiða rættarnevndini frá, hvat kristindómurin hevur at siga um spurningin. Hvat Gud heldur.Og tað ger hann so.

Hann greiðir frá, at " Øll kynslig orientering, utt an fyri mynstrið millum ein mann og eina kvinnu, re flekt erar ikki tað góða, vakra og sannleikan."

Hann sigur, at " kristin trúgv hevur eina grundleggjandi meining um moralskan "lívsstíl," og samkyndur lívsstílur gongur beint ímóti tí grundleggjandi meiningini".

Hann sigur, at " um atfinningarnar frá samkyndum um hesar "skeiv leikarnar" og hetta "órætt­vísi" er, tí at samfelagið ikki vil góðtaka samkynda kyns liga orientering á sama støði sum heterosexuelt hjúnaband, so er prátið um "rættvísi" og "líkastilling" óviðkomandi, tí menniskju kunnu ikki krevja "rættin" til nakað, sum Gud ikki hevur givið teim um".

Hann veit eisini at siga, at ein "littur" (hann upplýsir ikki, hvør hesin "litti" er) hevur samanborið tey sam kyndu og tey littu soleiðis: " Tá ið tey samkyndu hava verið trælir yvir 200 ár; eru legalt blivin definerað sum 3/5 men n iskja (2/5 djór); hava mist rættindini at atkvøða ella at eiga privata ogn, av tí at tey eru samkynd, tá kunnu tey byrja at samanbera seg við tey, sum hava kent sviðan av rasismu og niðurgering." (Ja, hvat vildi hann siga viðhesum?)

Tað, Jógvan Zachariassen sigur, kann hvørki afturvísast ella diskuterast, tí tað byggir ikki á vitan, men á religión [10].

Skal slíkt verða grundarlag undir okkara lógarsmíði, flyta vit okkum frá demokratinum og yvir í teokratiið. Og tað er júst tað, sum er Miðfloksins endamál.

Endi
Nógvir av størstu samfelagsligu og politisku leiðarum í heiminum hava verið religiøsir. Vit kunnu t.d. nevna Martin Luther King, Mahatma Gandhi og VaclavHavel. Teir fingu íblástur og styrki at inna sítt góða verk úr síni religiøsu trúgv.

Men teir vóru ikki fundamentalistar. Teir tóku sær ikki einarætt at umboða Gud á jørðini. Teir tóku sær ikki rættin at døma fólk í Guds navni.

Tað er, tá ið religiónin verður fundamentalistisk og verður brúkt beinleiðis sum eitt politiskt amboð, at vandi er á ferð.

Tí menniskju eru avmarkað. Vit duga illa at síggja út um okkum sjálv og okkara tíð. Vit eru smá, og okkara sjónarhorn er trongt.

Skulu menniskju spæla Gud, kunnu vit ikki gera tað við at gera okkum líka stór sum Gud. Vit kunnu einans spæla Gud, um vit royna at gera Gud líka lítlan, líkaavmarkaðan, og líka fordómsfullan, sum vit eru sjálv.

Hetta er tað, religiøsir fundamentalistar gera, tá ið teir siga seg fremja Guds verk í politikki. Og hetta er tað, sum ávísir politikarar eru farnir at gera íFøroyum.
________

[1] Tann mynd, eg her gevi av teokratiunum í Miðeystri, er ein generalisering uttan nuansur. Sjálvandi erveruleikin meiri samansettur.

[2] Frakland hevur slóðað fyri fólkaræði í Evropa, og avtøkan av religiøst grundaðum politiskum valdi var einavgerandi táttur í hesum. Tað er sigandi at hyggja at grannalandinum Spania. Tá ið Franco tók valdið í 1936, gjørdist Spania diktatur - og teokrati. Kirkjanvar ein beinleiðis partur av stjórnini, og nógvar religiøst grundaðar lógir vóru galdandi. Frælsi hins einstaka var minimalt heilt fram til 1975, tá ið Francodoyði og kirkjan misti sítt politiska vald.

[3] Nakað annað er, at vit altíð hava havt politikarar, sum hava roynt at vunnið sær politiskt vald við attekkjast ávísum religiøsum bólkum. Óli Breckmann er eitt gott dømi. Hann hevur altíð alment látist at verið øgiliga gudrøkin.Og tað hevur riggað væl. Erumissiónsbollar í súpanini, glíður hon ofta væl niður... Men hetta er bara vanlig politisk opportunisma. Kanska ódámlig, men ikki vandamikil. Og stundum heiltskemtilig. T.d. tá ið Óli upp undir fólkatingsvalið í 2005 sat á valfundi í Norðurlandahúsinum. Trupulleikin var, at brøðrasamkoman samstundis hevðisamfelagsmøti í ítróttarhøllini á Hálsi. Til tess at tekkjast samkomuni fór hann av valfundinum og oman á Háls. Har gekk hann eina rundu soleiðis, at øllskuldu síggja hann - og fór so niðan aftur á valfundin... Hetta hildu fólk vera so patetiskt, at hann gjørdi seg til láturs og hevði stóra afturgongd ávalinum.

[4] Nøkur viðurskifti í Føroyum gera uttan iva, at fólk, sum ikki eru kristin, ikki kenna seg heima her.Kristindómurin fyllir nógv í almenna rúminum. T.d. eiga kristiligar sendingar fast pláss í almennu miðlunum, okkara tjóðsangur er ein kristin sálmur, og færttú eitt barn, skalt tú í eina kirkju at skráseta tað. Um vit hugsa okkum, at Islam hevði somu støðu, sum kristindómurin hevur, so er ikki ilt at skilja tey,sum siga seg uppliva átrúnaðarligan ágang í Føroyum. Ikki bara frá privatum samkomum, men eisini frá almennari síðu. Men hóast nógvir av okkara siðum byggja áeina ávísa tulking av kristindóminum, verður eingin politiskt ella við valdi frá almennari síðu tvingaður inn undir religiónina hjá einum øðrum. Vit kunnu øllhugsa, siga og trúgva tí, vit vilja. Tað hevði ikki verið rímiligt at víst kristindóminum burtur úr almenna rúminum, soleiðis sum Anders Fogh Rasmussen vilhava, at gjørt verður í Danmark.

[5] Eitt av úrslitunum av hesi alliansu er, at nakrir alment stuðlaðir skúlar í USA ikki læra børnini úrslitini avvísindaligari biologiskari gransking, men kunnu seta útleggingar av Bíbliuni í staðin. Tað merkir ikki bara, at menningarlæran verður vrakað. Summastaðniverður eisini lært, við støði í útleggingum av Gamla Testamenti, at heimurin einans er 6.000 ára gamal. Tað er líka vitleyst sum at pástanda, at tað eru tveirsentimetrar millum Streymoynna og Sandoynna. Men veruleikin hevur ongan týdning. Tær 50 milliónirnar av fátøkum borgarum og kríggið í Irak er heldur eingintrupulleiki fyri The Christian Right. So leingi fosturtøka er bannað og samkynd ikki fáa ov frítt at fara, er Gud, eftir teirra tykki, væl nøgdur...

[6] Í Dimmalætting 31. januar 2007 vísir ein samanteljing av lesarabrøvum hjá tingmonnum Miðfloksins, hvussu nógvaorku teir leggja í stríðið móti rættindum til samkynd.

[7] Hetta var ikki á nakran hátt ein áleypandi røða. M.a. segði løgmaður hesi klóku orð: "Andsfrælsið gevur mærrætt at hugsa og hava eina áskoðan. Tolsemið vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið, er alneyðugt í orði ogverki at sýna medmenniskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur. Tíverri trívistintoleransa eisini í dag. Intoleransa er, eftir mínari fatan, eitt tekin um veikleika. Tá mín egna hugsjón ella fatan ikki gevur mær tryggan botn til eittfriðarligt lív í samstarvi og samvinnu við onnur, so er tað lættasta og skjótasta í trongskygni at fordøma tey, ið hugsa ella eru øðrvísi enn ein sjálvur.Intoleransa er hugsjónarligt fall og ein veikleiki í øllum samstarvi og samskifti".

[8] Eg tók hetta fram á einum almennum fundi, har eisini Bill var við. Tá segði hann seg ikki longur taka undirvið sínum egnu orðum. Tað skal hann eiga rós fyri. Men maðurin hevur hugsað tað. Hann hevur skrivað tað. Og hann hevur almannakunngjørt tað. Kortini segði hanní blaðkjaki við meg 4. januar 2007, at "Tey seinastu 30 árini havi eg regluliga gingið á møti og havi hoyrt Guds orð talað túsundir av ferðum av óteljandi avprædikufólkum í ymsum samkomum kring Føroya land og í útlondum. Og við hondini á hjartað má eg staðfesta, at boðskapurin um ein revsandi Gud, sum stendurklárur við dóminum, so skjótt sum onkur syndar, er mær fullkomiliga fremmandur." Leyg hann tá ið hann skrivaði hetta? Ella leyg hann tá ið hann skrivaðihugleiðingarnar á heimasíðu Miðfloksins?

[9] Tá ið Hans Andrias Sølvará vísti á tað, sum Svenning hevði gjørt, svaraði hann aftur við eini so kryptiskarisjóforkláring, at hann neyvan trúði henni sjálvur. Sí Dimmalætting 21. nov. 2006.

[10] Hetta er ikki á nakran hátt ein kritikkur av bíbliutulkingini hjá Jógvani Zachariassen. Hon mann vera minstlíka kvalifiserað sum mangar aðrar. Men politikarar kunnu ikki biðja samkomuleiðarar um útleggingar av Bíbliuni, sum teir so skulu gera lógirnar eftir. Bíblianhevur jú eisini nógv at siga um t.d. sosialpolitikk ella fiskivinnupolitikk. Skal hetta eisini byggja á bíbliutulkingar? Og hvør skal gera av, hvørbíbliutulking er tann rætta?

10.04.2011
Jonhard Mikkelsen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?