Ein leivd av tiltuskaðari tign

Bókin Krossvegir, ið Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen ritstjórnaðu og góvu út á Sprotanum í 2007, kveikti nógv og gott kjak. Vit fara at taka afturíaftur nakrar av teimum áhugaverdu greinunum í teirri bókini.



Katrin Petersen: Eg standi í forkirkjuni við einari gentu á arminum. Vit hampa henni kjólan. Minnast til suttuna. Hyggja at hinum báðum børnunum, sum eisini verða borin til dópin í dag. Øll eru góð og friðarlig. Eisini vit faddrar. Tí nú man prestur fara at koma og heinta okkum. Gumman, sum ber hina gentuna, fer heilt fram til hurðina at standa við sínum med-gummum aftan á sær. Eg havi fingið at vita frá mammuni, at vit skulu ganga næst, so eg traðki fram og stilli meg aftanfyri. Men áðrenn skil er komið í raðið av gummum, gubbum og børnum, talar mamman at triðja barninum insisterandi, men teskandi, at. ”Nei nei, drongurin skal vera fremst. Drongurin eigur altíð at vera fremst!”

17.04.2011
Katrin Petersen
Etikkur og politikkur
Sonur hennara skal eftir øllum at døma ikki vera fyri tí vanæru at verða doyptur í vatni, dálkað av tveimum dúnutum gentuskallum. Eg fái eina undarliga kenslu av at verða kastað aftur í eina tíð, eg ikki so frægt sum visti av. Og áðrenn presturin er komin út at lata okkum upp, havi eg umhugsað at gera eina diskreta aktión og tramsa inn fyrst. Hvør genta kemur fyrst inn, er líkamikið - bara tað ikki er drongurin. Men eg lat frið vera. Hugsi, at eg eri hóast alt bara gumma. Hetta er hvørki mín dópur ella mítt barn. Um eg skal demonstrera, má tað vera við heimagjørdum tilfari, so at siga. Hyggi at, meðan gentugumman bakkar fyri dreingjagummuni við fylgi. Men eg angri tað. Orsaka, Sissal. Eg skuldi heldur havt tikið henda dystin. Sum bót skal eg ogna tær hetta lítla skriv. Vónandi fær tú aldrin brúk fyri tí. Vónandi veksur tú upp uttan so frægt sum at vita av, at einaferð væntaðu fólk, at tú av tær sjálvari fór aftast at standa, tí tú var ein genta.

Útlitini eru kanska ikki heilt ring, Sissal. Tú hevur somu rættindi sum allir aðrir borgarar í landinum. Hvørki tú ella ættarliðið undan tær hava stríðst fyri valrætti, líkaløn ella rættinum at velja útbúgving. Tað arbeiðið er gjørt. Vit gera lógir, sum eru galdandi fyri øll, menn og kvinnur. Og eg kenni meg eitt sindur tvætluta, at sita og fortelja tær hetta! Hetta eru sjálvfylgjur. Næstan.

Næstan - tí fólkakirkjan hevur í skrivandi stund, 2007, enn prestar, sum trúgva, at Gud ynskir ikki at síggja kvinnur á prædikustólinum. Ein teirra stillaði upp til fyrsta bispavalið í føroysku fólkakirkjuni. Bergur Debes Joensen helt fast við tað, hann fyrr hevur sagt alment, at sambært hansara bíbliutulking eru kvinnur ikki kallaðar til at tæna Gudi við prestagerninginum. Men gjørdist hann bispur, vildi hann tó góðtaka, at kvinnuligir prestar eru. Hann fór bara ikki persónliga at innseta hesar prestar. Avleiðingin, um Bergur Debes Joensen nú hevði blivið bispur, hevði verið, at vit høvdu havt nakað sum líktist a- og b-prestum. Summir prestar høvdu fingið sína innsetan frá hægsta myndugleika, aðrir høvdu fingið hann frá næsthægsta. Ella triðhægsta, ella hvar í rekkjuni onkur kundi finnast, sum kundi liva við at hava innsett hesar kvinnur, sum sambært eini ávísari bíbliufatanhava befattað seg við eina uppgávu, sum Gud slettis ikki ynskir, at tær skulu hava nakað við at gera.

Men tað bleiv ikki Bergur, sum gjørdist bispur. Og ongin av hinum valevnunum til hetta fyrsta bispavalið hevði hesa kynsbýttu bíbliufatan. Tí er tað næstan ikki áhugavert. Næstan. Tað áhugaverda kemur, tá vit fara at fundera yvir, hví vit so lættliga góðtaka, at í kirkjuni er púra legalt at virka eftir eini sannføring, sum útilokar annað kynið frá ávísum postum. Og hví gamlar leivdir avmaskulinum meirvirði liggja og sløðast í forkirkjuni, tá børn skulu berast til dópin.

Vit mugu fundera í ymsum fláum. Eitt sindur í sjálvari Bíbliuni, men eisini í lívfrøðini. Og í politikki.

Bíblisku argumentini eru skjótt skitserað. Adam varð skaptur fyrst, og Eva var ein medhjálp, gjørdi úr einum rivjabeini Adams. Maðurin vartí tann, sum veruliga varð skaptur í Guds mynd.(Evu kunnu vit so kanska líkna við ein óoriginalan deil til ein bil. Fungerar upp á nógvar mátar á sama hátt sum originali deilurin, men er ikki frá verksmiðjuni, sum fæst við ta ektaðu vøruna.) Í Gamla Testamenti tosar Gud mest við menn, og tá hann materialiserar seg her á jørð, er tað sum maður. Jesus hevur bæði kvinnur og menn í skaranum, sum fylgir honum á ferðum hansara, men velur sær kortini bara menn til lærusveinar. Hesir fáa uppgávuna at gera øll fólkasløg til lærusveinar Jesusar. Og eftir tað kemur Paulus, sum ger greitt, at maðurin eigur at vera høvd kvinnunar, og at kvinnurnar eiga at tiga í samkomuni og annars helst taka ímóti læruni heima, frá monnum teirra.

Eg sigi ikki, at hetta veruliga ER so, men tá tú nú er farin at lesa um kristindóm og javnstøðu, kanst tú akkurát tað sama fáa at vita, hvussu tað KANN vera!Hvussu trúgvin, tú er doypt til, kann brúkast.

Fyri at tú skal fáa hina síðuna við eisini, kann eg nevna, at Frelsunarherurin varð stovnaður við einari greiðari ætlan um at geva kvinnum og monnum somu rættindini í samkomuni. Tignarstigini vóru eins fyri allar limir, og triði ovastin fyri rørsluna var Evangelina Booth.

Eg kann eisini fortelja tær, at hóast vit hoyra um teir tólv menninar, sum Jesus hevði til lærusveinar, so valdi hann kvinnur at vera tær fyrstu, sum bóru boðskapin um uppreisnina.

Men eg eri ikki teologur. So eg fari ikki at fortelja tær, hvørji bíbliuørindi eru sannast ella skulu sigast oftast. Tað má tú heldur sjálv meta um. Tað er jú tín trúgv. Men eg fari at biðja teg forvitnast um hetta: Tá vit nú í 100 ár hava havt somu politisku rættindi sum menn, og ongin mannligur skúlastjóri hevði vágað sær at sagt, at hann helt kvinnur vera óegnaðar sum lærarar - hví trívist so patriarkatið og tess fornu siðir enn í samkomum og kirkjum? Hví eru bara menn í elstaráðum hjá Brøðrasamkomunum? Hví er sovorðin yvirvág av monnum á prædikustólunum, antin tað er í fólkakirkju ella øðrum kirkjum?

Kanska skulu vit hyggja at tí status, ein prestur hevur. Ikki bara fólkakirkjuprestar, men eisini pastorar og prædikumenn í øðrum trúarsamfeløgum. Vit tosa um høvuðspersónin í samkomuni. Hann, sum útinnir dópin, atgongdina til limaskap. Hann giftir okkum, og gevur okkum harvið løgfrøðilig rættindi og bindir okkum saman "fyri Gudi og monnum." Hann er moralskur ráðgevi og fyrimynd. Og hann stendur fyri ferð okkara, tá vit fara hiðani. At vera prestur gevur einum manni tign. Ja, í summum mentanum og í summum tíðarskeiðum kunnu vit enntá siga, at prestar hava havt stórt vald.

Og hvat so, spyr tú kanska. Kann ein kvinna kanska ikki hava vald? Jú, og onki her í verðini er til hindurs fyri, at hon umsitir hetta valdið fullvæl. Eitt nú hava bretskar kanningar víst, at fyritøkur við kvinnu sum stjóra klára seg eitt sindur betri enn fyritøkur við manni sum stjóra. (Hetta skal tú kortini ikki taka í so stórum álvara. Tað sýnist fyri mær, at fyri tíðina eru kanningar, sum vísa onkran mun á, hvat kvinnur og menn eru og duga, sera populerar. Kanska er forkláringin í veruleikanum, at fyritøkur við einum stjóra, sum dugir væl at vera stjóri, klára seg betri?)

Tað er ikki tað, at menn duga betri at hava vald. Teir hava bara meira brúk fyri tí. Hetta fortelji eg tær í tí vón, at tú ikki lesur hetta, fyrr enn tú er komin um ringastu tann-árini. Tí so hevur tú kanska eygleitt dreingir so mikið, at tú skilur. Tú hevur kanska sæð og undrast á, at dreingjum dámar so væl at berjast. Eisini, tá ongin er illur. Og at teir gera okkurt, sum teir fáa ilt av, við vilja. Gera seg upp. Sambært Desmond Morris, bretskum atburðsbiologi og menniskjaeygleiðara, gera dreingirnir hetta, tí teir venja til eina stóra kapping. Kappingina um best møguligu konuna.

Tá eg var ung, var ein útvarpssending, har kend fólk fingu eina fasta røð av persónligum spurningum. Ein var "Hvørjum hyggur tú at, tá tú hyggur at hinum kyninum?"

Menninir svaraðu við at nevna ein ella fleiri likamslutir. Og ofta teir væntaðu. Reyvini. Boppunum. Kvinnurnar svaraðu ofta meira flótandi. "Eftir heildini." Ella "persónligheitini."

Eg kundi fortalt tær um vísindaliga stríðið, sum stendur um, hvussu menn og kvinnur hava fingið sínar eginleikar. Um teir stava frá okkara ílegum ella frá okkara uppvøkstri. Men eg havi betri hug at fortelja tær eina søgu.

Hugsa tær tíggju kvinnur á eini oydnari oyggj. Fyri at lívbjarga sær mugu tær hava føði, og tær mugu hava eitt skýli. Á oynni liva ránsdjór, og tí mugu tær eisini verja seg. Ongin av kvinnunum hevur fyrr livað á hendan hátt, so í fyrstani hjálpast allar at við øllum. Allar læra seg at finna røtur, sum eru etandi, allar læra seg at byggja smáttu, og allar læra seg at gera vápn og brúka tey. Men so við og við finna tær útav at fáa sær síni serøki. Tær størstu og sterkastu draga viðabular, tær, sum duga best at svimja, kava niður eftir skeljum osv. Tær eru leingi á hesi oynni, og eru farnar at stúra fyri, at tær fara at gerast gamlar og hjálparleysar her, uttan børn at taka sær av teimum. Men ein dagin rekur ein flaki upp á strondina, og á honum liggur ein maður. Kvinnurnar eru fegnar, tí tær hava longst eftir einum manni. Skjótt hava tær gjørt eina skipan, so tær allar skiftast um at sova saman við manninum, og nakrar mánaðir seinni eru allar við barn. Nú er næsta ættarlið tryggjað. Tær tosa nú saman, og eru samdar um, at maðurin hevur tænt sínum endamáli. Tær eru glaðar fyri, at hann kom, so tær kundu fáa børn, men tær síggja, at prísurin fyri at hava mannin á oynni er, at tær eru blivnar øvundsjúkar inn á hvørja aðra, hava brúkt orku upp á mannin heldur enn upp á at savna sær goymslur av mati og viðlíkahalda smáttur, amboð og klæði, og hava kappast heldur enn at arbeiða sum ein eind. So tær seta seg saman eitt kvøldið, og gera av at sleppa sær av við mannin, áðrenn hann elvir til split. Men maðurin hoyrir, hvat tær tosa um. Tíðliga næsta morgun fer hann á føtur, tekur eitt av vápnunum hjá kvinnunum, og fer inn í skógin. Um kvøldið kemur hann aftur við tungari byrðu av dýrum, hann hevur veitt, og leggur hana frá sær við síðuna av fonginum hjá kvinnunum. Tær síggja, at hann hevur veitt meira, enn nøkur teirra hevur megnað hesa tíðina, tær hava verið á oynni. Og hansara fongur er so nógv størri enn tað, útvaldu veiðukvinnurnar veiða, nú tær eru so tungar á sær. Dagin eftir fer hann í holt við at byggja ein verjugarð kring smátturnar. Hann rullar grót og setir tjúkkar pelar niður allan dagin. Og um kvøldið eru kvinnurnar blíðkaðar, og síggja nú, at tað kanska ikki er so býtt at hava mannin her kortini. Komandi mánaðirnar fáa tær meira og meira brúk fyri styrkini hjá manninum. Og tá tíðin kemur, at tær allar hava átt barn, hava tær vant seg við, at maðurin stendur fyri veiðuferðum og tungarbeiði. Tær síggja, at hóast tær klára alt tað sama sum maðurin, so fáa tær meira mat, betri verju og sterkari smáttur, nú tær hava hann. Tí hann er sterkari og skjótari enn tær.

Mær nýtist kanska ikki at siga tær, hvør moralurin í søguni er - men geri tað kortini. Maðurin noyddist at vísa, at hann var meira enn ein, sum kundi tryggja, at kvinnurnar fingu eitt nýtt ættarlið. At tað vóru aðrir fyrimunir við at hava hann í samfelagnum. Tað kom væl við, at hann orkaði at lyfta tvær ferðir sína egnu vekt, og at hann orkaði at syfta spjótið munandi longri enn kvinnurnar. Tað kom honum eisini væl við, at kvinnurnar gjørdust so tungar, tá tær gingu við børnunum, at tær í fleiri mánaðir hvørki fingu klovið ella runnið skjótt.

Nú var hesin maðurin einsamallur, og skuldi bara vera skjótari og sterkari enn kvinnurnar. Men um nú ein maður var komin afturat, so hevði verið neyðugt eisini at verið til størri nyttu enn hann. At tryggja sær lívið - og eitt pláss við eldin, og ein bita burturav rótunum, kvinnurnar høvdu hentað, teir dagarnar, veiðieydnan sveik hann. Og ikki minst - ein heitan kvinnukropp (ella 10!) at leggja seg hjá um náttina. Við at vera besti maðurin tryggjaði hann sær eftirkomarar - og góð lívskor til sín sjálvs. Tí soleiðis má menniskjan hugsa. Vit eru ikki eins og mýggjabitin, sum aldrin sær børn síni, og tí kann skilja sítt egna lív og tað hjá næsta ættarliði fullkomiliga sundur.

Biologiska himmiríkið hjá manninum er at hava eitt ótal av kvinnum, sum kunnu tryggja honum eitt ótal av eftirkomarum. Men biologiin sjálv forðar fyri hesum. Tí var bert ein maður fyri hvørjar tíggju kvinnur, fekk hvør barnakona bert ein tíggjundapart av tí verjuni og føðini, maðurin var førur fyri at veita. Náttúran hevur snildisliga syrgt fyri, at sjálvt um maðurin er førur fyri at gera eitt barn um dagin, skuldi tað verið, so sleppir hann tað ikki. Tí har eru so nógvir aðrir menn, at hvør kona kann fáa hvønn sín. Og hennara biologiski logikkur er, at tað besta fyri hana og hennara 3-4 eftirkomarar er, at barnapápin brúkar alla sína orku upp á tey. So - tá kvinnan velur sær ein mann, skal hann vísa, at hann dugir okkurt betri enn kvinnan. Og betri enn kappingarneytarnir, hinir menninir. (Eg veit, Sissal, at nú mann tú hugsa, at her stendur ikki eitt orð um kærleika. Tað er tí, at hann er jokarin í øllum hesum logiska og greinaða. Kærleikin kann sópa allan logikk av borðinum og fara tvørtur um øll mørk. Um eg nakrantíð skilji hann til fulnar, kann tú vera vís í, at eg skrivi aftur!)

Í einum siviliseraðum samfelag hevur maðurin eina ørgrynnu av møguleikum at skara framúr. Hann nýtist ikki at dragsa stórar fiskarúgvur heim í túnið. Hann kann í staðin forvinna nógvar pengar. Ella bara signalera, at hann KANN vinna á øðrum monnum! Vit góðtaka sjálvt "óektaða" tign, so sum at maðurin stendur á einum stórum palli við guitara í hond. Til onga verðsins nyttu á oydnu oynni, men kortini ein kvinnumagnet!

Vit eru við at koma til eina niðurstøðu. Menn hava brúk fyri tign. At geva kvinnum tekin um, at aðrir menn virða teir, og at teir eru meira enn "góðar ílegur." Um nakað rættvísi er til, so kunnu vit kanska siga, at maðurin fekk sína styrki og skjótleika sum kompensatión fyri, at hann ikki kundi føða sær børn.

Og í einum høgt siviliseraðum samfelag hevur henda skipan fingið undarligastu skapini. At vinna virðing og tign er eitt mál í sær sjálvum. Vit hava menn, sum svørja at liva heilt uttan kvinnur, so sum katólskir prestar gera. Afturfyri fáa teir tign í ríkiligum nøgdum. Og gera samstundis øðrum monnum eina tænastu við at vísa kvinnunum, at tað er ikki bara gott at hava ein mann - til at varðveita sambandið við hægru maktirnar er fullkomiliga neyðugt at hava mannfólk! Hetta kemur ikki bert fyri í tínari kirkju, lítla mín, men er eitt vælkent fyribrigdi í nógvum mentanum. Ikki øllum, tí so forútsigilig er mannaættin ikki. Men her um okkara leiðir, og í okkara kirkju, hava menn brúkt hetta, at fáa sær tign og virðing við at lyfta allar menn upp um allar konur í ávísum viðurskiftum. Slíkum sum samband við Gud. Og rættinum at hava vald í felagsviðurskiftum.

Tá kjakið um valrætt til kvinnur var heitt í USA, fyri umleið 120 árum síðani, vóru argumentini ímóti millum annað, at kvinnur kundu ikki fáa vald í landinum, tí tær vóru ikki førar fyri at verja landið, um tað skuldi gjørst neyðugt. Eitt annað argument var, at kvinnur fóru at missa áhugan fyri húsi og heimi, fingu tær vald. Tað mótsetta, at politikkur var alt ov týdningarmikil til at lata upp í hendurnar á kvinnum, tí tær hugsaðu mest um hús og heim, var eisini ført fram. Kvinnur vóru ov skroypiligar, varð eisini sagt. Og eisini ov góðar! Tær høvdu hægri moralskan standard enn menn, og fóru bara at spillast, um tær fóru uppí politikk. Tað var ímóti náttúruni. Og tað var ímóti Bíbliuni.

Amerikansku kvinnurnar vunnu at enda stríðið. Men hví var tað so drúgt? Hví var sovorðin mótstøða? Um tað nú til dømis var rætt, at tað var ímóti náttúruni, at kvinnur fingu útbúgving og valrætt, so var vælsaktans ongin orsøk at nokta teimum møguleikan. So mundi náttúran væl sjálv syrgt fyri, at kvinnur ikki fóru á val ella kláraðu at taka eina útbúgving?

Eg haldi, at tað, vit hava við at gera, er ein menniskjansligur longsul eftir at hava "at hava okkurt at halda seg til." Og helst skal hetta "okkurt" vera nakað, vit kenna. Allar mentanir hava afturvendandi ritual og siðir. Okkum dámar at hava felagar. Fólk rundan um okkum, sum tosa sama mál, hava somu siðir, somu virði. So fyri ein part snúði mótstøðan móti at geva kvinnum somu rættindi sum menn seg um ein mótvilja móti broytingum. Og enntá ein ótta fyri broytingum.

Og nú koma vit aftur tiltrúnna, sum tú er doypt til. Trúgvin er grundfest í skriftum, sum í minsta lagi eru 1500 ára gamlar. (Um vit taka hædd fyri, at upprunaligu skriftirnar møguliga eru broyttar.) Og sambært kristnu trúnni eru skriftirnar æviga sannar. Tað er har, vit finna leiðbeining og stuðul, ugga og vísdóm. "Hann er hin sami í dag sum í gjár" stendur á onkrum broderaðum upphangi í onkrari stovu, eg einaferð var í. Tað verður sæð sum ein av dygdunum í kristindóminum, at skriftirnar, hann byggir á, ikki broytast. Tann stóra kollveltingin innan kirkjuna, Trúbótin,snúði seg ikki um at endurnýggja, men at fara aftur til tað upprunaliga. Tá Brøðrasamkoman varð stovnað, var endamálið tað sama. At gera eina samkomu, sum líktist fyrstu kirkjuni mest møguligt. Í kristnu trúnni er afturlítan ein týdningarmikil táttur. Sostatt hóska konservatisma og kristnitrúgv væl saman. Tey konservativu fáa brúkt kristna arvin til at vissa seg um, at broytingar eru av tí ónda.

Minst til hesi bæði. Kristindómur kann brúkast til at skaffa monnum eina tign, teir kunnu brúka til at hækka sítt persónliga virði og virðið hjá monnum mótvegis kvinnum. Og kristindómur kann brúkast sum ein heilagur stuðul til konservatismu. Og her kemur ein triði pástandur: menniskju hava tendens til at vilja hava skipað viðurskifti. Vit leita eftir systemum, ella uppfinna tey. Og trúgva síðani upp á systemini. Vit skipa fólkaræði, og áseta, at val skal vera 4. hvørt ár. Og tá ein tíð er fráliðin, halda vit, at fólkaræði ER val av umboðum fjórða hvør ár.Í Suðurafrika gjørdu tey hvítu eitt samfelag, har tey svørtu fingu tillutaðan status sum undirmenniskju- og tey hvítu trúðu, at skipanin var soleiðis, tí tey svørtu veruliga áttu at vera undirgivin hvítum. Okkum dámar skipanir. Umfatandi skipanir. Har øll rundan um okkum passa inn. Sum til dømis hesa skipanina "Kvinnan eigur at vera manninum undirgivin. Maðurin er høvd kvinnunar. Kvinnur eiga at tiga í samkomuni, og heldur spyrja mannin, tá tey eru komin til hús." Eg hoyrdi ein dagin í útvarpinum, at hetta er ein guddómmilig skipan. Tað segði ein maður, sum undirvísti fólki í at hava eitt gott hjúnarband. Og ein annan dagin hoyrdi eg í útvarpinum, at kvinnur hugsa um bleyt virði, meðan menn hugsa um grót og betong. Tað er eisini ein skipan. Kvinnan, sum soleiðis býtti okkum upp systematiskt, segði tó onki um, at hetta var guddómmiligt. Hon argumenteraði fyri, hví fleiri kvinnur skuldu fara upp í politikk. Eg havi tríggjar viðmerkingar til tað. Golda Meir, Margaret Thatcher og Condoleeza Rice.

Golda Meir segði einaferð, at javnstøðustríð var fjas. At tað fanst bara ein mismunur millum kynini, og hann var, at menn ikki kunnu føða børn. Og tað vóru ikki útlit fyri, at nakar fór at gera nakað við tað. Kanska er tað soleiðis, og bara soleiðis, kvinnur fáa vald. Við at velja sítt egna virði, og bara góðtaka teir sannleikar, ein sær.

Eg havi fortalt tær eina søgu um tignarkappingina hjá monnum. Tú velur sjálv, um tann kappingin skal takast í álvara. Eg havi fortalt tær um menniskjans lyndi at vilja hava tingini, sum tey eru. Tú ger sjálv av, um tú vil hava tingini at vera sum tey eru. Og eg havi fortalt tær, at skipanir ikki endiliga eru sannar ella rættar, bara tí tær eru skipanir. Ella tí onkur sigur, at tær eru guddómmiligar. Eg lati upp til tín at finna útav, hvørjar skipanir tú vil undirkasta teg. Tí vit hava rættindi, tú og eg. Her er onki stríð, bara okkara egnu val.
17.04.2011
Katrin Petersen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?