Kæri lesari

SPROTIN setur nú battaríini at løða, til næturnar aftur fara at leingjast. Í staðin leggja vit á fjøllini, flota bátin, røkja urtagarðin, steikja kjøt í túninum við góðum kenningum, vassa í ánni við børnunum.

16.07.2011
Jonhard Mikkelsen
Ymist
Sprotin køkir eisini Fregnir, skeið og týðingar úr. Vit hava havt eitt stak hugaligt ár við nógvum arbeiði, men nú sløkkja vit eina løtu.

Okkara yrki er soleiðis skaffað, at vit arbeiða best, tá ið veðrið ikki er til vildar. Tá ið regn og vindur tarnar nógvum øðrum virksemi og ger gerandisdagin gráan, tá arbeiða vit, sum sita í inniskóm og prika niður á knappaborðið, best.

Nú er tíðin at fara burtur í onnur lond, øsast um kappróður og gleðast til ólavsøku. Tá ið dastið av bønum er hoyggjað, seinastu klúkarnir eru ristir upp í kyllingar, og angin av turkaðum hoyggi rekur um nasarnar, tá eru okkara ravløðingar fullar aftur, og vit koma aftur - lødd til ein heilan vetur.

Í august/sept. hava vit hesar skúlabøkurnar klárar:
- Bók um filmgreining, grundaða á filmin um Barbu. Elin Hentze og Marjun Niclasen hava skrivað
- Endurskoðaða útgávu av Eini ferð inn í føroyskt eftir Kára Davidsen og J. Mikkelsen
- Endurskoðaða útgávu av Orðalagslæru eftir Jeffrei Henriksen

Í heyst fáa bókaklubbalimir hesar 3 bøkurnar:
- George Orwell: Javnlíkar (Animal Farm). Ensk
- Einar Már Guðmundsson: Navnleysir vegir. Íslendsk
- Marlen Haushoffer: Veggurin. Týsk

Umframt nevndu bøkur leggja vit í løtuni seinastu hond á 10 aðrar spennandi útgávur, sum kunnað verður um í august.

Men størst av øllum er samstarvið ímillum Orðabókagrunnin og Sprotan, sum nú er fingið í lag. Samstarvssáttmalin ger, at ALLAR tær føroysku orðabøkurnar verða tøkar á einum portali, tá ið skúlin byrjar aftur.

ALLAR merkir einki minni enn: føroyskt-danskt, danskt-føroyskt, føroyskt-enskt, enskt-føroyskt, føroyskt-týskt, týskt-føroyskt, føroyskt-spanskt, føroyskt-italskt, og føroyska móðurmálsorðabókin liggur inni á sama portali ókeypis. Spanskt-føroyskt, russiskt-føroyskt og franskt-føroyskt verða klárar seinni í ár.

Nú kann ein og hvør sleppa inn í ØLL hesi mál á sama portali - ómakaleyst og bíliga, on-line ella off-line ella á intraneti.

At eitt samfelag við 50.000 fólkum eigur allar hesar orðabøkur er heilt víst eindømi í heiminum. Latið okkum øll vera stolt av tí!

Vit á Sprotanum: Sonja, Búgvi, Randi, Tina, Sára og Jonhard ynskja tykkum eitt lýtt og turt summar við nógvum døgum á fjøllunum, á kyrrindum, úti um landið, úti um heimin, í vinagildum, undir bakandi sól og pálmum, til vit hittast aftur í august.
16.07.2011
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?