Nýggi próvtalsstigin

Sat og las Dimmu ein morgunin, og kom fram á eina grein, ið snúði seg um nøkur mál, ið hava verið frammi í tinginum teir seinastu dagarnar. Greinin snúði seg um málið at bryggja sterkt í Føroyum. Har vóru tvær myndir. Tann ovara og størra myndin var av yvirfylta tingsalinum undir viðgerðini av at sleppa at bryggja sterkt í Føroyum, tá ið málið varð samtykt undir aðru viðgerð. Greinin greiddi frá, hvussu lagið hevði verið ringt hjá tingfólki, og hvussu ósamd tey høvdu verið um hetta mál.

15.05.2011
Astrid Breckman
Etikkur og politikkur
Myndin niðanfyri var av eini heilt aðrari viðgerð, ið varð løgd fram beint eftir viðgerðina um at bryggja sterkt. Tá vóru flestu tingfólk antin farin til døgurða-, millummála-, kaffi-, royki-, ella-onkran-annan-steðg, tí har sótu átta tingMENN (eingin kvinna) í tingsalinum, og ein tingmaður stóð á tingsins røðarapalli. Tað er meir enn so, at tingsalurin er næstan tómur, tá ið eitt lítið áhugavert mál verður lagt fram, so hvat var hetta fyri eitt ótrúliga rotið mál, tá ið nærum eingin tímdi at geva tí gætur? Jú, hetta var málið um nýggja (Dimma kallar hann altjóða, men hann er alt annað enn tað) próvtalstigan, ið allir skúlar í Føroyum skulu fara at nýta komandi skúlaár.

Øllum kunnugt, eru nógvir politikarar útbúnir lærarar. Ein skuldi hildið, at um ikki annað teir vóru áhugaðir í hesum máli. Men so sum tað sær út á myndini, er ikki ein tann einasti tingmaðurin har útlærdur lærari.

Sannleikin er tann, at flest tingfólk hava óivað onga hóming av, hvat hesin nýggi próvtalsstigin er fyri nakað, ei heldur vita tey, hví vit skulu nýta hann. MMR veit tað heldur ikki, heldur ikki lærararnir. Tað er als ikki so løgið. Í Fólkatinginum varð hann atkvøddur ígjøgnum uttan nakað hóvasták heldur, tí teir tinglimirnir høvdu heldur ikki sett seg inní, hví nýggi próvtalsstigin skuldi verða júst hesin.

Øll vita (og hava vitað í mong ár), at gamli danski próvtalsstigin ikki er nóg góður. Tað er alt ov lætt at fáa góð støðumet, miðaltalið er ov høgt hjá nógvum, og alt ov ofta hevur tað verið so, at lærarin metir um, út frá egnum høvdi, hvat næmingurin ,,eigur" at fáa í støðumeti.

So øll kunnu semjast um, at Føroyum (og tí eisini Danmørk) tørvar ein nýggjan próvtalsstiga. Spurningurin er ikki um tað… Spurningurin snýr seg um, hví føroyingar skulu nýta tann nýggja danska stigan.

Útbúgvingar skulu gerast alt meira líkar. Tað vil siga, at líka mikið hvar ein lesur, skal ein kunna nýta sítt prógv allastaðni. Sjálvandi er hetta ein tilgongd, ið als ikki er liðug enn, men hon er ávegis í nógvum londum. Tí mugu próvtalsstigar eisini samsvara. Einfaldasta gongd er tí, at øll lond (sjálvandi byrjar ein í Evropa við ES londum) fáa sær sama próvtalsstiga. Henda gongd sær út til at ganga væl. Tó ikki í Danmørk. Danir vildu hava ein próvtalsstiga, ið ein kundi rokna miðaltalið út frá. Hetta kann ein ikki við tí amerikanska stiganum, ið hini londini evna sínar eftir. Í USA nýta tey stavir ístaðin fyri tøl. Tey byrja við A, síðan kemur B, C, D, og fært tú F, dumpar tú. Eisini kann ein fáa eitt + ella eitt ÷. T.d er A+ eitt 13 tal hjá okkum. Men við hesum nýggja stiganum kann ein ikki fáa 13 longur. Tað er einki, ið kann vísa á, at ein næmingur ella lesandi dugir betur enn kravt varð av viðkomandi. Lat meg siga sum lærari: Tað er sera stórur munur á einum 13 tali og einum 11 tali, eins og tað er sera stórur munur á A+ og A. Men nú verður eingin munur á einum, ið dugir framúr væl, og einum, ið ,,einans" dugir alt tað, viðkomandi skal. Ein lesandi kom sera glaður til mín ein dagin og segði, at viðkomandi hevði fingið 13 til eina próvtøku, altso 12 eftir nýggja próvtalsstiganum. Viðkomandi var so ovurkátur, at eg tordi ikki at siga: ,,Hjartaliga til lukku við tí, men tú hevur altso ,,bara" fingið 11. Talið 13 er ikki til longur… um tú hevði tað uppiborið ella ikki. Tað fært tú so aldri at vita…"

Tað løgnasta av øllum er, at danir hava nýtt júst tann amerikanska próvtalsstigan, tá ið teir gjørdu tann nýggja danska. Og nú siga teir, at vit ikki longur skulu rokna miðaltalið kortini! Hvar leyp ketan av?

Tá ið maður mín vardi høvuðusuppgávuna í HD í roknskapi í 2007 í Danmørk, kom hann í prát við próvdómaran fyri munnligu próvtøkuna. Próvdómarin var ein garvaður grannskoðari og var leiðari fyri próvdómararnar í búskaparligum útbúgvinum. Hann hevði gjøgnum mong ár verið partur av handilsskúlaumhvørvinum í Danmark. Prátið fall inn á nýggja danska próvtalsstigan. Tá ið hann varð spurdur, um tað vóru góðar grundgevingar fyri nýggja próvtalsstiganum, var svarið ógvuliga greitt og greinandi, sum tað helst skuldi verið, tá ið ein grannskoðari tekur til orðanna. Grundgevingarnar fyri, at tann gamli próvtalsstigin skuldi skiftast út ella broytast, vóru nógvar og væl grundaðar, men grundgevingarnar fyri, at júst hesin nýggi stigin frá -2 til 12 skuldu nýtast, vóru ógvuliga tunnar.

Tað kann undra ein, at grundgevingarnar fyri, hvat ein ikki vil hava, eru góðar, meðan grundgevingarnar fyri, hvørjum ein fer eftir, eru ógrundaðar. Hetta minnir mest um ráðaloysi.

Tá ið skiparar skulu seta kós yvir hitt stóra hav, hevur tað einans týdning, hvar teir ætla sær. Upplýsingar um, hvar teir ikki ætla sær, eru óviðkomandi og hjálpa ikki í siglingini.

Mong við mær skilja ikki, hví føroyingar skulu nýta tann nýggja danska próvtalsstigan. Hetta er ikki altjóða próvtalsstigin, so lat ongan billa nøkrum tað inn. Hetta er enn eitt dømi um, at har, ið leti ræður, gera vit bara tað sama sum danir…
15.05.2011
Astrid Breckman
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?